Gud forbarmi tú seg

Svenning Tausen finst at míni viðmerking um at varðveita dialektirnar, dialekt, sum hann skrivar í gásareygum. Altso, eru dialektirnar ikki verdar at varðveita? Skulu allar Føroyar snakka sama standardiseraða óektaða mál? Hann hevði óivað vart um sína, um tað kom til stykkis.

Skulu vit taka útgangsstøði í nútíðini ella í fornøldini? Skulu vit taka útgangsstøði í miðlunum (Kringvarpinum, Dimmalætting, Sosialinum, Oyggjatíðindi, Kvinnu og portalinum), har sum vit finna nútímans veruliga málbrúkið? Ella skulu vit taka útgangsstøði í fornum kvæðum, hvørs málbrúk slett ikki er til longur? Dømi um kvæðamál: ”Nú skal stilla stavargrein, ei skal niður falla, um tann Ásmund Aðalsson, tann Húnakong at kalla.” (Ásmundur Aðalsson) og ”Elin gongur til strandar oman, sínum borðum skeyt, fagur var sá knørrin, for bryggjuni fleyt.” (Harra Pætur og Elinborg). Mann kann neyvan kalla hetta nútímans málbrúk.

Svenning Tausen vísir heldur ikki teimum málfrøðingum, sum sita í dag, stóra virðing. Hvat er tað fyri nakað? Menn við góðari útbúgving og nógvum royndum. Hann nevnir Chr. Matras og Jóhan Hendrik Winther-Poulsen sum teir stóru menninir innan málfrøði. Chr. Matras hevur verið gamal maður, tá eg var fødd. Jóhan Hendrik Winther-Poulsen kenni eg harafturímóti og veit, hann hevur gjørt dygdararbeiði fyri føroyska málið, ikki at gloyma frálíkur orðasmiður.

Atfinningarsami Svenning Tausen nevnir nøkur dømi, eitt teirra er: ”til og úr Føroyum”. Hvørsfall næstan er horvið úr málinum, so ”til” er farið at stýra hvønnfalli, ”hvønn fert tú til?”. So ”til Føroyar og úr Føroyum”. Eitt annað dømi er lýsingin ”Okkara maður, pápi, abbi, langabbi doyði í gjár...”. Svenning Tausen heldur, ”okkara” skal standa aftast, og tað skal standa ”mín maður”. Um Jógvan í Lon Jacobsen hevur sagt, at baklandið skilti tað (havi ikki hoyrt tað), so eri eg púra samd; ikki bara baklandið, men øll skilja meiningina við hesi lýsing. Aftur intoleransa, hvussu kann mann øsa seg upp um petitessur sum hetta?

Móðurmálsorðabókin er ”málbíblia” okkara ífylgi Svenning Tausen. Gott nokk er móðurmálsorðabókin eitt gott og stórt verk. Men guddómlig? Neyvan. Og orðabókin má vera eitt verk, ið broytist við tíðini. Hetta tí málið altíð hevur avspeglað sína samtíð og fer væl eisini at gera tað framyvir, um vit vilja tað ella ikki.