Fara at byggja hús í hópatal á Kambsdali

Ein ætlan um at byggja 30 hús á Kambsdali er klár. Fyrstu húsini verða bygt so skjótt nakrar umsóknir eru komnar

Íbúðarbygging


Kambsdalur: Nú er ætlanin at fara undir rættiliga húsabygging í Kambsdali.
Tveir eysturoyingar, Elias Hansen, byggifrøðingur í Norðragøtu og og Svenn Olsen, timburmeistari í Syðrugøtu, eru til reiðar við eini ætlan um at byggja 15 tvíhús á Kambsdali við tilsamans 30 bústaðum.
Teir hava fingið øll loyvi til vega og farið verður í holt við byggingina, so skjótt teir hava selt nóg nógv hús. Øll 15 húsini verða ikki bygd ísenn, tí, hvussu nógv verða bygd, veldst um eftirspurningin.
Enn vita teir heldur ikki, hvussu nógv hús skulu bíleggjast, áðrenn teir fara í holt við byggingina, men grundarlag er ikki at byrja, fyrrenn nøkur hús eru bíløgd.

Kappingarførir prísur
Men tað skuldi ikki verið trupult at sloppið av við húsini, tí eftirspurningurin er stórur eftir grundstykkjum har um vegir.
Okkum er upplýst, at Fuglafjarðar Kommuna hevur 40 umsóknir liggjandi um grundstykki.
Og húsini, sum teir báðir ætla sær undir, eru avgjørt kappingarfør í prísi.
Talan er um tvey sløg av húsum. Tað eina slagið er í einari hædd upp á 84 fermetrar og einum lofti upp á 50 fermetrar og bilhúsi. Tey fara at kosta niðanfyri 900.000 krónur. Hitt slagi eru hús í tveimum hæddum, tvs, kjallara og stovuhædd og bilskúri, tey húsini fara at kosta umleið 950.000 krónur, siga stigtakararnir.
Teir báðir halda eisini, at Kambsdalur er væl egnað til bústaðarbygging.
Ì Fuglafirði er ikki nógv byggilendi eftir, men á Kambsdali liggur væl fyri. Nú eru eisini gott og tíðugt samband við bussi oman til Fuglafjarðar allan dagin og handilsskjúli og studentaskúli eru tætt við
Men teir eru eisini greiðir yvir, at teir hava ávísar fordímar at berjast ímóti.
? Kamsdalur ber orð fyri at verða ógvuliga vindhart pláss. Men tað passar ikki. Tað er gott at búgva á Kamsdali, men niðri á sjálvum vegnum kann vera vindhart viðhvørt.
Elias Hansen sigur, at tað eru heldur ongir vindskaðar hendir í Kambsdali, uttan einaferð í áttatiárunum, tá ið dalurin var eitt stórt byggipláss og nógv leyst tilfar lá og sløgdist. Tað hevði gjørt skaða allastaðni. Hann vísir eisini á, at á studentaskulanum og handilsskúlanum er rættiliga nógv glas og hartil eru rútarnir sera stórir, men har er ikki ein tann einasti rútur brotnaður, síðani skúlarnir vórðu bygdir. So fordómarnir um Kambsdal og vind vóna teir at fáa avlívað.

Mydnatekstur
Soleiðis fara nýggju tvíhúsini at síggja hút. Høgrumegin er sniðið í tveimum hæddum við fullum kjallara undir. Vinstrumegin síggjast húsini í einari hædd við lofti.