Sólin sær oman og niðan, og himinin er bláur í Klaksvík í morgun.
Úrslitaliga hevur tað verið meiri í skugganum higartil í ár. Eftir tepra sigurin á útivølli ímóti TB í fyrsta umfari hevur KÍ tapt tvær ferðir – 3-1 á heimavølli ímóti NSÍ og 4-2 á útivølli ímóti HB.
Stóra avbjóðingin í Klaksvík er at fáa tak á verjuspælinum. Fýra av fimm teimum aftastu eru keyptir til Klaksvíkar at verja. Kortini fóru í trimum teimum fyrstu umførunum fleiri mál ígjøgnum hjá KÍ enn hjá nøkrum øðrum liði. Í fleiri førum hevur talan verið um risa stór persónlig mistøk. Ímóti HB fóru fýra mál ígjøgnum – tvey brotsspørk og eitt mál tá ið liðformaðurin als ikki rakti bóltin!
Ísak Simonsen er tøkur aftur eftir vøddaskaða, og hann verður vongverji í vinstru í dag. Nú eru loyvini hjá serbanum Semir Hadzibulic komin upp á pláss, og hann verður á KÍ miðvøllinum ídag. Tað er ivasamt, um Mayowa Oladele Ally er førur fyri at spæla. Hann varð skaddur í fótliðnum ímóti HB fyri tveimum vikum síðani, og hann hevur ikki vant saman við hinum síðani tá.
Tað hevur oftast verið tætt, tá ið Skála hevur vitjað í Klaksvík. Í fyrra árið vann KÍ 1-0 og 3-0. Í 2008 endaði tað málleyst, í 2007 vann KÍ 1-0, og í 2006 endaði tað 2-2 og 2-1 til KÍ. Síðsti Skála sigurin í Klaksvík var í 2005, tá ið´Skála vann 2-0.
Skála venjarin, Pauli Poulsen, hevur allar sínar menn tøkar, nú teir fyrireika seg at fara til Klaksvíkar. Setningurin verður, sum hann plagar at vera. Støðið verður tikið í væl skipaðum verjuparti, og so verður dúvað upp á skjótar umstillingar. Í tí partinum eru fyrrverandi KÍ spælarin Álvur F. Christiansen og Jákup Johansen, sum er komin fyri seg eftir skaða, sera týdningarmiklir. Teir eru skjótir og spæla í hvør sínum borði.










