føroyska orðabókin kom út fyrr í ár, hugsaði eg beinanvegin, at soleiðis mátti okkara orðabók ikki síggja út, tí henda var alt ov stór í vavi. Vit høvdu ikki ráð til at geva hana út í tveimum bindum, so vit máttu [...] ið orðabókahøvundarnir hava lagt í nýggju orðabókina er ikki tann sami, sum vit finna í orðabókini hjá Fróðskaparfelagnum frá 1995. Tann orðabókin hevur í grundini ikki eina javna linju, tí hon fyri tað [...] hana øðrvísi. Vit ráddu tí av í fyrsta lagi at leingja hana eitt sindur, soleiðis at blaðsíðatalið ikki bleiv alt ov stórt, í øðrum lagi nýttu vit tunt og sterkt pappír. Í triðja lagi nýttu vit smærri bókstavir
afturborið fyri borgarar í kommununi, sum eru fevndir av NIS-, DIS- og FAS-skipanunum. Tann fíggjarligi leisturin tekur sostatt útgangsstøði í arbeiðsorkuni í kommununi og ikki í talinum av røktarkrevjandi [...] Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, á, at nógvir heilsurøktarar, sum ynskja at koma upp í tíð, sleppa ikki upp á fulla tíð. Spurningurin um ”at fara upp í tíð” er tó ikki so einfaldur. Nógvar [...] upp í tíð, ikki sleppa upp í tíð. Hetta er ein trupulleiki, sum ger seg galdandi fyri allar fakbólkar á røktarøkinum. Tað finnast uttan iva starvsfólk á røktarøkinum sum ikki ynskja at sleppa upp í tíð
Petersen, løgfrøðingur. Í nógv ár var hann embætismaður Føroyuum, her hann var serligur ráðgevari hjá landsstýrinum í ES spurningum. Og hóast hann nú arbeiðir í umsitingini í Kairo í Egyptalandi, fylgir hann [...] eru danir als ikki áhugaðir í at gera eina óhefta kanning um framtíðarviðurskiftini ímillum Føroyar og ES, tí teir eru ikki sinnaðir at fara í eitt politiskt kjak við Føroyar um okkara við urskifti við ES [...] Føroyar eru hóast alt ikki serliga stórar í ES-høpi. Tommy Petersen sigur, at hetta er ikki ein statisk, løgfrøðilig støða, men ein dynamisk, politisk tilgongd. Mugu kanna okkara møguleikar í ES Og hann er samdur
nar í dag eru sera góðar, orskað av høgum inntøkunum í fiskivinnuni. Kravið til myndugleikarnir er at bera so í bandi, at avlopið í almenna sektorinum -t.e. landskassi og kommunur - í mun til í dag økist [...] Í vikuni luttók stjórin í Føroya Banka í pallborðsfundi um fullveldi, sum Tjóðveldisfelagið skipaði fyri í Fuglafirði. Hann hoyrir ikki til tey, sum halda, at tað er púra órealistiskt at tosa um fullveldi [...] út í orðaskiftið. Stjórin í Føroya Banka heldur hinvegin, at tað er ein sjálvfylgja at vinnulív, peninagstovnar o.o. taka lut í orðaskiftinum um framtíðar bygnað og búskap í Føroyum. Tað er ikki mín
Vit taka klagurnar í álvara, og vit arbeiða við málinum. Tað siga bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Kári Johansen, formaður í Havnanevndini hjá býráðnum. Sum vit skrivaðu í áðni reisti Ruth Vang [...] býráðslimur, spurningin um larm frá skipum á býráðsfundi í Havn. Hon sigur, at fólk hava eina kenslu av, at tey verða ikki tikin í álvara, tí býráðið svarar ikki klagunum aftur. Heðin Mortensen borgarstjóri, segði [...] illa, men tað hevur hann ikki fortreð av, tí fyri hann er tað prógv um, at tað er lív í. Og hann sigur, at í roynd og veru stendst nógv tann mesti larmurin frá bilaferðsluni, og ikki frá skipunum. Kári Johansen
Eg skrivi hetta nú, tí eg í morgun var eg inni í einum húsum, har bussar koyra framvið. Eg sá tríggjar. Í øllum trimum var bara ein persónur: sjafførurin. Í gjár fór eg upp í ein buss, sum kom úr Kaldbak [...] bussleiðin í Havn er uppá nógvar mátar eitt gott tiltak. Men alt er sanniliga ikki gott. Til dømis er tað alt annað enn gott, at vit, skattgjaldararnir í Havn, umvegis skattin verða tvingaðir at rinda í dýrum [...] upp í bussin. Men bussleiðin hevur eisini alið fram ein hugburð millum børn og ung, sum er alt annað enn góður: Tey vilja ikki ganga! Flestu øll munnu kenna dømi um, at børn bíða eftir bussinum í t.d.
hundar ikki hóska saman. Har hundurin og børnini ikki vita, hvør ræður í húsinum, og har hundurin hevur ikki virðing fyri húsfólki og gestum. Lene Kattrup, djóralækni, sigur, at foreldrini hava í stóran [...] fleiri børn í húsið. Hundurin livir í 10-16 ár og hevur rætt til kærleika, rørslu og mat hvønn einasta dag. Tí skalt tú brennandi ynskja tær ein hund, áðrenn hann kemur í húsið. Hevur tú ikki yvirskot til [...] rokalig. Í mun til fyrr, eru bæði hundar og børn, sum ikki kenna til fastar karmar. Hetta er stórt spell, tí tá verður hvørgin til at halda út at vera saman við. Eisini hevur tað týdning, at fólk í dag hava
løst yviri í Florida og ikki stóð til at bjarga, kendist sum nakað, ið ikki kundi passa. Gløggi og skemtiligi vágamaðurin, ið tók á seg so nógvar skyldur og avbjóðingar í Norðuratlantshavi og í uttanlandasigling [...] eirindarleyst høgg í einum heilt øðrum heimsparti. Tað átti ikki at verið so, nú lívlanga tænastan beyð honum eina friðfulla eftirløn í heimbygdini. Kendi helst Hans Jørgen frá barnsbeini av í longu og mjáu [...] kirkjugarðin í Sandavági. Tað bar tíverri ikki til. Men kortini fylgdi eg við tykkum og frætti okkurt, Theodor Eli bar fram á kórgáttini í kirkjuni í Sandavági. Nancy og børnunum sendi eg bestu ynski um jólini
Ludwig Koch 30.000 evrur í endurgjaldi og 5.000 evrur til sakarmálskostnaðin. Í endurgjaldshøpi er talan ikki um tey stóru tølini, og Ludwig Koch hevur eisini sagt, at málið snýr seg ikki um pengar. -Tann, sum [...] rættarmálið síðst í juni. (Kelda: ÖSTERREICH) + mynd Natascha Kampusch Myndatekstur: Tann 10 ára gamla Natascha Kampusch varð burturflutt um morgunin tann 2. mars í 1998 á veg í skúla. Ikki fyrr enn tann 23 [...] var ikki einsamallur um burturflytingina, at hann vil hava dóttur sína í rættin at greiða frá sannleikanum. Tað skal hon gera sum vitni og skal svørja eið at siga sannleikan. Ludwig Koch er vísur í, at
nógv í ferðaseðlum og farmagjaldi fyri flutning til og út økinum. - Spurningurin er um samgongan tekur hetta í álvara. Men vísur samgongan tað ikki í verki nú, eigur tað eisini at síggjast aftur í skattinum [...] at tey í útjaðaranum skulu rinda minni í skatti enn tey í miðstaðarøkinum, men tá var tað fyri at lokka fólk í útjaðaran at búgva? - Ja tað er so eitt annað sjónarmið um sama mál. Higartil sær ikki út til [...] - Fólk í útjaðaranum eiga at rinda minni í landsskatti enn fólk í miðstaðarøkinum. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldið. Hann sigur, at tænastan, tey, sum búgva í útjaðaranum, fáa, er