- Fólk í útjaðaranum eiga at rinda minni í landsskatti enn fólk í miðstaðarøkinum.
Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldið.
Hann sigur, at tænastan, tey, sum búgva í útjaðaranum, fáa, er so nógv verri enn tænastan, tey í miðstaðarøkinum fáa.
Tí er tað órættvíst, at øll rinda tað sama í landsskatti, sama hvar tey búgva.
Nógv dýrari
Tað, tingmaðurin av Sandi hugsar mest um, er, at enn hava 15% av føroyingum ikki fast samband.
Samstundis noyðast bæði vanlig ferðafólk og vinnulív at rinda nógv í ferðaseðlum og farmagjaldi fyri flutning til og út økinum.
- Spurningurin er um samgongan tekur hetta í álvara. Men vísur samgongan tað ikki í verki nú, eigur tað eisini at síggjast aftur í skattinum, fólk rinda.
- Nú samgongan hevur lagt skattaskipanina um, so at øll rinda 20% í landsskatti, hald eg, at skatturin eigur at lækka hjá teimum, sum búgva í útjaðaranum.
- Tað er ikki rættvíst, at øll rinda líka nógv í landsskatti, tí tað er ein himmalvíður munur á tænastunum.
Gera støðuna upp
Tingmaðurin fyri Tjóðveldi sigur, at tískil arbeiðir hann við einum uppskoti,
sum hann fer at leggja fyri løgtingið um at lækka skattin hjá teimum, sum búgva í útjaðaranum um so er, at samgongan ikki tekur ítøkilig stig nú fyri at javntseta tænastustøðið í øllum landinum.
- Nú má Løgtingið gera støðuna upp og taka greiða støðu til um hugsjónin um at binda allar Føroyar samanm skal fullførast, ella um tað skal steðgast her.
- Eg haldi, at allir føroyingar skulu rinda tann skatt, teir eiga.
- Men skatturin skal ásetast eftir tænastustøðinum.
- Og ger Løgtingið av ikki at halda fram við útbyggingunum, eigur tað ójavna tænastustøðið at endurspeglast í skattatrýstinum, sigur Páll á Reynatúgvu.
Landsstýrið hevur fleiri ferðir boðað frá, at útbyggingarnar skulu halda fram, men tað ráðini eru ikki til tað beint nú?
- Vit hava ikki ráð at bíða so leingi afturat. Seinastu 25 árini er fólkatalið í Sandoy minkað ein triðing og nú eru vit bara 1.250 fólk eftir í oynni. Og tað gongur ræðuliga skjótt tann skeiva vegin, so tað er onki at bíða við.
Fleiri prosent
Tað hevur áður verið frammi, at tey í útjaðaranum skulu rinda minni í skatti enn tey í miðstaðarøkinum, men tá var tað fyri at lokka fólk í útjaðaran at búgva?
- Ja tað er so eitt annað sjónarmið um sama mál. Higartil sær ikki út til at nøkur serlig orka verður løgd í at bøta um korini hjá útjaðaranum og uppskotið um skattalækking er tískil ein øðrvísi roynd at gera tað liviligt kring landið.
Páll á Reynatúgvu hevur ikki nakað ítøkiligt uppskot beint nú um, hvussu nógv kommunuskatturin í útjaðaranum skal lækkast.
- Men tað ber til at rokna seg fram til tað. Tað ber til at rokna seg fram til, hvussu nógv tað vánaliga tænastustøðið kostar fólki, men eg ivist í øllum førum ikki í, at talan er um fleiri skattaprosent í lægri skatti.
- Í dag rinda fólk í útjaðaranum fullan skatt fyri eitt nógv verri tænastustøði og tað er ikki rættvíst.
Hvussu skal ein slíkur skattalætti fíggjast?
- Tað er rætt at tað fer at kosta landskassanum nakað av pengum, men hetta eru pengar, sum fólk í útjaðaranum rinda av órøttum, tí tey fáa ikki tænastu fyri pengarnar.
Páll á Reynatúgvu heldur tískil, at útvegir mugu finnast fyri tí. Hann er eisini greiður yvir, at hetta er eitt ógvuliga óvanligt uppskot.
- Hetta skal síggjast í ljósinum av, at støðan í útjaðaranum er hættislig og gongdin, sum nú er, ber ikki til, sigur tingmaðurin av Sandi.