Klókastu høvdini í Føroyum skulu setast saman at kanna ES

Tommy Petersen, ES serfrøðingur, er bæði samdur og ósamdur við Norðuratlantsbólkin, Annfinn Kallsbeg og løgmann um at kanna viðurskiftini ímillum Føroyar og ES

Føroyar og ES

? Tað er ein hvørvisjón at biðja um eina óhefta kanning av viðurskiftunum ímillum Føroyar og ES í framtíðini.
? Skulu viðurskiftini ímillum ES og Føroyar kannast, eiga vit at gera tað sjálvi við at seta okkara bestu heilar saman at meta um, hvørjar framtíðar møguleikar vit hava.
Tað heldur Tommy Petersen, løgfrøðingur.
Í nógv ár var hann embætismaður Føroyuum, her hann var serligur ráðgevari hjá landsstýrinum í ES spurningum.
Og hóast hann nú arbeiðir í umsitingini í Kairo í Egyptalandi, fylgir hann framvegis sera væl við í føroyskum politikki, ikki minst føroyskum ES politikki.
Hann hevur eisini fylgt við gongdini, nú Norðuratlantsbólkurin vildi hava fólkatingið at gera eina óhefta kanning av, hvussu tað fer at ávirka Føroyar um so er, at ES grundlógin verður sett í verk.
Annar, føroyski fólkatingsmaðurin, Annfinn Kallsberg, tók ikki undir við hesi ætlanini hjá Norðuratlantsbólkinum.
Hann metti, at tað var rætt at kanna øll tey viðurskifti, sum Norðuratlantsolkurin nam við. Men tað skuldi vera ein kanning, sum Føroya Landsstýrið stóð fyri.
Hinvegin hevur løgmaður boðað frá, at tók undir við eini slíkari kanning saman við grønlendska landsstýrisformanninum.
Tommy Petersen bæði samdur og ósamdur í tí, sum er ført fram.
? Í fyrsta lagi er tað skeivt at biðja danir gera kanningar fyri okkum. Tað er tað sama sum at biðja danir gera okkara heimaarbeiði fyri okkum.
? Í øðrum lagi eru danir als ikki áhugaðir í at gera eina óhefta kanning um framtíðarviðurskiftini ímillum Føroyar og ES, tí teir eru ikki sinnaðir at fara í eitt politiskt kjak við Føroyar um okkara við urskifti við ES. Gera teir tað, er eisini vandi fyri at danir koma at taka støðu til føroyska ES spurningin fyri okkum og tað vilja teir ikki. Men tað skulu teir heldur ikki, tí tað skulu vit sjálvir gera, sigur Tommy Petersen.

Stýrdur av politikki og búskapi
Hann sigur, at ein slík kanning kann ikki annað verða full av løgfrøði og hon kann ikki annað enn koma at yvirlappa tað kanningina, sum uttanríkisráðið longu hevur gjørt um, hvørja løgfrøðiliga ávirkan ES grundlógin fer at fáa fyri Føroyar.
ES serfrøðingurin sigur, at slíkar kanningar kunnu ikki gerast annað enn statiskar við eini tulking av løgfrøðini í ES og veruleikanum, sum hann sær út í løtuni.
? Vit hava ivaleyst av kanningum um løgfrøðiligu støðuna ímillum ES og Føroyar.
? Allar kanningar vit hava um viðurskiftini ímillum ES og Føroyar, eru statiskar kanningar við útgangsstøði í lógum og reglum. Men tað er alt ov snævurt, tí tað sigur onki um, politisku og búskaparligu viðurskiftini ímillum Føroyar og ES.
? Men ES er ikki statisk løgfrøði. ES er ein felagsskapur, sum er stýrdur av av politikki og búskapi. Og tað er ómøguligt at gera ein óhefta kanning av eini politiskari og búskaparligu tilgongd, tí ES er ein dynamiskur felagsskapur, sum alla tíðina er í broyting, har løgfrøðin bara er amboðið, sum verður brúkt at arbeiða við.
? Øll Frambrot í ES eru ikki úrslit av løgfrøðiligum semjum. Tey eru úrslit av politiskum semjum. Tí er tað ein hvørvisjón at fyrigykla sær, at tað ber til at gera eina óhefta kanning av, hvørja politiska og búskaparliga ávirkan ES fer at fáa á Føroyar í framatíðini.

Skal tulkast dynamiskt og politiskt
Tommy Petersen sigur sostatt, at skulu viðurskiftini ímillum Føroyar og ES kannast, má tað gerast útfrá einum politiskum og búskaparligum sjónarhorni.
? Í teimum kanningum, sum skulu gerast av viðurskiftunum ímillum Føroyar og ES, mugu vit tulka viðurskiftini dynamiskt og politiskt og meta um, hvørjar møguleikar vit hava.
Eitt nú er hann samdur við Óla Samró, sum metir, at um eini 10 ár verður ES noytt til at endurskoða landbúnaðarpolitikkin og fiskivinnupolitikkin, so hesi viðurskifti kanska fara at síggja heilt øðrvísi út enn tey gera í dag.
? Men hesar broytingar verða ikki gjørdar av løgfrøðiligum orsøkum.Tær verða gjørdar av praktiskum politiskum og búskaparligum orsøkum.
Hann heldur, at vit eiga at kanna eftir um hetta ikki verður okkara møguleiki, tí í hesum sambandi eiga vit at kanna um tað ikki ber til hjá okkum at fáa serligar avtalur fyri fiskivinnuna, sum er av alstórum týdningi fyri okkum.
? Eg haldi ikki, at vit heilt skulu avskriva at fáa eina serskipan á fiskivinnuøkinum í hesum sambandi. Tað kann vera, at ES góðtekur at geva okkum eina serskipan á fiskivinnuøkinum av tí at fiskivinna er okkara einasta høvuðsvinna burturav og tí at Føroyar eru hóast alt ikki serliga stórar í ES-høpi.
Tommy Petersen sigur, at hetta er ikki ein statisk, løgfrøðilig støða, men ein dynamisk, politisk tilgongd.

Mugu kanna okkara møguleikar í ES
Og hann er samdur við Høgna Hoydal, Norðuratlantsbólkinum, Anfinni Kallsberg og løgmanni í, at tær løgfrøðiligu kanningar, sum eru gjørdar, er als ikki nóg mikið.
--? Vit eiga sjálvsagt at kanna, hvørjar møguleikar vit hava í viðurskiftum okkara við ES. Men tað skal vera ein kanning, sum føroyingar skulu gera sjálvir. Vit eiga at seta okkara klókastu høvd saman og so eiga tey at tora at gera eina politiska tulking av teimum møguleikum vit hava í viðurskiftunum við ES, heldur Tommy Petersen.
? Hetta kunnu vera bæði óheftar metingar, men eisini subjektivar metingar um, hvørjar politiskar møguleikar, vit kunnu væntast at fáa.
? Men hetta er ikki ein kanning, vit kunnu biðja danir um. Tað skulu vit gera sjálvir og vit hava eisini fólkið til tað. Biðja vit danir gera tað, er eisini alt stórur vansi fyri, at vit aftaná fara at seta spurnartekin við kanningina og um hon nú var so óheft, sum hon átti.
? Tí eiga vit ikki at biðja danir gera slíkt arbeiði fyri okkum. Og tað ber heldur ikki til at brúka fortíðina og løgfrøðiliga veruleikan nú til at gera niðurstøður um, hvørjar møguleikar, vit fáa í framtíðini.
? Hetta arbeiðið skal eisini vera eitt slag av einum framtíðarprojekti sum skal lýsa, hvørja støðu,vit kundu hugsa okkum mótvegis ES.
Tommy Petersen vísir á, at bæði Noreg, Ísland, Russland og øll møgulig onnur lond, brúka í hesum døgum nógva orku uppá at kanna sínar møguleikar mótvegis ES og tað heldur hann eisini, at føroyingar eiga at gera.
? Tað hevur ótrúliga stóran týdning, at føroyingar taka støðu til hesi viðurskifti, tí hetta er ikki bara at taka støðu til okkara viðurskifti mótvegis ES, men mótvegis øllum umheiminum, sigur Tommy Petersen.