Vit taka klagurnar í álvara, og vit arbeiða við málinum. Tað siga bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Kári Johansen, formaður í Havnanevndini hjá býráðnum.
Sum vit skrivaðu í áðni reisti Ruth Vang, býráðslimur, spurningin um larm frá skipum á býráðsfundi í Havn. Hon sigur, at fólk hava eina kenslu av, at tey verða ikki tikin í álvara, tí býráðið svarar ikki klagunum aftur.
Heðin Mortensen borgarstjóri, segði at hann svarar øllum klagum aftur, men í teimum førum, hann ikki fær svarað upp á standandi fót, leggur hann klaguna fyri umsitingina at svara.
Hann hevur varhugan av, at tað eru nøkur fá fólk, sum klaga upp í saman, men hann ásannar, at tað kann eisini vera, at tey klaga fyri eina størri fjøld av fólki.
Hann sigur, at serliga á páskum søgdu fólk, at tey vóru serliga illa plágað av larmi frá skipum. Tí var hann sjálvur í Kollafirði tvær ferðir á páskum. Har lógu tvey russisk skip, men tey larmaðu ikki. Har lógu eisini fýra føroysk skip, og tey larmaðu eitt sindur.
Men tað, sum larmaði allar mest, var eitt virki, sum stendur á havnarlagnum, tí tað larmaði nógvar ferðir verri enn skipini.
Borgarstjórin vísir á, at landsstýrið ætlar at seta eina kunngerð í gildi í juli mánað, og har verður hámark sett fyri, hvussu illa skip kunnu larma, so hann tekur ikki undir við, at einki verður gjørt.
Samstundis vísir hann eisini á, at ein skipan við landstreymi er rættiliga dýr og umfatandi – og so eru tað heldur ikki øll skip, sum eru útgjørd til at taka streym úr landi.
Hann minti eisini á, at undanfarna býráðssamgonga boðaði frá, at eitt aggregat var keypt, so at skipini kundu fáa streym úr landi, men nú vísir tað seg, at tað var ongantíð bílagt. Nú er tað so bílagt og tað liggur í kortunum, at tað kemur á ólavsøku, sigur borgarstjórin.
Men hann heldur eisini, at ein stórur partur av trupulleikanum kann loysast við at seta ljóðdoyvarar á skorsteinarnar á skipunum. Men tað hendir seg eisini, at skip koma at bryggju, sum larma so illa, at tey skuldu verið burturvíst.
Sjálvur hevur Heðin Mortensen búð beint við Tórshavnar Havn alt lívið, og hann hoyrir nógvan larm tá ið farmaskip, Norrøna og Smyril, koma at bryggju.
Tað larmar illa, men tað hevur hann ikki fortreð av, tí fyri hann er tað prógv um, at tað er lív í. Og hann sigur, at í roynd og veru stendst nógv tann mesti larmurin frá bilaferðsluni, og ikki frá skipunum.
Kári Johansen, formaður í Havnanevndini, vil ikki hava tað sitandi á sær, at einki verður gjørt. Hann ásannar, at hann svarar ikki hvørjari klagu, men hvørja ferð, hann fær eina klagu, vendir hann sær til Havnarskrivstovuna at fáa eina frágreiðing.
Hann sigur, at tað serliga hava verið tvey skip, sum hava larmað illa, og tey hava fingið boð um, at tey sleppa ikki til bryggju aftur í Tórshavnar Kommunu.
Hann sigur, at eitt aggregat er á veg, so at skip kunnu fáa streym úr landi. Men tað loysir ikki trupulleikan, og tað er sera kostnaðarmikið. Men nú verður kannað, um tað ber til at leiga slík aggregat, leggur hann afturat.
Vit fáa ofta klagur um, at skip lossa um náttina - men eru vørurnar ikki í handlunum um morgunin, eru fólk eisini ónøgd um tað. Vit mugu minnast til, at bæði Havnin og Kollafjørður eru livandi pláss við nógvum virksemi, og tað er gleðiligt. Annars sigur hann eisini, at spurningurin um at fáa skipunum streym úr landi, verður kannaður, og í næstum verður fundur ímillum Sev og Kommunufelagið um tað.