Børn, sum vøsa, og hundar, sum glepsa. Hetta kann vera ein vandamikil samanseting. Vit kenna helst øll støðuna, har børn og hundar ikki hóska saman. Har hundurin og børnini ikki vita, hvør ræður í húsinum, og har hundurin hevur ikki virðing fyri húsfólki og gestum.
Lene Kattrup, djóralækni, sigur, at foreldrini hava í stóran mun ávirkan á, hvussu sambandið er millum børn og hund. Sjálvandi eru hundasløg, sum eru meira barnavinarlig enn onnur, men sum heild er tað upp til foreldrini, hvussu sambandið verður. Eisini hevur tað týdning, hvussu børnini eru, um tey eru friðarliga og mild ella vøsut og rokalig.
Í mun til fyrr, eru bæði hundar og børn, sum ikki kenna til fastar karmar. Hetta er stórt spell, tí tá verður hvørgin til at halda út at vera saman við. Eisini hevur tað týdning, at fólk í dag hava eina keyp/og blaka burtur mentan, sum ger, at tey virða ikki livandi verur, sum djór jú eru. Ofta gloyma fólk, at hundurin og onnur kelidjór eru ikki ting, sum tú bara sleppur tær av við, tá tú troyttast av teimum, men, at tey eru livandi skapningar, sum hugsa og kenna, og tey hava rætt til eitt gott lív.
Fimm ting at minnast, tá tú hevur hund og børn
1) Kærleiki
2) Skipað viðurskifti, mørk og avleiðingar
3) Báðir partar skulu uppalast
4) Børn keypa/eiga ikki djór
5) Pengar og tíð
Kærleiki
Bæði hundur og børn skulu hava nógvan kærleika. Tað kann hava negativar avleiðingar fyri hundin, um hann hevur verið einsamallur um alt uppmerksemið í fleiri ár, og so knappliga kemur eitt ella fleiri børn í húsið. Hundurin livir í 10-16 ár og hevur rætt til kærleika, rørslu og mat hvønn einasta dag. Tí skalt tú brennandi ynskja tær ein hund, áðrenn hann kemur í húsið. Hevur tú ikki yvirskot til bæði hund og børn, mást tú velja annað frá, longu áðrenn tað er komið í húsið.
Skipað viðurskifti, mørk og avleiðingar
Ein skipaður gerandisdagur er treyt fyri einum væleydnaðum forholdið millum børn og hund. Til dømis er tað eitt gott hugskot at gera sær til vana at fara ein góðan, langan gongutúr við hundi og børnum beint eftir arbeiðstíð. Hetta er kvalitetstíð har allir partar fáa motión og tíð at tosa saman. Hesin hálvi tímin gevur eisini orku til at fara heim til húsligu skyldurnar og nátturðan.
Mørk og avleiðingar eru natúrligir tættir í einum heimi við børnum og hundi. Øll trívast best og verða tryggari, tá rættindi og skyldur eru púra greið og eins hvønn dag. Til dømis, at hundurin hevur eitt stað at sova, har børnini ikki órógva hann, og at hann skal vera í einum øðrum rúmi, meðan børnini eta.
Sjálvandi skal uppalingin ikki vera so hørð, at hon er ein forðing fyri sjálvstøðugum virksemi og spontaniteti, men hundar og børn tulka vantandi uppaling sum líkasælu og mangul upp á kærleika, og tá vita tey ikki, hvussu tey skulu vera móti øðrum.
Børn eiga ikki djór
Børn eiga bamsur og dukkur. Men tey vaksnu keypa og eiga djórini, sum børnini so eisini fáa gleði av. Børn megna ikki at hava ábyrgd fyri livandi skapningum, og áðrenn vit vita av, missa tey djórið á gólvið ella tey kunnu missa áhugan fyri djórinum.
Pengar og tíð
Tað kostar nógv at hava hund. Bæði til mat, medisin og djóralækna. Børn kosta eisini nógv, og verða dýrari við aldrinum. Og bæði børn og hundar krevja nógva, nógva tíð. Tað skalt tú hava í huga, áðrenn tú fært tær hund og børn.