vit minnast tað í Føroyum í áttatiárunum. Men av tí, at danir hava tikið stig til køla búskapin, verða tað neyvan innanlands, donsk viðurskifti, sum fara at ávirka rentuna. Jokarin er í fjareystri Hjallgrím [...] rentustøðið sum í áttatiárunum, rokni eg ikki við. Hjallgrím Samuelsen, á Fíggjar- og fyrisitingardeildini hjá Føroya Sparikassa roknar ikki við, at rentustøðið fer at hækka nakað serligt í nærmastu framtíð [...] metingar, at rentan stórt sæð fer at vera á tí støðið, tað er á nú í nærmastu framtíð. Síðani Per Hviid, stjórin á búskapardeildini í Den Danske Bank nú ein dagin varð endurgivin fyri at siga, at tað var
Á Havsbrún í Fuglafjørði hava tey ikki enn viljað viðurkent, at slagið um ídnaðarfiskin undir Føroyum er tapt. Sum greitt er frá í greinini niðanfyri, hevur leiðslan á Havsbrún slept sakarmálinum, sum [...] endurgjald fyri mista inntøku av, at ídnaðarveiðan undir Føroyum varð bannað. Men tað merkir ikki, at málið um ídnaðarfiskiskapin undir Føroyum er slept og at leiðslan á Havsbrún hevur givið skarvin yvir [...] undir Føroyum um árið. Trýst og ósemja Stjórin á Havsbrún vísir á, at hetta eru stór virði, sum fara fyri skeytið. Tey fara fyri skeytið av tí at politikarar góvu eftir fyri trýsti frá bólkum í fiskivinnuni
var at krevja í endurgjaldi fyri hvørt ár, ongin fiskiskapur eftir ídnaðarfiski var undir Føroyum. Ídnaðarskipini hildu uppat at fiska undir Føroyum í 1995 eftir áheitan og árið eftir, í 1996, vórðu loyvini [...] geva ilt av sær, tí táið ídnaðarfiskiskapurin undir Føroyum helt uppat, gluppu túsundtals tons av rávøru teimum av hondum, og harvið milliónir av krónum í inntøku. Men nú hevur leiðslan á Havsbrún skift støðu [...] Tá ið ídnaðarfiskiskapurin varð bannaður undir Føroyum, hótti Havsbrún við at leggja sak ímóti landsstýrinum við kravi um endurgjald fyri mista inntøku av tí rávørunøgdin til virkið kom at minka so nógv
Á Havsbrún hava tey havt nógv at gera higartil í ár. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hevur Havsbrún tikið ímóti 110.000 tonsum. Og tað er hampiligt, sigur stjórin, Bergur Poulsen. Men kappingin er hørð m [...] verið. Tó er nógv at gera á fóðurdeildini. Í gjár skuldu trý skip koma á Fuglafjørð við ídnaðarfiski. Saksaberg hevur um 700 tons, Jupiter hevur 1.100 tons og Chr. í Grótinum hevur um 1.700 tons. Tað er alt [...] at hvítingsbróðurin undir Føroyum hevði komið so ómetaliga væl við. Ístaðin fyri at vit fingu tey 30.000 tonsini, sum tað er ráðiligt at fiska av hvítingsbróðuri undir Føroyum um árið, noyðast vit nú at
sera stórur, og útselt var næstan beinanvegin. Tey hava verið ymsastaðni í Føroyum, T.d í Suðuroy, við Gjógv, í Klaksvík, í Saksun og í Dímun. Eisini hava tey verið ferðir við Norðlýsinum. [...] júst verið aftur í Føroyum, hesaferð sum ferðaleiðari og han var tað, sum við ferðafólki umborð á Norðlýsinum lá í Hoyvík hetta illveðurskvøld. Hann fór av landinum í gjár. Útselt At ganga í sporum Barbaru [...] forvitnisligu ferð. Í alt 120 fólk eru í ferðaløgunum. 80 fólk vóru á bíðilista. Tað er samstarv millum Atlantic Airways og Mouritsens Bussar, sum í ár hevur 15 ára baki, ið hevur fingið ferðinar í lag. Stórur
ovuni í Runavík siga tey, at undirtøkan vanliga er góð. Bæði føroyingar og útlensk ferðafólk nýta henda møguleika at koma út í náttúruna og upp á hægsta fjall í Føroyum. Ferðaleiðarar eru Olaf í Garði [...] Eini 10 slíkir túrar verða gjørdir árliga. Tvær ferðir afturat í ár verður farið niðan á Slættaratind. Áhugaði kunni møta á Eiðisskarði ella í kirkjuni á Eiði 1/2 tíma áðrenn fráferð. Nærri fæst at vita frá [...] Leygardagin 25. juli skipar Kunningarstovan í Runavík fyri gongutúri niðan á Slættaratind. Skipað verður javnan fyri slíkum túrum og undirtøkan hevur verið góð. Kostnaðurin er 100 kr. Møguleiki er eisini
Samstundis sum fleiri og fleiri hús verða smíðað í Føroyum, vaksa tilboðini eisini, hvussu húsini skulu síggja út. Snikkarameistari Rói Dahl-Jacobsen úr Havn er nú komin við einum nýggjum sniði av húsi [...] 800.000 Snið nr. 1, sum er liðugt á pappírinum, er eitt 140 fermetur stórt hús í einari hædd. Øll sniðhúsini verða tó ikki í einari hædd, so keyparin hevur nakað av velja ímillum. Rói sigur, at tað verður [...] bygd á staðnum, har tey skulu standa. Vit gera alt arbeiðið soleiðis at húsini eru klár at flyta inn í, tá ið vit fara, sigur Rói. Afturat sær hevur Rói bæði múrarar, rørleggjarar og fólk sum orna fyri sanitet-
gjørd ein samstarvsavtala millum tey trý sjómansheimini í Føroyum, Leguhúsið í Nesvík og Toru Tourist. HM-ferðir hevur í hálvttriðja ár havt skrivstovu í Saltaangará. Mesta virksemi hjá felagnum hevur verið [...] Eysturoy Sum einast flogferðaselaskrivstova í Eysturoy, sær Sámal eisini nakrar møguleikar. ? HM-ferðir er fyri allar føroyingar, og fólk allastaðni frá í Føroyum nýta eisini HM-ferðir. Men starvsfólkið sigur [...] sum teir høvdu vónað. ? Vit hava havt trupult at fáa virksemið at givið nakað av sær í mun til tað, vit hava lagt í hetta. Ískoytið, sum ætlanin var at tað skuldi geva, hevur ikki verið nøktandi, og tí
fólkavaldu samkomuni, løgtinginum, í Føroyum og hevur tí hægstu tign. Løgmaður er honum næstur í tign. Av hesi orsøk verður mælt til, at løgtingsformaðurin er hin fremsti í ólavsøkuskrúðgonguni, og at honum [...] hevur havt, síðani heimastýrislógin kom í gildi. Løgtingsformaðurin vil hava, at luttakararnir í skrúðgonguni eisini í sínum klædnabúna vísa, at teir taka henda partin í tí álvara, sum lógin leggur upp til [...] álitið, sum í 1994 varð almannakunngjørt í hesum sambandi. Frammanundan hevði einki formligt staðið á prenti um skrúðgonguna, men bara at tingið skuldi setast eftir ólavsøkuguðstænastuna. Í álitinum verður
til at fyrireika stevnuna í fjør og hon eydnaðist væl, siga tær. Um 3.300 fólk vitjaðu. - Í ár eru yvir 100 luttakarar, býttir á 49 básar, siga tær báðar. Tað eru ikki bert limir í Heimavirkisfelagnum, ið [...] hava fyrireikararnir vent sær til tey, ið eru dottin teimum í hug, sum møguligir luttakarar. - Treytin er bert, at vøran skal vera virkað í Føroyum, men ikki er alneyðugt, at vøran er úr føroyskum tilfari [...] Í dag kl.14 verður stevnan sett og ballettdansur verður framførdur. Sermerkt við framførsluni er, at dansararnir vera í føroyskt virkaðum klæðum. Endamálið við stevnuni er at gera vart við føroyskt handverk