Týsdagin seinnapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum Toru Tourist á aðru síðuni og Heimamissiónina á hinu síðuni. Tora Tourist hevur keypt ferðamannafelagið hjá Heimamissiónini, HM-Ferðir. Samstundis er gjørd ein samstarvsavtala millum tey trý sjómansheimini í Føroyum, Leguhúsið í Nesvík og Toru Tourist.
HM-ferðir hevur í hálvttriðja ár havt skrivstovu í Saltaangará. Mesta virksemi hjá felagnum hevur verið at selja flogferðaseðlar.
At Heimamissiónin nú selur ferðamannafelagið er tí teir ikki hava fingið tað burturúr felagnum, sum teir høvdu vónað.
? Vit hava havt trupult at fáa virksemið at givið nakað av sær í mun til tað, vit hava lagt í hetta. Ískoytið, sum ætlanin var at tað skuldi geva, hevur ikki verið nøktandi, og tí hava vit ikki heilt nátt okkara endamáli, sigur Thomas Dam, fíggjarnevndarformaður í Heimamissiónini.
Endamálið við HM-ferðir hava verið fleiri. Millum annað at umboða og vera eitt sølulið fyri sjómansheimini og Leguhúsið í Nesvík. Eitt annað endamál hevur verið at skipa fyri ferðum til og úr Føroyum, harundir at selja flogferðaseðlar. Alt hetta skuldi gjarna givið eitt avkast til arbeiðið hjá Heimamissiónini.
? Hesa loysnina vit nú hava fingið, haldi eg vit kunnu vera nøgdir við. Tora Tourist er eitt sterkari felag sum eisini hevur verið longri í vinnuni, og sum vit eisini meta kann vera eitt gott søluumboð fyri sjómansheimini. Á fleiri økjum kunnu teir eisini veita eina betri tænastu. Virksemi hjá HM-ferðir verður enn tað sama, og tí meti eg avgjørt ikki at HM-ferðir er slept uppá fjall.
Reka sama virksemi
Hvat prísurin er, nú Tora Tourist yvirtekur HM-ferðir, vil hvørgin partur út við. Men báðir partar tykjast at vera nøgdir við loysnina.
? Eg meti, vit hava gjørt eitt rímiliga gott keyp, sigur Sámal Bláhamar á Toru Tourist Traffic.
? Sjálvur havi eg altíð verið spentur í tí virkseminum, sum HM-ferðir hevur fingist við. Eg arbeiddi við nakað tí sama slag av virksemi, áðrenn lív kom í aftur HM-ferðir. Tí kann ein eisini siga, at tað er eitt framhald av tí, eg havi arbeitt við áður. Nú er hetta virksemið bara komið væl longri. Keypið av HM-ferðum gevur eisini nýggjar møguleikar.
Sámal vísir á, at sterka síðan hjá HM-ferðir hevur verið flogferðasølan, meðan sterka síðan hjá Toru Touris hevur verið at fingið fólk til Føroya. Tískil hava starvsfólkini í Toru Tourist havt mest at gera um summarið, meðan lítið hevur verið at gjørt um vetrurin. Til dømis hevur Toura Tourist 32 bólkar her í summar, meðan HM-ferðir bara hevur tveir. Við hesi skipanini, sum nú kemur at virka, heldur Sámal, at arbeiðsbyrðan kann deilast betri á starvsfólkini.
? Sjálvt um Tora Tourist nú yvirtekur raksturin av HM-ferðir, so fer kundin ikki at merkja tann stóra munin. Skrivstovan fer at halda til á somu hølum í Saltangará og starvsfólkið verður tað sama. Skrivstovan fer heldur ikka at broyta navn og fyri ein stóran part verður rikið sama virksemi, sum HM-Ferðir hevur gjørt áður.
Einasta í Eysturoy
Sum einast flogferðaselaskrivstova í Eysturoy, sær Sámal eisini nakrar møguleikar.
? HM-ferðir er fyri allar føroyingar, og fólk allastaðni frá í Føroyum nýta eisini HM-ferðir. Men starvsfólkið sigur, at tað eru nógv, sum eisini handla flogferðaseðlar lokalt. Hetta vóna vit eisini, at fólk vilja gera framyvir.
Í sambandi við at HM-ferðir er yvirtikið av Toru Tourist, verður móttøka á skrivstovuni í Saltangará leygardagin kl. 14.