Ikki var sørt, at ein í illveðrinum mánakvøldið helt seg síggja hvørvisjónir millum stóru regndroparnar. Inni Í Hoyvík hómaðist skip, ið hevði gamalt snið, mastrar. Hetta var, sum tá Barbarufilmstjórin Malmros var í Føroyum á sinni. Og tað var tað eisini. Hann hevur júst verið aftur í Føroyum, hesaferð sum ferðaleiðari og han var tað, sum við ferðafólki umborð á Norðlýsinum lá í Hoyvík hetta illveðurskvøld. Hann fór av landinum í gjár.
Útselt
At ganga í sporum Barbaru er lokkandi hugsan hjá mongum útlendskum ferðamanni og er hetta spennandi útferðarmál.
Talan er um ferðafólk, ið fegin vilja fylgja Malmros í fótasporum Barbu. Tó verður farið aðrastaðir, enn bert har, filmurin Barbara var tikin upp. Men sjálvsagt var hetta eisini partur av ferðini.
Forvitnisliga ferðin kom í lag, við at lýst var í Politiken og Århus Stiftstidende. Útselt var eftir 20 minuttum.
Úrslitið var, at 4 ferðaløg fingu møguleika at gera hesa forvitnisligu ferð. Í alt 120 fólk eru í ferðaløgunum. 80 fólk vóru á bíðilista.
Tað er samstarv millum Atlantic Airways og Mouritsens Bussar, sum í ár hevur 15 ára baki, ið hevur fingið ferðinar í lag.
Stórur áhugi
Nógv hevur verið frammi um, at filmurin ikki gjørdist tann ferðafólkamagnetin, ið roknast kundi við. Her er so ein møguleiki, ið fólk hava tikið til sín, og sum prógvar, at áhugin fyri ferðunum var sera stórur, og útselt var næstan beinanvegin.
Tey hava verið ymsastaðni í Føroyum, T.d í Suðuroy, við Gjógv, í Klaksvík, í Saksun og í Dímun. Eisini hava tey verið ferðir við Norðlýsinum.