Listahandverk og smáídnaður á Hálsi

Í dag letur upp stór og serstøk søluframsýning í Ítróttar- og Samkomuhøllini á Hálsi í Havn. Føroya Heimavirkisfelag og Menningarstovan skipa fyri stevnuni, ið er sera fjølbroytt, men felags fyri luttakararnar er, at teir virka vørurnar sjálvir. Talan er um listahandverk, heimavirking og smáídnað.

Í dag kl.14 verður stevnan sett og ballettdansur verður framførdur. Sermerkt við framførsluni er, at dansararnir vera í føroyskt virkaðum klæðum.

Endamálið við stevnuni er at gera vart við føroyskt handverk, so føroyingar og ferðafólk fáa spennandi uppliving á eini stevnu, har úrvalið av føroyskum handverki er fjølbroytt og har tiltøk eru, ið eru tengd at handverkinum.

Somuleiðis er endamálið at geva teimum, ið dagliga framleiða og selja, eitt forum, har møguleiki er at hitta stórt tal av keyparum og eisini aðrar framleiðarar, so møguleiki er at fáa íblástur til menning av handverkinum, siga fyrireikararnir.


Yvir 100 luttakarar

Malan Helgadóttir og Randi S. Vang frá Føroya Heimavirkisfelag siga, at endamálið er at menna sjálvsálitið hjá teimum, ið framleiða og hjálpa teimium ávegis, so tey møguliga kunnu liva av heimaídnaði sínum.

Við á stevnuni eru luttakarar, ið fáast við meira vanligt handverk, men eisini ymiskt listahandverk er við, ið er heldur forkunnugt. T.d gestaframsýnarin, Erik Olsen, ið fæst við at gera lutir úr jarni.

Hetta er 2. árið, at stevnan verður hildin. Malan Helgadóttir og Randi S. Vang vóru eisini við til at fyrireika stevnuna í fjør og hon eydnaðist væl, siga tær. Um 3.300 fólk vitjaðu.

- Í ár eru yvir 100 luttakarar, býttir á 49 básar, siga tær báðar.

Tað eru ikki bert limir í Heimavirkisfelagnum, ið luttaka. Lýst hevur verið, at áhugað hava møguleika at vera við og eisini hava fyrireikararnir vent sær til tey, ið eru dottin teimum í hug, sum møguligir luttakarar.

- Treytin er bert, at vøran skal vera virkað í Føroyum, men ikki er alneyðugt, at vøran er úr føroyskum tilfari, siga fyrireikararnir Malan og Randi.

? Fleiri, ið luttóku í fjør, hava sagt, at tey hava havt úr at gera síðani og nógvar bíleggingar. Tað skal eisini virka á tann hátt, at ein rímuligur prísur kemur á gott handverk. Har eingin prísur er á, har er heldur eingin virðing, siga Malan og Randi, ið vóna, at stevnan stuðlar luttakarunum í, at tora at taka rímuligar prísir fyri vørurnar.


Livandi sýningar

Meðan stevnan er, verða ymisk tiltøk. Stevnan er skipað soleiðis, at eitt torg verður í miðari høll. Har verður kaffistova. Eisini vera sýningar av ymsum slag, t.d. tøting, liting og virking úr træ. Eisini verður føroyski búnin í okkara øld vístur. Hesar sýningar ganga fyri seg beint framman fyri kaffistovuna, so møguleiki er at sita og hyggja, meðan ein fær sær kaffi. Harumfarmt verður matstovan í høllini eisini opin.

Á pallinum fara fríggjadagin kl 16 gentur úr Yndi, við Elsu M. Bærentsen, at dansa ballett eftir tónleiki úr verkinum Tornið við heimsins enda. Seinni fara Kristian Blak og fleiri at spæla fólkatónleik.

Leygardagin vera mótasýningar, føroyskur dansur við Tøkum Lætt og eisini fara Sámal Ravnsfjall og Finnbjørn Hansen at syngja og spæla. Hetta er eisini á skránni Sunnudagin. Stevnan endar sunnukvøldið kl.19.00.