Tað eru ikki útlit til, at rentan fer at hækka nakað stórvegis.
Tó kann tað sjálvandi henda, at, smávegis broytingar kunnu koma fyri.
Men at vit einaferð afturat skulu uppliva eitt rentustøðið sum í áttatiárunum, rokni eg ikki við.
Hjallgrím Samuelsen, á Fíggjar- og fyrisitingardeildini hjá Føroya Sparikassa roknar ikki við, at rentustøðið fer at hækka nakað serligt í nærmastu framtíð.
Hann sigur, at tvørturímóti siga allar metingar, at rentan stórt sæð fer at vera á tí støðið, tað er á nú í nærmastu framtíð.
Síðani Per Hviid, stjórin á búskapardeildini í Den Danske Bank nú ein dagin varð endurgivin fyri at siga, at tað var eingin ivi um, at ein rentuhækking var á veg, eru fólk farin at stúra eitt sindur fyri útlitunum.
Eitt er, at landskassin er sloppin burturúr rentubumbuni, tí nú er føst renta á allari landskassaskuldini.
Men eitt annað er støðan í vinnulívinum og privati búskapurin hjá fólki, sum kann verða hart raktur av eini rentuhækking.
Tí tað kann føra eyka byrðar við sær fyri tað frammanundan hart fyrispenta vinnulívið, um rentan á rakstrarkapitali og íløgukapitali hækkar.
Og fyri privatbúskapin fer tað kanska serliga týdning fyri tey, sum hava høg sethúsalán at dragast við.
Fer at halda sær
Vit hava spurt Hjallgrím Samuelsen á fíggjardeildini í Føroya Sparikassa, hvørjar metingar hann hevur av rentuni.
Hann heldur, at øll tekin eru til, at rentan fer at halda sær á nøkunlunda sama støði, sum hon er nú.
Hann sigur, at ongar metingar, hann hevur sæð, ganga Per Hviid á møti.
Tað verða í hvussu so er neyvan nøkur innanlands donsk viðurskifti, sum fara at ávirka rentuna.
Tað hevur ført fram, at tann vánaligi handilsjavnin í Danmark fór at ávirka vónirnar til rentuna.
Men tann vánaligi handilsjavnin var væntandi. Tí setti stjørnin hvítusunnupakkan í gildi fyri at køla búskapin eitt sindur og bøta um handilsjavnan.
Nú er tað markanðurin, sum stýrir rentuni.
Og trupulleikin er, at fer búskapurin at kóka, leggur tað trýst á rentuna, so hon fer uppeftir, akkurát sum vit minnast tað í Føroyum í áttatiárunum.
Men av tí, at danir hava tikið stig til køla búskapin, verða tað neyvan innanlands, donsk viðurskifti, sum fara at ávirka rentuna.
Jokarin er í fjareystri
Hjallgrím Samuelsen sigur, at tað, sum fær størri týdning fyri rentugongdina, verða viðurskiftini úti í heimi.
Fyrst og fremst hugsar hann um kreppuna í Fjareystri.
Og har er tað eingin sum veit, hvat kann henda. Ikki hvat kann henda, um Kina aftur fer at niðurskriva gjaldoyrað.
Talan hevur verið um tað, og tað kann føra við sær, at rentan fer at falla fyri at varðveita kappingarførið í Evropa.
Støðan í Russlandi kann eisini fáa týdning.
Danmark hevur ikki tann stóra samhandilin við Fjareystur og Russland.
Men støðan er, at danski búskapurin hevur lagt seg tætt uppat tí týska og fylgir rentugongdini har. Og týskarar hava nógvan samhandil eystureftir.
Tað hevur verið nevnt, at týskarar skuldu hækka rentuna eitt sindur fyri at harmoniseringina í EU, men at tann rentuhækkingin hon er útsett av kreppuni í Asia.
Hon er útsett av tí at búskapurin orkar ikki at bera tað, tí útflutningsvinnan hevur ikki verið so væl fyri. Og hon verður enn verri fyri, nú gjaldoyruni í Fjareystri eru niðurskrivað og kanska verða tað aftur. So eftir tí umvegnum kann okkara renta verða ávirkað.
Tó siga metingarnar, at tað danska rentustøðið verður á sama støðið sum nú, í hvussu so er árið út.
Halda lága rentu
Annars sigur Hjallgrím Samuelsen, at nú nýggja, evropeiska gjaldoyrað, euro, fer at virka, er eitt av endamálunum, at halda rentuni niðri.
Samstundis skulu londini ikki brúka fíggjarpolitikkin at stýra búskapinum við meiri enn til eitt vist.
Tvs, at tað almenna skal ikki kunna pumpa pengar í samfelagið og hava undirskot á fíggjarlógini meiri enn til eitt vist.
Tí roknar Hjallgrím Samuelsen ikki við, at rentan nakrantíð fer at vera nógv hægri, enn hon er nú.
Sjálvandi kunnu smávegis broytingar verða, men eg ivist ikki í, at eitt rentustøðið, sum tað í áttatiárunum, tað er søga, sigur hann.