at hóast hann tók undir við málinum, kundi hann, vildi hann, ella tordi hann ikki at atkvøða fyri uppskotinum, sum tá var til viðgerðar í tinginum um at seta nevnd at kanna heimastýrislógina. Hesa mótsigandi [...] urin skuldi vera so undirbrotligur. Nú er øðrvísi Nú er málið aftur til viðgerðar í tinginum og nú tykist sum um Fólkaflokkurin ikki ræðist løgmann so illa, sum teir gjørdi fyri einum ári síðani. Á almenna [...] Fólkaflokkurin hevði til uppskotið sum nú liggur í tinginum um at seta nevnd at kanna heimastýrið. Formaður Fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann, sum eisini sat við pallborðið, svaraði ongantíð til hetta. Men eftir
hondum. Vit vóru við til at leggja lunnar undir eitt virki og tað er eitt sindur ringt at sleppa tí, sigur hann. Ikki minst tí at tað var so ómetaliga strilti at fáa loyvi til støðina upprunaliga. Áðrenn [...] høvdu fámjiningar roynt at fáa loyvi at hava smoltstøð, men tað gekk ikki, og tað skuldi fleiri royndir til, áðrenn loyvi fekst til hesa støðina, sigur Jacob Jacobsen. [...] troyttir Jacob Jacobsen, sum sjálvur var við at stovna støðina í 1984, sigur, at tað er ongin ávís orsøk til at teir hava selt støðina. Eg haldi bara, at vit vóru farin at troyttast, sigur hann. Smoltstøðin
samtykkjast og støða síðani skal takast til skattalógirnar í sambandi við eina komandi útbjóðing. Blaðið skilur, at uttan mun til um marknatrætan verður loyst nú ella ikki, so eru tað fleiri oljusamtøk, sum [...] Tað verður einki minni enn innrás av oljufeløgum til Føroya í næstum. Henda innrás byrjar í dag, tá norska oljufelagið Saga Petroleum sum tað fyrsta í Føroyum letur upp egin høli í Havn. Í lýsing í blaðnum [...] norskur forstjóri. Haraftrat verður eitt skrivstovufólk sett at arbeiða hjá felagnum, sum fer at halda til í bygninginum hjá Trygd á Bryggjubakka. Longu í næstu viku koma umboð fyri samtakið Shell og BP henda
eisini spurningurin um rættin hjá føroyingum til eitt yvirskot frá oljuni tikin upp í samráðinum. Spurt fer at verða, hvørji løggildug krøv føroyingar hava til eitt møguligt yvirkot frá oljuni. Sjónvarp [...] øllum undirgrundarspurningum. Svarið varð, at her var einki at fara eftir. Tí eru fólkatingslimir ikki samdir í.
eina røð av ymiskum myndum, at finna fram til, hvør hevur skuldina av hesum. Fakta Duckman The Graphic Adventure of a Private Dick er ein DOS framleiðsla, ið ikki krevur tað heilt stóra. Ein 486 DX við 8 [...] skíggjanum er tað kanska undirhaldandi, men sum ævintýrspæl er søgan ein onnur. Í veruleikanum ber illa til at kalla The Graphic Adventures of a Private Dick fyri eitt spæl. Tað er meiri ein elektronisk teknirøð
framúr. Kortini er ikki neyðugt við so stórari teldu. Ein 133 Mhz Pentium við accelereraðum grafikkkorti stendur seg eisini væl sjálvt í harðastu luftdystunum. Sum tað sæst er spælið gjørt til tær størru teldurnar [...] brotini eru eisini vorðin betri síðan síðst, men framvegis er ikki talan um stóra leiklistarliga kynstrið. Søgan heldur fram Prophecy er byrjanin til ein nýggjan part av rúmdarsøguni. Í síðsta spæli, The Price [...] fyritøkan aftanfyri, Origin ? tíbetur ? minkað um nýtsluna av filmsbrotum munandi og tey, sum eru, ber til at sita og njóta. Afturfyri er nú full ferð á actionpartinum. Sterkar teldur Tað er ótrúligt so lætt
eitt hitt elsta ið til er), egna mentan o.sfr. Teir skilja heldur ikki, at vit ikki eru so takksamir fyri »at danir hava tikið sær av okkum« í skjótt 600 ár. Teir skilja heldir ikki okkara hugsunarhátt [...] og vanahugsan ikki byggir samfelagið, og eg eri freistaður at leggja afturat: Tað gera leysir dreymar og háfloygd orð um Føroyar sum eina tjóð millum tjóðir heldur ikki. Hetta skal tó ikki skiljast so, [...] tjóð, sjálvandi eri eg ikki ímóti tí. Men hetta eigur ikki at henda í morgin ella næsta ár. Hendir tað, so eigur tað at verða so við og við, tí samfelag og búskapur okkara eru ikki ment at bera eina bráa
Týsdag kl. 8.30?12.30 Hósdag kl 8.30?16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant [...] øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26 [...] hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl
stunda til. Dagblaðið kemur ikki út í tí formi, sum vit kendu blaðið tá Óli Breckmann leiddi tað - talan verður um eitt lítið, átta síðu vikublað í avvísstødd. ? Av tí at vikublað er, fer tað ikki at bera [...] verða bert sjónarmið at lesa í Dagblaðnum, sum ikki standa, hoyrast ella síggjast í øðrum fjølmiðlum, sigur hann. Dagblaðið fer at koma út mánadag, og til ber at halda blaðið og keypa tað í leysasølu. Fjúrtandi [...] frá, at Dagblaðið kemur út aftur. Í blaðnum í dag lýsir P/F Kunningarvirkið eftir stjóra/blaðfólki til 14. September. Dagblaðið hevur seinastu trý-fýra árini ligið stilt. Í tíðindaskrivi sigur Óli Breckmann
einum mánaði síðani fór føroyski landsliðsspælarin Julian Johnsson, sum í fjør var við til at spæla B36 til FM-heitið, til Noregs, har hann hevur gjørt ein trý ára sáttmála við Kongsvinger Idrettslag, sum spælir [...] væl nøgdur við innkeypini, ikki minst tað føroyska. ? Hann er væl nøgdur við fysikkin hjá mær og sigur eisini, at tað tekniska ikki er so galið, sum eg sjálvur vil gera tað til, sigur Julian. Hart arbeiði [...] eru ikki upp á talufót, men tað er teirra trupulleiki, so leingi tað ikki ávirkar restina av liðnum, sigur Julian, sum hevur hildið nógv saman við áleyparanum Harald Solberg, sum eisini er komin til Kongsvinger