Oljufeløg innrás

Fyrsta útlendska oljufelagið, norska Saga Petroleum letur upp skrivstovu í Havn í dag. Stovnað er føroyskt felag ?Saga Føroyar? og er føroyskur stjóri settur

Tað verður einki minni enn innrás av oljufeløgum til Føroya í næstum. Henda innrás byrjar í dag, tá norska oljufelagið Saga Petroleum sum tað fyrsta í Føroyum letur upp egin høli í Havn. Í lýsing í blaðnum í dag verður upplýst, at stovnað er føroyskt felag ?Saga Føroyar?. Kunngjørt verður í dag, hvør fer at manna nýggja felagið. Sum Sosialurin hevur skilt verður settur ein føroyskur stjóri umframt norskur forstjóri. Haraftrat verður eitt skrivstovufólk sett at arbeiða hjá felagnum, sum fer at halda til í bygninginum hjá Trygd á Bryggjubakka.

Longu í næstu viku koma umboð fyri samtakið Shell og BP henda vegin. Sama gera umboð fyri Amocosamtakið, ið er ein bólkur av oljufeløgunum Amoco, Fina, Mærsk Olie og Gas og Deminex. Hetta er fyrstu ferð hetta samtakið er í Føroyum, síðani Amoco kom uppí og tók yvir operatørleiklutin.

Eisini umboð fyri Texaco, Conoco og Murphey-samtakið koma henda vegin í næstum.

Harumframt verða eisini fundir í GEM, sum er samtakið av oljufeløgunum, ið arbeiða við umhvørvisspurningum.

Eftir tí Sosialurin hevur frætt eru feløgini rættiliga spent, hvat fer at henda, nú oljulóggávan skal samtykkjast og støða síðani skal takast til skattalógirnar í sambandi við eina komandi útbjóðing.

Blaðið skilur, at uttan mun til um marknatrætan verður loyst nú ella ikki, so eru tað fleiri oljusamtøk, sum eru sinnað at bjóða uppá øki, sum ongantíð hava verið umstrídd. Tvs. at hesi liggja uttanfyri teir partar av føroyska landgrunninum, sum bretar hava gjørt krav uppá undir samráðingunum. Millum hesi samtøk eru bæði AMG og Faroes Partnership.

Annars verður roknað við seismiskum virksemi her í næstum. Bæði Geco Pracla og Digicon fara undir seismiskar kanningar. Digicon fer helst at halda fram við sínum 3D-kanningum.