Um stutta tíð verður føroyski blaðheimurin tvey bløð ríkari.
Bæði málgagnið hjá Fólkaflokkinum, Dagblaðið, og málgagnið hjá Tjóðveldisflokkinum, 14. September, verða fyrsta dagin aftur á gøtuni.
Í síðstu viku boðaði formaður Fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann, frá, at Dagblaðið kemur út aftur. Í blaðnum í dag lýsir P/F Kunningarvirkið eftir stjóra/blaðfólki til 14. September.
Dagblaðið hevur seinastu trý-fýra árini ligið stilt. Í tíðindaskrivi sigur Óli Breckmann einki um, at tað er tilstundandi løgtingsvalið, sum hevur fingið Fólkaflokkin at fáa útaftur blaðið, men tað er tó hugsandi, at bæði Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vilja hava sítt egna málgagn nú bæði løgtings- og fólkatingsval stunda til.
Dagblaðið kemur ikki út í tí formi, sum vit kendu blaðið tá Óli Breckmann leiddi tað - talan verður um eitt lítið, átta síðu vikublað í avvísstødd.
? Av tí at vikublað er, fer tað ikki at bera vanlig tíðindi, og tann marknaðurin er longu mettaður, sigur Óli Breckmann.
? Ætlandi verða bert sjónarmið at lesa í Dagblaðnum, sum ikki standa, hoyrast ella síggjast í øðrum fjølmiðlum, sigur hann.
Dagblaðið fer at koma út mánadag, og til ber at halda blaðið og keypa tað í leysasølu.
Fjúrtandi September fer bert at koma út aðru hvørja viku, og í lýsingini verður sagt, at talan fyrst og fremst verður um ein boðbera hjá Tjóðveldisflokkinum og um málgagn fyri føroyskum tjóðveldi.
Søkt verður eftir blaðfólki, sum samstundis kann átaka sær blaðstjórastarvið, og er talan um eitt hálvttíðar starv. Umframt blaðstjórastarvið er ætlanin at hava eitt hálvtíðar blaðfólk
Krøvini, sum sett verða blaðstjóranum á Fjúrtanda September eru m. a., at viðkomandi er tjóðveldissinnaður og er samfelagsliga medvitin og áhugaður.
Tjóðveldisflokkurin ætlar, at Fjúrtandi September skal koma út við einum upplagi upp á umleið 1.500 - 1.600, og skal fyrsta blaðið á gøtuna í hesum mánaðinum.