framsýningina upp aftur í MBF húsinum, har hon er opin hesa vikuna. Seinasti dagur er leygardagin. Framsýningin er opin frá kl. 14 - 20 hvønn dag. Framsýningin er ikki bert fyri fólk við giktasjúkum. Felagið [...] bert er slitgikt og liðagikt, sigur Leila Solmunde. Eitt nú er tørvurin at fáa venjing í heitum vatni ógvuliga stórur. Hetta verður gjørt í svimjihøllum, men tað er torført at sleppa framat. Tað er eisini [...] viðmæli. Fyrilestrarnir vóru um giktasjúkur í 100 ár, sum Jón Thorsteinsson, professari í Íslandi, helt. Her var viðgerðin mest hiti og vatn, sum íslendingar brúktu fyrr í tíðini. Hin fyrilesturin var um nútíðar
alt ov nógvar javnleikir og hava bert vunnið tann eina dystin. Hvat orsøkin til hetta er, er ilt at siga, men millum annað nevnir Bartal, at teir hava havt alt ov lítlan hóp og harvið ov lítla kapping [...] ÍF, sum var leikbannaður til dystin móti HB leygardagin, sigur, at eftir hansara metan er eingin ivi um, at HB er klárt besta liðið í landinum í løtuni. Spurdur um, hvar hann spælir komandi kappingarár [...] Tað er neyvan nakað yvir at dylja, at ÍF hevði sett sær størri mál, enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, tá farið var undir kappingarárið. Bartal Eliassen sigur, at teir í ár hava spælt alt
veit, nassireyvar, hvat dámar tær? Tað er neyvan heilt rætt, at danskarar yvirhøvur kalla okkum fyri nassireyvar, men at ein hópur ger tað, er lítið at ivast í. Tað er ringt at seta tal á, men siga vit nakrir [...] Hví? Ja, tað er ilt at siga. Tað er líkt til, at hann gjørdi tað bara fyri at ræða, sáa ómegd, arga og øsa sjálvstýrisfólk upp. Politikarin var Andras Samuelsen. (Vit kundu skoytt uppí her, at neyvan nakrantíð [...] hond og fót, og sum teir seinni løgdu sín kærleika á. Onkur, sum er betri inni í okkara politisku søgu, er vælkomin at halda fram. Her skulu vit bara nevna Útvarp Føroya. Útvarpið Hvat í harrans navni
hædd. Skrivstovan er opin mánadag, mikudag og fríggjadag frá klokkan 13 til 17. Telefonnummarið er 315816, telefax 316816 og e-mail adressan er Amnesty@olivant.fo. Heimasíðan hjá átakinum er http://www.ri [...] Amerikansku myndugleikarnir er altíð kvikir at finnast at mannarættindabrotum í londum, sum verða hildin at verða mótstøðulond hjá USA. Verri gongst, tá talan er um eitt land, sum er sameint við USA, ella har [...] týðara ella flóttafólkafelagsskapir. Sannlíkið fyri at verða sett í fongsul er størri hjá kvinnum enn hjá monnum, og sum er, er stórur tørvur á hóskandi umstøðum hjá børnum at búleikast í. Sambært altjóða
Mortensen, sum er samskipari og útbúgvin lærari, eru javnan á skeiði fyri at fáa nýggjan íblástur til virksemið í frítíðarskúlanum og fyri at verða før fyri at skipa fyri verkstøðum. Frítíðarskúlin er fyrst og [...] fevnir hann eisini um børnini í øðrum og triðja flokki, men av tí, at tørvurin er so stórur, hava tey smáu framíhjárætt. - Tað er samtykt í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð, í tann mun tøk pláss eru sleppa [...] Skipanin er tí broytt og frá 1. august eru seks deildarleiðarar settir, ein á hvørjum frítíðarskúla, sum hevur ábyrgdina av hvør sínum skúla. - Tað grundarlagið, sum vantaði seinasta ár, er nú við at
a. tað er ikki so nógv tað, at eg eri ungur, sum ger, at eg havi tað, soleiðis sum eg havi tað. tað er kanska heldur ikki tí at eg eri ungur, at eg hugsi, soleiðis sum eg hugsi. tað er kanska tað, at eg [...] sum ger, at eg eri sum eg eri. b. tað er ongin lóg, sum sigur, at munurin millum yngra og eldra ættarliðið skal vera so stórur og eyðsýndur, sum hann er, men tað er hann also. onkuntíð havi eg hug at halda [...] um. politikkur hevur eisini ein týðandi leiklut. men her er onki samskifti av nøkrum slag. okkurt hendinga ungdómshús sæst onkrastaðni, men tað er ikki nóg mikið til at seta seg á reyvina og siga, at tey
tinginum. Tað er ikki rætt, og tað er ikki demokratiskt heldur. Hvat viðvíkur tí aktuella málinum við formansskiftinum í Uttanlandsnevndini sigur løgmaður, at allur óstabilitetur av hasum slagnum er keðiligur [...] m eigur ikki at verða heft at, um ein er í samgongu ella ikki men av styrkini á teimum flokkum, sum sita í tinginum. Tvs. at tað átti at verið so, at tað ikki er avgerandi, um formenn í nevndum hoyra til [...] Kallsberg sigur víðari, at tað, sum man eigur at brúka nevndirnar til er, at man dregur alt tingið inn í politiskt arbeiði, sum er annað enn samgonga og andstøða. -Tí má eg eisini viðganga, at eg dugi
ruppskotið er ein skríggjandi andsøgn millum øll tey vøkru orðini og veruleikan, tí í roynd og veru eru eingir nýggir pengar komnir til mentarnarøkið. JÁTTANIN til onkrar mentanarstovnar er hækkað, eitt [...] eitt nú til landsbókasavnið, og tað er gott. Men taka vit so Leikpall Føroya, sum hevur fingið 300.000 kr. aftrat, so ger tað hvørki frá ella til, tí her eru vit við at byggja nakað so týdningarmikið upp [...] TINGIÐ viðgerð í løtuni fíggjarlógar-uppskotið hjá sjálvstýrislandsstýrinum. Vit skulu her tríva eitt sindur í mentanarøkið, sum eftir øllum at døma tykist fullkomiliga slept uppá fjall av landsstýrinum
skulu avloysa blokkin? -Hetta er ikki rætt. Tað verður sagt, hvussu hetta skal gerast. Men her er mest umráðandi ikki at blanda tingini saman. Tað vit biðja tingið um, er hetta: vit hava sett okkum eitt [...] ikki hendir. Sjálvandi er tað ein vandi í tí, um tað verða tveir stórir flokkar, sum til eina fólkaatkvøða fara at leggja forðingar í vegin fyri tað, ið landsstýrið ger. Og tað er her, at vit appelera til [...] um inntøkurnar, at hetta kann avloysa blokkin? -Tað er greitt. Tað eri eg púra sannførdur um, og tað er júst eisini endamálið við hesum. Mín hugsjón er tann, at setur tú tær ikki tað politiska málið, so
stoltleika, so gongur tað til grundar sum fólk. Vit kunnu ikki liva av stoltleika, er svarið tú beinanvegin fært. Hartil er bara eitt at svara: vit kunnu ikki liva uttan stoltleika. Vit fáa kanska nóg mikið [...] nýggju politikarar okkara ikki stíga upp úr rossasporum. Hvat teir fara at gera í framtíðini er ilt at siga, tað er tó at vóna, at teir fara at taka annað skinn um bak og ein dagin vísa seg sum mannfólk ? [...] einki upp á seg. Tað er so drepandi, so deprimerandi, at tú stundum hevur bestan hugin at geva skarvin yvir, leggja seg í songina og liggja har restina av lívinum. Livandi deyði er sjálvsagt ikki so ringur