fylgja við eitt nú Jóannesi á Fløtti og Jógvani Joensen, sum báðir eru í bestu »heat?um« í sínum bólkum. Kappingarnar byrja fríggjamorgunin og enda sunnukvøldið. Av tí at so nógvir luttakarar eru í kappingunum [...] úr Danmark, Týsklandi, Belgia, Svøríki, Noreg og Føroyum, og talan er um eina sterka kapping. Eitt nú kann nevnast, at Kristian Martin Joensen í 400 metur blandað skal svimja móti Michael Christensen [...] ri í 400 metur frí og nummar tvey í World Cup). Tað er ikki bert Kristian Martin Joensen, sum er komin millum sterkar svimjarar. Hallur Stakksund, Kristoffur Hentze, Katrin Sørensen, Rannvá Jacobsen, Maiken
Annika Godtfred (84). HB-kvinnurnar vístu, at tær eru sera væl fyri í ár, og at tær saman við føroyameistarunum KÍ, sum høvdu frí hetta vikuskiftið, eru besta boðið upp á FM-heitið í ár. Skála kann sum [...] førum at enda eitt pláss hægri enn í fjør. Deildin skal minkast Landskappingin hjá kvinnunum er nú komin í gongd, men KÍ-kvinnurnar noyddust at bíða eina viku longur enn hini liðini. Besta deildin hjá [...] spæla um upp- og niðurflyting móti vinnaranum av 2. deild. Og í 1998 er deildin so komin niður á seks lið. Tað at sjey lið eru í deildini í ár merkir, at hvørt umfar er eitt lið, sum hevur frí. Í fyrsta umfari
landsmál At vit, sum sita á Føroya Løgtingi sum umboð í landspolitikki, hava trupulleikar til tíðir, og av øðrum verða skírd lokal, tá vit taka støðu, meðan vit ikki markera okkum so týðiliga, sum vit annars [...] samband við, at vit ikki vilja Havnini væl, og tí er tað nógv fyri at hoyra Leiv Hansen av øllum koma við slíkum ógrundaðum ábreiðslum, tí annaðleiðis kann tað ikki skiljast. Leivur Hansen kundi nú, um hann vil [...] Leivur Hansen fer ov langt At Kjartan Mohr arbeiddi av fullum hjarta fyri Havnini er púra rætt, men nú fer Leivur Hansen ov langt. Hetta er grovt misálit á onnur tingumboð úr Suðurstreymoy, og innast inni
Eini 200 fólk arbeiða á Telefonverkinum, og hóast nakrar deildir eru lagdar saman, so eru aðrar øktar í vavi, og tí eru eingi starvsfólk eru uppsøgd. Umsetningurin í fyritøkuni var 155 mió. krónur í fjør [...] Poul Henrik Poulsen. Vit eru bert ein hundraðpartur av t.d. TeleDanmark, og vit hava bert ein hundraðpart av viðskiftafólkum í mun til danir, men kortini skulu vit veita somu tænastu, sigur Poul henrik [...] tænastur eru komar aftrat, eitt nú á fartelefonøkinum, Internetinum o.s.fr.. Edv-skipanini er skift út, og arbeitt verður við at knýta landið saman við ljósleiðararum. Bygnaðurin er broyttur og er nú mark
Norðurlondum, har eini 150 fólk luttaka. Vit høvdu ikki væntað so stóra undirtøku á ráðstevnuni í Føroyum, av tí at vit eru so fjarskotin frá hinum londunum, men eru gleðiliga bilsin, at so nógvir luttakarar [...] og fyrilestrar Vit hava valt at skipa eina breiða skrá fyri ráðstevnuni, har fyrilestrar, orðaskifti, pallborðsfundir og ymiskt um okkara arbeiði er á skránni. Umframt tað hava vit skipað fyri útferðum [...] fyri innbodnum og luttakararum hóskvøldið á Hotel Føroyum. Ráðstevnufólkini eru so nógv í tali, at gistingarhús og hotell í Havn eru fullsett hesar dagar.
ímillum í síðstu viku. Nú eru vit aftur, og vit ætla at halda okkum til tað, sum vit hava lovað, og tað er at hava eina frágreiðing frá triðju deild hvørja viku. Hesa ferð taka vit saman um tey bæði umførini [...] báðar síðstu vikurnar. Og í næstu viku vera vit aftur, og tá verður toppskoraralistin eisini við. Eftir at ein sættingur av kappingini er lagdur afturum, eru tað tvey feløg, sum hava fult stigatal. Talan [...] KÍ spæla á Sandi, men leygarkvøldið ringdu teir suður og boðaðu frá, at teir fingu ikki mannað lið. Vit frætta úr Klaksvík, at ungu menninir hildu tað vera ov langt at fara suður á Sand! FSF hevur loyvi
kunnu vit hugsa okkum at skipa fyri fundum runt um í oynni fyri at finna út av, hvat ber til at gera í teim ymsu bygdunum og hvørjir møguleikar eru, og hvussu kemur man ígongd við ferðavinnu. Vit vilja [...] menningini innan teldur. ? Vit leggja stóran dent á at fylgja við tøkniliga. Kunningarstovan skal hava eina heimasíðu, tí nógvir fyrispurningar koma í framtíðini á internetinum. Vit fara at arbeiða fram ímóti [...] vera til føroyingar. Vit kundu eisini hugsað okkum at arbeitt við øðrum telduverkætlanum og til dømis lagt allar tænastur til ferðafólk á netið, soleiðis at tey kunnu síggja, hvat vit hava at bjóða, sigur
gongd á Selatrað. Neyst eru á staðnum til fýra bátar og depilin hevur tríggjar bátar frammanundan. Tí hava vit gjørt eitt gerðabýti við sjómansmissjónina, soleiðis at vit longu nú yvirtaka henda bátin og [...] arið, sum vit fara at smíða, tá ið ferðafólkatíðin av álvara byrjar. Vit hava eina avtalu við ein bátasmið í Leirvík, sum fer at smíða eitt seksmannafar á Selatrað hvønn mánadag og týsdag nú meðan tja [...] burtur næsta ár, sigur Kjartan Dalsgaard, á Skótadeplinum á Selatrað. At tjaldingarplássini serliga eru upptikin mánadag og týsdag kemst av, at fólk koma við Norrønu tíðliga mánamorgun og fara víðari til
byggja nýggjar stovnar. ? Vit eiga at hava samráðingar við nýggja landsstýrismannin í Almannamálum, soleiðis at hann longu nú kann leggja í sína fíggjarætlan fyri komandi ár, at vit ætla at byggja nýggjar [...] Týsdagin varð sosiala nevnd hjá Tórshavnar býráð umskipað og nú er Heðin Mortensen formaður. ? Týsdagin skuldi eg krevjast av fundi og í dag eri eg formaður, so eg skilji einki av hesum, sigur Heðin Mortensen [...] Mortensen. Heðin ætlar sær at arbeiða við teimum verkætlanum, sum eru frammi á barnaansingarøkinum. ? Eg ætli mær at taka allar verkætlanirnar fram. Sum fyrsta setning ætli eg mær at fara at tosa við felagið
uttan at hugsa um hvar vit eru. Kenni ikki kósina. Lesi aftur drúgva stund og nú kveiti eg upp á skermin undir loftinum frammanfyri meg. Her sær tú eitt kort og kósin er sett. Vit halda leiðina yvir Polen [...] síðan og kanska tá vit hoyra upp aftur meira um landið hjá Siggert, Sibiria. Nú lýsir. Heilt úti undir vaðingini standa Venus og Jupitet sum morgunstjørnum. Tær eru stórar í morgun og tær eru tær einastu sum [...] bókaverk um hesa ferð. Vit nærkast nú Himmalaya og eg hugni mær óført við bókini. Siggert hevur góð eygleiðaraevnir. Hann leggir merki til teir smáu lutirnar. Fólkalívsmyndirnar eru knappar og neyvar, men