Týsdagin varð sosiala nevnd hjá Tórshavnar býráð umskipað og nú er Heðin Mortensen formaður.
? Týsdagin skuldi eg krevjast av fundi og í dag eri eg formaður, so eg skilji einki av hesum, sigur Heðin Mortensen.
Heðin ætlar sær at arbeiða við teimum verkætlanum, sum eru frammi á barnaansingarøkinum.
? Eg ætli mær at taka allar verkætlanirnar fram. Sum fyrsta setning ætli eg mær at fara at tosa við felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn og eg ivist onga løtu í, at tey hava nógv góð hugskot. Eg ætli mær at lurta væl eftir teimum og øðrum relevantum persónum, og út frá tí handla. Tað er har loysnirnar finnast.
Fyrr í vikuni segði Heðin Mortensen í blaðnum, at hevði hann rátt yvir pengunum, kommunan hevur sett av til endamálið, skuldi hann loyst trupulleikarnar á barnaansingarøkinum eftir stuttari tíð.
? Eg fari í gongd við áhuga og ætli mær at seta uppskot fram, sum eru varandi. Tey verða so løgd fyri býráðið og so er upp til býráðið, um tey verða samtykt ella ikki. Eg ætli mær ikki at helma í. So er bara at vóna, at annað, sum einki hevur við málið at gera og persónlig áhugamál ikki verða rótað uppí.
Barnagarðurin Inni á Gøtu, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu 1. jan. næsta ár, er enn ikki boðin út.
? Eg fari at kanna, hvussu langt fyrireikingararbeiðið er komið, soleiðis at barnagarðurin kann bjóðast út beinanvegin, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen vísir ikki aftur, at kommunan kann fara undir at byggja nýggjar stovnar.
? Vit eiga at hava samráðingar við nýggja landsstýrismannin í Almannamálum, soleiðis at hann longu nú kann leggja í sína fíggjarætlan fyri komandi ár, at vit ætla at byggja nýggjar stovnar og tí skulu hava rakstur til hann, sigur Heðin Mortensen.










