Hann nevnir, at leitast skal aftur til Kjartan Mohr sála fyri at finna nakran, sum vildi Havnini nakað væl.
Leivur Hansen fer ov langt
At Kjartan Mohr arbeiddi av fullum hjarta fyri Havnini er púra rætt, men nú fer Leivur Hansen ov langt. Hetta er grovt misálit á onnur tingumboð úr Suðurstreymoy, og innast inni veit Leivur Hansen væl, hvussu støðan er, men »går den, så går den«.
Eg má minna Leiv Hansen á, sum allir býráðslimir ið tá sótu eisini væl vita, at í seinastu býráðssetu hendi tað, at flokkur Leiv Hansens á tingi, Tjóðveldisflokkurin, gjøgnum landsstýrisumboð teirra framdi so ljótt álop á Tórshavnar Kommunu, at teir aftanfyri rygg okkara, aftaná fund í Tinganesi, har landsstýrismaðurin í kommunumálum, Signar á Brúnni læt sum um hann skilti okkum, men hevði heilt aðrar ætlanir, fór niðan í Føroya Banka við einari ætlan um at taka kommunurnar av ræði. Hetta bleiv nakað broytt seinri, men ráðagerð móti kommununi var tað burturav!
Seinri broytti sami landsstýrismaðurin, beint áðrenn løgtingsval, skattaprosentið í fleiri kommunum, m.a. Tórshavnar kommunu, har hann lækkaði skattaprosentið, aftaná at hava sett krøv í sambandi við góðkendu fíggjarætlanina nakrar mánaðar frammanundan. Nú hekk fíggjarætlanin ikki saman longur, tí komið var út á summarið, og broytingin virkaði aftureftr til ársbyrjan. Men løgtingsval skuldi verða um ein mánaða, og Tjóðveldisflokkurin vildi fegin fáa eitt gott val.
Einasta rætta hevði tá verið at brúkt lógina um ábyrgd landstýrismanna, so Signar á Brúnni, sum landsstýrismaður í kommunumálum, stóð til svars fyri, at hava undirgrivið fíggjarætlanina og harvið gjørt hana ólógliga samb. kommunulógini.
Men hvør stóð tá fram og forsvaraði Signar á Brúnni? Jú, rætt gitt, býráðslimurin Leivur Hansen!
Søgan um kommunalu líkningina
Tá varðveitanin av líkningini sum kommunalt øki seinri stóð uppá spæl, hvør forsvaraði tá landsmyndugleikarnar sum verandi teir best egnaðu?
Jú, rætt gitt, býráðslimurin Leivur Hansen!
Hesum mótmælti eg sum býráðsformaður, og á opnum býráðsfundi mátti eg minna Leiv Hansen á, at hann var valdur at umboða Tórshavnar kommunu. Eg varð stuðlað av hinum tjóðveldisumboðnum, Kristionnu Rein, sum væl dugdi at skilja millum kommunal og landspolitikk, tá á stóð.
At so líkningin aftur fór yvir til landsmyndugleikarnar seinri, er ein onnur søga, men har mótmælti eg og atkvøddi ikki fyri.
Skilnaður millum lokal og landsmál
At vit, sum sita á Føroya Løgtingi sum umboð í landspolitikki, hava trupulleikar til tíðir, og av øðrum verða skírd lokal, tá vit taka støðu, meðan vit ikki markera okkum so týðiliga, sum vit annars kundu ynskt okkum á kommunala økinum, hevur onki samband við, at vit ikki vilja Havnini væl, og tí er tað nógv fyri at hoyra Leiv Hansen av øllum koma við slíkum ógrundaðum ábreiðslum, tí annaðleiðis kann tað ikki skiljast.
Leivur Hansen kundi nú, um hann vil Havnini væl, farið út í Tinganes fyri at brúka síni partapolitisku forbindilsi, og roynt at fingið sømiligar treytir fyri føroysku kommunurnar og harvið síni egnu kommunu, tí ongin hevur misørkt og vanvirt Havnina so illa í nýggjari tíð sum júst flokkur Leiv Hansens, Tjóðveldisflokkurin.
At Fólkaflokkurin hevur landsstýrismannin á økinum í løtuni, átti ikki at verið nakar trupulleiki, tí tað eru jú samstarvsfelagar Leiv Hansens - ið hvussu er tann parturin av Fólkaflokkinum, sum enn er eftir í býráðnum.
Tórshavn 20. mai 1998
Lisbeth L. Petersen, býráðs- og løgtingslimur