Tvey før flotað

Seinnapartin leygardagin verða tíggjumannafarið Dvørgamoy og eitt fimmmannafar flotað í Runavík

Í sambandi við, at tíggjumannafarið Dvørgamoy verður sjósett leygardagin, verður eitt fimmmannafar, sum Skótadepilin á Selatrað hevur yvirtikið, eisini flotað.

Talan er um fimmmannafarið, sum Reyði Krossur burturlutaði í fjør til frama fyri teirra arbeiði. Tey, sum vunnu bátin, eiga bát og hava tí verið so beinasom at latið henda serliga bátin við drekastevninum til føroysku sjómansmissjónina.

? Ein so vakur bátur við drekastevni er ikki egnaður til privatfólk, men meiri til skúlar sum til dømis hava sjómansskap á skránni ella til sjóskúlavirksemið, ið skal setast í gongd á Selatrað. Neyst eru á staðnum til fýra bátar og depilin hevur tríggjar bátar frammanundan. Tí hava vit gjørt eitt gerðabýti við sjómansmissjónina, soleiðis at vit longu nú yvirtaka henda bátin og tey fáa so tað seksmannafarið, sum vit fara at smíða, tá ið ferðafólkatíðin av álvara byrjar. Vit hava eina avtalu við ein bátasmið í Leirvík, sum fer at smíða eitt seksmannafar á Selatrað hvønn mánadag og týsdag nú meðan tjaldingartíðin er. Sjómansmissjonin fær tískil tann bátin í býti við hin við drekastevni at luta burtur næsta ár, sigur Kjartan Dalsgaard, á Skótadeplinum á Selatrað.

At tjaldingarplássini serliga eru upptikin mánadag og týsdag kemst av, at fólk koma við Norrønu tíðliga mánamorgun og fara víðari til Íslands mikumorgun.

Báðir bátarnir verða flotaðir leygardagin kl. 16.00 í nánd av sluppini Høganesi í Runavík. Aftaná verður hugnaløta við tónleiki, sangi og einum breyðbita umborð á Høganesi og Norðlýsinum.

Skótarnir skipa fyri, at tað verður róð inn á Strendur og síðani inn á Selatrað. Klokkan 13.30 fer Norðlýsið úr Havn, og skótar úr Havn og á Argjum, kanska saman við foreldrum, sum hava hug at vera við, hava møguleika at koma inn á Skálafjørðin. Hava onnur áhuga er pláss umborð á Norðlýsinum.