Hetta eru góð tíðindi við Løkin í Runavík, og hetta eru avgjørt ikki góð tíðindi á Skála. NSÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Jákup Jakobsen, sum síðstu árini hevur verið [...] verjuni hjá skálamonnum. Sambært faroesoccer.com var 26 ára gamli Jákup Jakobsen við í 26 av teimum 27 landskappinagdystunum í farna kappingarári (ein dyst var hann leikbannaður). Jákup Jakobsen hevur bara [...] deildini, har besta liðið hjá Skála ofta hevur verið. Jákup Jakobsen var fyri tað mesta miðverji í farna kappingarári, men hann var eisini vongverji, og hann hevur onkuntíð verið verjukendur miðvallari
hvar eg var, noyddist at fylgja meldrinum, og hetta leiddi meg inn á smalar og trongar gøtur. Eg royndi av øllum alvi at hyggja eftir onkrum staði at parkera á, men hetta var til fanýtis. Tað var einki annað [...] her. Kanska tey fóru at halda, at hetta var ein terroristabilur, sum var fullur av spreingievnum! Eg sá fyri mær, at stór brynjað politistalið fóru at herja á bilin, og at eg fór at verða handtikin í berum [...] senda mær mynd av bilinum. Prísurin var rímiligur, eg smekkaði til, og bilurin var mín. Henry koyrdi bilin norður til Hanstholm, og so kom hann til Føroya við Norrønu. Meðan eg bíðaði, fekk eg mær stóra
- Eg eri rættiliga impulsiv, og tí passar tað mær væl at skifta hest nú, sigur 39 ára gamla Kitty May Ellefsen. Fyri Sambandsflokkin er hetta helst góð tíðindi, tí torført hevur verið hjá flokkinum at [...] Politikkur Ellefsen er ein kend politikarafamilja í Miðvági, so bara eftirnavnið kann ivaleyst sparka hurðar inn í einum politiskum flokki. Um tað er hetta Kitty May Ellefsen, býlingsstjóri í SMS, ætlar
avleiðingar við sær. Ein teirra var, at hugurin at festa reglur á blað vaknaði av álvara. - Eg var bara so glað, tí eg hevði møtt Jesusi, og vildi so fegin skriva ein sang um tað. Og ein dagin í mai mánaði [...] dagfestur 29. januar 2010. - Kanska er tað nakað langt síðani eg skrivaði ein sang, men eg havi ein sang liggjandi her. Hetta er ein sangur til heimbygdina, Gjógv. - Her mangla bert tvær reglur, so tað kundi [...] stutt sagt heilsubót í sangi “Kanska er tað nakað langt síðani eg skrivaði ein sang, men eg havi ein sang liggjandi her. Hetta er ein sangur til heimbygdina, Gjógv
stór hending fyri hann persónliga var, at hann í árinum gjørdist stjóri í KvF. - Hetta er ein spennandi avbjóðing, og mær dámar væl avbjóðingar, leggur hann aftrat. Hvat var keðiligasta upplivingin í 2018 [...] jólaaftan. Tað er vorðið ein siðvenja, sum eisini børnunum dáma væl. Hinar dagarnar er ræst kjøt og annað gott á skránni. Nýggi kringvarpsstjórin heldur, at jólini hava stóran týdning. Hetta er tíðin, tá familjan [...] hendingin var, at konan og børnini fluttu heim úr Danmark. Tað er gott at koma heim hvørt kvøld í staðin fyri javnan at flúgva aftur og fram til Danmarkar. Ivan Hentze Niclasen sigur, at ein onnur stór
dómstólinum. Men ein sannroynd er, at tá arbeiðslag og samstarv er vánligt og veruligt orðaskifti ein mangulvøra, tá stingur løgfrøðin seg upp, eisini millum politikkararnar, sum ein frelsandi eingil ella [...] til samráðingar og tí sleppa løgfrøðini ov nógv framat. Hatta svarið hjá dønum var so upplagt, at tað ger ilt, og var hetta neyvan seinastu ferð, vit hoyrdu tað. Hatta er tað sama danir hava sagt í øldir [...] rnir ikki tulka lógina, sum politikkararnir kunda hugsað sær tað gjørt. Løgfrøðin er ein veldugur maktfaktor Hetta álop á løgfrøðina, sigur meiri um politikkaran og politiska stevið enn um løgfrøðingin
kring meg. Á vakurleikan í tilveruni. Á undranina um vera ein fatandi vera. Í míni hvíld, ið var mjúk sum mjørkin, var takksemið sum tokulúðurin. Ein djúp murran av vælveru.” [...] mjørkin, var vorðin mín fíggindi, tí eg hevði latið meg ávirkað av hansara ringa umdømi. Nú eg var hoknaður undir trýstinum, helt eg sum tey dapurskygdu, at mjørkin oyðilegði tilveruna. Hetta gekk eg so [...] mjørkahatandi likkunum. Kortini visti eg, at mjørkin var mær kærur, tí eg hevði mangan kent, at eg treivst í sorgblíðari sinnisstøðu. Sorgblíðar kenslur góvu mær hvíld, og tær løturnar, eg slapp at vera í friði
tímdi heldur ikki sjálv at vera hjá honum, tá hann var skít. Tá var hann akkurát sum eitt barn, sjálvt um hann royndi at fjala fyri mær, at hann ikki var edrúur, greiðir Sára frá. Sára hevði altíð ilt við [...] setur ein myrkan skugga á hesar myndirnar. - Eg vil ikki siga, at eg havi havt ein ringan barndóm. Eg vildi bara ynskt, at babba ikki drakk so illa, tí tað er alt annað enn stuttligt at hava ein pápa, [...] eina jólaaftan, har pápin als ikki var til staðar. - Onkuntíð ringdi hann, og hoyrdu vit, at hann var ávirkaður, vildu vit ikki hava hann at koma, tí tað bleiv bara ein keðiligur stemningur so, greiðir Sára
handlum. Á fløguni verða andaligir sangir, ið ein kona í Haldarsvík hevur skrivað. Hvussu dámdi tær at standa á skíðum? Mær dámdi væl at vera í Voss. Ì byrjanini var tað heldur trupult at fara oman eftir sk [...] Eftir eina tíð var eingin trupulleiki at fara við fullari ferð omaneftir. Eg royndi fleiri skíðbrekkur bæði fyri roynar og óroyndar skíðrennarar. Um kvøldið var eg sera troytt, men hóast hetta fór eg glað [...] heim hóast hetta. Men hvør veit kanska eg fari aftur á skíðferð næsta vetur? Hvat hevur tú gjørt umborð? Tað rullar eitt sindur, so eg havi sovið eina løtu. Annars havi eg bara gingið mær ein túr á bátinum
og sterka áleyparin, sum hevur tikið øll á bóli í Champions League í ár. Tað var annars mett at Manchester United hevði góð kort á hondini at keypa Erling Braut Håland. Venjarin hjá Manchester United er [...] at menna spælarar og víst verður til, at ein annar landsmaður, Martin Ødegaard, helst tók eitt ov stórt stig, tá hann fór úr norskum fótbólti til Real Madrid. Ein onnur søga sigur, at Manchester United og [...] í felagnum, Ed Woodward, ikki vildu ganga undir treytunum hjá umboðsmanninum, Mina Raiola. Hann er ein umstríddur harri, sum millum annað er umboðsmaður hjá Paul Pogba og Zlatan Ibrahimovic. Hann er kendur