Erling valdi Dortmund heldur enn United

Manchester United heldur lítið um umboðsmannin, ið vil hava ov nógv í egnan lumma

Borussia Dortmund hevur keypt 19 ára gamla norska stórtalentið, Erling Braut Håland, frá Red Bull Salzburg í Eysturríki. Týska felagið hevur goldið 150 milliónir krónur fyri stóra og sterka áleyparin, sum hevur tikið øll á bóli í Champions League í ár.

Tað var annars mett at Manchester United hevði góð kort á hondini at keypa Erling Braut Håland. Venjarin hjá Manchester United er landsmaðurin, Ole Gunnar Solskjær, sum eisini eitt skifti hevur verið venjari hjá áleyparanum í Molde.

##med2## 

Bretskir miðlar skriva, at Manchester United kom við besta boðnum, men at Erling Braut Håland valdi Borussia Dortmund. Týska felagið dugur væl at menna spælarar og víst verður til, at ein annar landsmaður, Martin Ødegaard, helst tók eitt ov stórt stig, tá hann fór úr norskum fótbólti til Real Madrid.

Ein onnur søga sigur, at Manchester United og ítróttarstjórin í felagnum, Ed Woodward, ikki vildu ganga undir treytunum hjá umboðsmanninum, Mina Raiola. Hann er ein umstríddur harri, sum millum annað er umboðsmaður hjá Paul Pogba og Zlatan Ibrahimovic. Hann er kendur fyri at fáa nógv pengar í sín lut, tá spælarar skifta feløg.

 ##med3##

- Tað hendi einki óvanligt millum meg og Ed Woodward. Tað vóru bara vanligar samráðingar og spælarin hevur valt eina aðra leið. Um Manchester United vil geva onkrum skyldina, so gev mær bara skyldina, men spælarin hevur tað gott, sigur Mino Raiola við The Telegraph.

Keldur hjá fleiri av altjóða ítróttarmiðlunum siga seg vita, at Borussia Dortmund hevur latið pengar, partar av framtíðinar inntøkum og rættindini til Mino Raiola og pápa spælaran, fyrrverandi Manchester City og Leeds miðvallarin, Alf-Inge Håland.

##med4##

Borussia Dortmund var í kapping við feløg sum Manchester United, Juventus og RB Leipzig. Orsøkin til lutfalsliga lága keypsprísin er, at Erling Braut Håland hevði eina treyt í sáttmálanum, har hann kundi keypast leysur fyri 150 milliónir krónur.