líkasum at vita um alt er í lagi, er tað eyðsæð, at hóast Leivur er vanur við at standa á palli, er henda støðan ikki heilt vanlig fyri hann. Kanska er tað tí, at hann spyr, hvat tað er eg ætli at skriva um [...] við: - Ein solo er ikki feit, um hon ikki hóskar inn í heildarmyndina. Soleiðis er eisini við øllum hinum eg spæli. Tað er ikki feitt, um tað ikki fellir inn í heildina. Um allir tónleikarar í einum bólki [...] hann er í dag. Hann greiðir frá, at um hann til dømis ikki hevði gingið á konservatoriinum, so hevði hann kortini kunna nátt tí støðið, ið hann er á í dag. - Eg havi altíð merkt eina framgongd í mínum
tað er eingin sjálvfylgja. Og tað er ógvuliga ítøkiligt. Munurin millum eitt lív í frælsi og eitt lív í ófrælsi er totalur. Tað vita øll, sum hava roynt tað seinna. 5.000 føroyingar vóru í Berlin í januar [...] fokus er, at tað kann fáa ”jaligar avleiðingar fyri okkara tænastuvinnu” um vit strika tiltøkini. Tað snýr seg um møguligar inntøkur her og nú. Einki annað. Tað er ikki bara okkara nalvi, sum er í fokus [...] Fólkaflokkurin er í. Tí er hetta hvørki nýtt ella óvæntað. Tjóðveldi Tjóðveldi var hinvegin púra greitt fyri valið: Fiskivinnusamstarvið við Putinsa Russland skuldi sigast upp. Men nú er samstarvið longt
Seinast í januar flytur ein nýggjur prestur inn í prestagarðin í Ónagerði á Viðareiði. Talan er um Mariu J. Niclasen, ið er av Eiði. Nýggi presturin sær fram til allar teir møguleikarnar, ið starvið sum [...] staðið fyri meg. Uppvaksin í brøðrasamkomuni Nýggi presturin er ikki sjálv ein persónur, sum hevur gingið nógv í kirkju sum barn og ung. Orsøkin er einføld. - Eg eri uppvaksin í brøðrasamkomuni, so har havi [...] gingið á møti, verið í sunnudagsskúla og so framvegis, sigur Maria J. Niclasen, sum eisini er doypt í kari sum vaksin, soleiðis sum vanligt er innan brøðrasamkomuna. Júst dópurin er nakað, sum skilir f
dampur av nýdripnum kjøti. Hetta er tað, vit møta í serligu dinosaur-framsýningini í Natural History Museum í London. Tað er mánadagur beint eftir middag og ein løta er síðani, at myndamaðurin og eg sendu [...] øðrum vitjanum í metropolinum fyri sunnan. Vit hava spákað einar tíggju minuttir eystur eftir Cromwell Road her í Kensington økinum í London og standa nú í hesum ovurstóra savni, sum í vævi kann sammetast [...] og halda leiðina áfram í savninum, væl vitandi um, at her fer allur seinnaparturin. Men tað ger einki, tað er heldur yvirskýggjað í dag, og savnið er hugtakandi alt, sum tað er. Vit eru samdir um, at longu
fyri átjan árum síðani, og hvussu teir hesi átjan árini hava arbeitt í Føroyum, í Íslandi, í Russlandi og so heilt eysturi í Kina: - Í 1990, tá ið tankin varð nevndur at fara undir hetta verkið, søgdu fólk: [...] tí, ið okkara er. Bara ikki tí føroyska. Tað er okkara ábyrgd. -Tað ringasta við hesum arbeiðnum er, at fyrst droymir tú, síðan brettir tú upp um armar, fert til verka og tá ið liðugt er, er eingin marknaður [...] lurta eftir Martini Joensen - kemur konfektin. Hetta er akkurát sum í Hollywood, men hetta er ikki plastikk. Hetta er etkað. Konfektin oman á alt er ein innilig hjartans tøkk til konu mína. Hevði eg ikki
sjálvsagt flogvøll í Suðuroy og í Havn Men teir nýtast hvørki at verða serliga langir, ella serliga framkomnir - ein slættur grúsvøllur er nóg mikið. Annars sigur Magni Arge, at sum er, er ongin trupulleiki [...] Eg ivist ikki í at meiri flúgving innanoyggja er framtíðin. Spurningurin er bara, hvussu hon skal skipast. Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi sigur, at flúgving innanoyggja hevur stóran áhuga hjá føroyska [...] vatnflúgvari er tað rætta í Føroyum. Vit í Atlantsflogi hava avgjørt okkara fyrivarni mótvegis vatnflúgvarum. Skulu vit brúka vatnflúgvara, hava vit tvey element at hugsa um, og sum skulu vera í lagi fyri
tri Føroya úti í Nóatúni í Havn fylgja tey væl við gongdini í samfelagnum og royna eisini at laga undirvísingina eftir framtíðar tørvi á útbúnum fólki, ikki minst tí tørvi, sum verður í føroyska samfelagnum [...] ikki til at seta seg hendur í favn og siga, at vit bíða og vita, um nøkur olja er. Tað vildi verið skeivt. Tí hava tey valt at seta hetta í gongd. Er eingin olja her, so er hópurin av møguleikum aðrastaðni [...] gáttina í Føroyum verður eisini hugt at, hvussu henda vinna kann fáa rúmd innan undirvísingar- og granskingarkarmar stovnins. Hans Pauli Joensen er leiðari á Náttúruvísindadeildini. Í løtuni er hann eisini
ikki í, at tú manst fara at klára at seta nakrar varðar aftrat eftir teg, hálv- ella heillaðaðar. Tó so ? tá man er uppi í so nógvum, er ringt at vera fullur og heilur í øllum og allastaðni. Tað er tó skeivt [...] frættist, at Johan & Co eru á vitjan á einum av fremstu bryggjaríunum í Europa. Og nakrar vikur seinni er opið hús í Hornahúsunum í Havn, har borgarstjóri og vinnumálaráðharri leska sær á av tí spildurnýggja [...] Nolsøe og Hot. Nei einki bagir hugflognum, tá øl er á skránni. Hóast fimti og nøkur fá evarskalítil grá hár, er Johan framvegis tann sami. Har hann er, har er hann heilur, og tað skal henda nakað alla tíðina
Vegurin aftur til Havnar er nú í øllum førum longri, enn hann er til Vestmanna, so tað vendist ikki. Skjótari og skjótari Jú, skjótt er nú at fara um bygdina á Leynum. Stykkið er beint fyri framman, og higani [...] ikki. Brekkan oman í Heygadal er skjótt gingin, hóast nógvir blotar eru á leiðini oman í Heljareyga, ella kennist tað nú bara soleiðis, og so er bara seinasta pettið eftir. Ferðin er eisini sett nakað væl [...] verður í bili, og heldur ikki til gongu er útsýnið hitt sama. Tað er líkasum, at við hesum tríkvarta metrinum, sum hesturin lyftur teg uppfrá, verður sýnið eitt heilt annað, og tá hesturin kortini er tann
royndunum, hann fekk í 90-unum, so heldur hann ikki, at hann var ungur at koma í eitt stjórastarv í Føroya Banka, 34 ára gamal. - Í dag halda fólk kanska, at tað er ungt at koma í eitt stjórastarv sum [...] sigur Janus Petersen. Og bankin er í støðugari menning, og hevur eina vakstrarætlan, sum røkkur út um landoddarnar. - Tað er sum ein liður í okkara vakstrarætlan, at vit í gjár kunngjørdu, at vit høvdu latið [...] so hevur forstjórin í Føroya Banka enn eitt frítíðarítriv, renning. - Eg haldi, at tað er ein »neyðvendigheit«, at halda seg í form. Eg renni nógv og havi eisini luttikið í marathon í Berlin, London, Ke