Tað eru løtur, ið sita í minninum sum stórfingnir tindar og hábærslig minni. Ein av hesum, sum tað er torført at sleppa, var tann, tá ið nýggju orðabøkurnar hjá Annfinnur í Skála og Jonhardi Mikkelsen Ensk-Føroysk og Føroysk-Ensk vórðu lagdar fram í høllini á Føroya Læraraskúla seinnapartin síðsta fríggjadag.
Kristina Háfoss, landsstýriskona í mentamálum, røddi, og tað gjørdu fyrrverandi landsstýrismenninir í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen og Jógvan á Lakjuni, eisini. Við loyvi frá teimum trimum verða røðurnar prentaðar í blaðnum í kvøld.
Tíverri ber tað ikki til á prenti at endurgeva musikalsku upplivingarnar. Martin Joensen og Kári P sungu yndisliga og vakurt, og tá ið Jógvan á Lakjuni hevði endað sína røðu, setti hann seg við klaverið, og so sang fjøldin yrkingina Ró hjá Martini Joensen.
Undirspælið
Tað kendist væl, at høvundarnir vóru hjartans fegnir um, at nú var verkið, sum teir hava arbeitt við í átjan ár, lagt fram. Jonhard Mikkelsen legði fyri, og í eyðkenda vestmannalagnum við at undirspæla hugleiddi hann:
-Tá ið fólk eru komin inn á gólvið hjá okkum seinnu árini, so er mest brúktu inngangsorðini: Hvar er Jonhard. Hann situr undir væðingini. Á jesus situr hann við hasum enn . Ja – hatta verður ongantíð liðugt. Soleiðis hevur ljóðað. Men tað passaði ikki. Vit Annfinnur eru komnir á eitt ávegis mál, segði Jonhard, og hann helt fram í sama stíli:
- Ein speiskur vinmaður mín segði: Jonhard, tú hevur prædikað alt títt lív, at føroyskt er ikki tungt, og so kemur tú á marknaðin við ein bók sum vigar 11 pund. Henda útgávan staðfestir allar fordómarnar. Harrin havi lov fyri, at føroyskt er eitt lítið mál. Men tú Jonhard, tit hava ið hvussu er fingið so frægt burtur úr, at nú ber til at seta kiloprís á føroyskt - við hesum tølunum ber til at rokna kiloprísin á føroyskum út. Og hann var komin til ta niðurstøðu, at kiloprísurin til samanberingar er á leið sum prísurin á kalva, tá ið hann verður seldur á rímiliga fínum matstovum í Evropa: slakar 200 krónur pundið!!
Ongantíð liðugt
Jonhard vísti, hvussu snildisliga orðabóka konseptið er samanskrúvað, og so segði hann:
- Nú hava bøkurnar verið í Hong Kong, á Indiska havinum og tær fóru suður um Hornið og bógvaðu seg upp ígjøgnum Atlantshavið. Og eg vóni, at tær fara at hilnast:
- Slíkar bøkur verða ongantíð lidnar, so leingi lív er í málinum, og tá ið tit koma fram á eitthvørt, ið ikki er fullfíggjað, so skulu tit minnast til, at hetta er ikki sum við teimum persisku teppunum. Her verður einki brek lagt inní við vilja. Persisku vevararnir løgdu altíð ein feil inn í teppið til tess at vísa, at hetta er ikki lýtaleyst – tí lýtaleyst er bara Guds verk. Nei, vit hava lúkað og snikkað og broytt og broytt – og kortini: hvørja ferð, vit blaða, síggja vit eitt og annað, vit kundu hugsað okkum eitt sindur øðrvísi. Vit halda fram – men tað verður á alnetinum
Stór flyting í 18 ár
Fjøldin fylgdi væl við, tá ið tekstur og myndir rullaðu, og Jonhard vísti hugtakandi, hvussu teir vóru farnir undir stórverkið heima á klettunum fyri átjan árum síðani, og hvussu teir hesi átjan árini hava arbeitt í Føroyum, í Íslandi, í Russlandi og so heilt eysturi í Kina:
- Í 1990, tá ið tankin varð nevndur at fara undir hetta verkið, søgdu fólk: hetta eru tit ikki kvalifiseraðir til, og ein av teimum kendu mentamonnunum segði: Tit koma aldrin væl frá hesum. Í 1992 søgdu fólk: løgið at vit ikki hava gjørt hetta fyrr. So skjótt flyta vit okkum, so lítið føst eru mørkini, sum eru um okkum – sum vit seta um okkum.
Og Jonhard helt fram at mála myndina:
- Hetta er søgan hjá okkara landi. Tá ið vit skulu gera sum hini, maktast vit, tí vit eiga ikki serfrøðingarnar, úrvalsliðini, forløgini og universitetini. Vit eiga heldur ikki pengarnar. Tá ið vit skulu gera sum tey, steðga vit upp. Vit hava ongan livandi møguleika annað enn at fylla á okkara undirlutakenslur. Í New York arbeiðir tú eftir ávísum fortreytum, eisini í London og Reykjavík. Krevja vit tær fortreytirnar, steðgar alt upp, tí tær fortreytirnar fáa vit ongantíð. Gera vit tað eftir okkara fortreytum, so sleppa vit úr naggatódnunum. Hetta er Atlantic Airways søgan umaftur. Høvdu vit biðið fíggjarráðgevar hjá PanAm rokna hesa leiðina út, so høvdu teir mælt staðiliga frá. Í dag eru 225 fólk í starvi hjá AA!
- Høvdu vit spurt á Harward, hvussu eitt so lítið land skal klára seg málsliga, hevði svarið verið: Tað ber ikki til – ov lítið fólk, ov fáir serfrøðing – tey doyggja út. Men teirra hjarta er ikki her. Kanska skuldu vit oftari lurta meira eftir okkum enn hinum. Tí kunnu vit droyma tað, so ber tað til. Fyrr ella seinni. Tað er bara spurningur um tíð
Clinton á gátt
Jonhard Mikkelsen spældi eitt sindur meiri í sama lagi og duri:
-Í heyst støkk 42. forseti USA inn á gólvið hjá føroyingum, og hann endurtók tað, ið so mong onnur hava roynt at prædika her á landi: Minnist til ikki at missa tykkum burtur, nú tit av álvara fara at fjeppast uppi í umheiminum.
- At byrgja seg inni seg nyttar einki, men at tveita sítt egna frá sær er ein vanlukka.
”Tá ið nú umheimsrákini fara at skúra burtur av tykkara sermerkjum, og tit fara at líkjast øðrum meira og meira, roynið sum frægast at varðveita tykkara serkenni” segði Bill Clinton, og allir vipparnir í Havn søgdu vikuna eftir: ”Ja, tja sum Clinton segði, sum Bill segði, sum Clinton-boy segði: Vit mugu ikki missa okkum burtur”.
Men tað gera vit, um vit ikki hjúkla um okkara egna, støðið, fótafestið, okkara røtur, tí tað ger eingin annar. Øll onnur kunnu hjálpa okkum við øllum hinum – bara ikki tí, ið okkara er. Bara ikki tí føroyska. Tað er okkara ábyrgd.
-Tað ringasta við hesum arbeiðnum er, at fyrst droymir tú, síðan brettir tú upp um armar, fert til verka og tá ið liðugt er, er eingin marknaður fyri tí, tú hevur gjørt. Og tað ger, at oman á alt mást tú niður í knø og grulva yvir til tann ríka og biðja um hjálp til at fáa tilfarið út. Tað - Tað er tað ringasta í øllum slíkum arbeiði. Tú mást bukka fyri teimum, ið eiga pengar. Men tað vóru nøkur av teimum stóru, sum skiltu støðuna, og sum uttan at fáa okkum at kenna okkum illa spjaddu til, sum uttan at trygda okkum niður í knø góvu okkum rummisligan stuðul. At tosa um slíkar við menn fær tað at rúmka fyri andanum! Og so nevndi Jonhard stuðlarnar, sum eisini verða nevndir í orðabókunum, áðrenn hann bar hesar persónligu tøkkirnar:
- Eg havi eina tøkk bera einum gomlum vinmanni. Vinmaðurin er Svenning Tausen, sum hevur verið mín hollasti stuðul hesi 25 árini, eg havi fingist við orð, við føroyskt, bókaútgávu og orðabókaúgávu. Hann hevur verið mín yndislærari í føroyskum, hóast hann ongantíð hevur verið mín lærari, og sat eg í sessinum hjá Krisitinu Háfoss hevði eg sent hvønn einasta føroying á skeið hjá honum. Svenning, tú hevur altíð verið tøkur. Túsund takk fyri hjálpina mín holli vinur. Vart tú ikki og hjálpti mær, so stóð uppaftur verri til.
- Og nú - áðrenn tit sleppa at lurta eftir Martini Joensen - kemur konfektin. Hetta er akkurát sum í Hollywood, men hetta er ikki plastikk. Hetta er etkað. Konfektin oman á alt er ein innilig hjartans tøkk til konu mína. Hevði eg ikki verið giftur við Maibritt, hevði eg verið skildur, rokni eg við! Fáar konur hava fingið so ógvusliga kapping frá einari bók, kapping um ta tíð, vit kundu havt saman. Tíð vit kundu brúkt til ymist, sum var stuttligari og sosialari og festligari enn at skriva orð. Tú hevur givið mær rásarúm og frið, sum kravdist fyri at fáa hetta so mikið langt á leið. Tú gjørdi tað, at vit øll høvdu tað gott, hóast eg sat og pilkaðist við orð.
- So góða: túsund tøkk fyri at tú fekst alt at rigga, hóast henda 11-punds daman tók so nógv av okkara felagstíð. Takk fyri at tú gjørdi mær tað møguligt at avrika hetta saman við Annfinni, var kvøðan hjá Jonhardi Mikkelsen, áðrenn hann slapp bygdarmanninum og vinmanninum heilt frá barnaárunum í Vestmanna, Martini Joensen, framat.