Eg ivist ikki í at meiri flúgving innanoyggja er framtíðin.
Spurningurin er bara, hvussu hon skal skipast.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi sigur, at flúgving innanoyggja hevur stóran áhuga hjá føroyska flogfelagnum .
Og nú Landsstýrið fer at taka málið upp til viðgerðar, er ongin ivi um, at Atlantsflog fer at halda seg framat og fer at geva sítt boð uppá, hvussu flúgvingin innanoyggja kann lata seg gera.
Tað, sum stjórin í Atlantsflogi sipar til í sambandi við viðgerina í landsstýrinum, eru tíðindini í Sosialinum herfyri um, at ein bólkur av privatmonnum hevði latið Landsstýrinum eitt nágreiniligt uppskot um, hvussu innanoyggjaflúgving við flúgvara kann setast í verk ímillum Suðuroynna, Havnina og Vágar.
Saman við uppskotinum fekk Landsstýrið eitt tilboð um at seta flúgvingina í verk
Teir, sum stóðu aftanfyri ætlanina hildu, at tað bar til at flúgva einar fýra ferðir um dagin ímillum Suðuroynna og Havnina, umframt tvær ferðir um dagin ímillum Havnina og Vágar um dagin.
Vildi Landsstýrið góðtaka eitt undirskot uppá einar tvær milliónir, fór prísurin á ferðaseðlum at liggja unm 130 krónur.
Men fór prísurin upp á 150-160 krónur mettu teir, at flúgvingin fór at bera seg.
Eftir at hava kannað málið gjølla, komu teir eftir, at ein Cessna Caravan vatnflúgvari var best egnagður til hesa rutuna.
Eg ivist
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at hann hevur ikki sæð ætlanina hjá privatbólkinum um innanoyggja flogsamband og fær tí ikki gjørt viðmerkingar til hana.
Men hann viðgongur tó, at hann ivast í um ein vatnflúgvari er tað rætta í Føroyum.
Vit í Atlantsflogi hava avgjørt okkara fyrivarni mótvegis vatnflúgvarum. Skulu vit brúka vatnflúgvara, hava vit tvey element at hugsa um, og sum skulu vera í lagi fyri at flúgvast kann: veðrið og alduna.
So uttan at hava kannað tað út í æsir má eg fyribils siga, at mær dámar betri at hava fast undir fótum, og at skal flúgving setast í verk, tykist tað skilabetri at gera tað við flúgvara, sum flýgur frá flogvølli til flogvøll.
Men teir, sum hava arbeitt við ætlanini siga, at vatnflúgvarin kann seta seg í at kalla øllum veðri og at har fjørður er, verður neyvan nakrantíð trupulleikar at lenda?
Sum sagt veit eg ov lítið um hatta so eg fái hvørki sagt teimum ímóti ella givið teimum viðhald.
Men eg haldi bara, at skulu vit seta vatnflúgvara í flúgving í Føroyum, má tað umhugsast sera gjølliga, tí í Føroyum kjann verða rættiliga ókyrt til tíðir, eisini inni á firðunum.
Fara at liggja framvið
Annars sigur Magni Arge, at í Atlantsflog ivast teir ikki í, at meiri innanoyggjaflúving er heilt avgjørt framtíðin.
Eg ivist ikki í, at framtíðar samferðslan í Føroyum verður ein kombinatión av sigling og flúgving.
Hvat Suðuroynni t.d. viðvíkur, má endamálið vera at fáa túratalið upp, og tað er sera trupult við einum stórum, havgangandi skipi sum Smyrli.
Tí ivist eg ikki í, at flúgvingin fer at vinda uppá seg í framtíðini.
Og nú Landsstýrið fer at viðgera spurningin um innanoyggjaflúgving, fer Atlantsflog sjálvandi at halda seg framat, og vit fara sjálvandi at geva Landsstýrinum okkara boð uppá, hvussu flúgvingin kann skipast.
Vit eru avgjørt áhugaðir í at menna flúgving innanoyggja, um tað kann verða gjørt við skili.
Skeivt at spjaða
Magni Arge heldur avgjørt, at skal meiri flúgving setast í verk innanoyggja, eigur tað at verða Atlantsflog, sum stendur fyri henni.
Vit eru fáment í Føroyum. Og tað er avmarkað, hvussu stórt avkast innanoyggja flúgving fer at geva.
Tí haldi eg avgjørt, at tað er ein fyrimunur av hava alla flogferðslu savnaða á somu hondum.
Tað verða stór krøv sett til flogferðsluna og øll tey krøvini lýkur Atlantsflog sum er.
Í Atlantsflogi hava vit royndirnar og kunnleikan, báði til teknkk og til flúgving og vit arbeiða á vinnuligum grundarlagi.
Tí vildi tað verið nokk so náttúrligt at ment flúgvingina innanoyggja útfrá teimum fortreytum vit hava, tí so fáa vit royndirnar við okkum, sum kunnu verða grundarlagi undir flúgvingini.
Tað var eisini útfrá somu fortreytum, at tyrluflúgvingin varð tikin frá Strand-ferðsluni og løgd undir Atlantsflog fyri nøkrum árum síðani.
500 krónur fyri ferðaseðilin
Magni Arge sigur, at eitt er, hvussu innanoyggjaflúgvingin skal skipast.
Ein annar, stórur spurningur at taka støðu til, er, hvørjum grundarlagið tað skal flúgvast á.
Skal flúgvingin innanoyggja verða ein vinna, sum hvílur í sær sjálvum fíggjarliga, ella skal tað verða ein vinna, sum skal stuðlast.
Tann spurningurin er politiskur og bara politiskur.
Sum er verður innanoyggjaflúgvingin væl stuðlað úr landskassanum.
Men táið við í Atlantsflogi hava tosað um meiri umfatandi flúgving innanoyggja, er tað útfrá marknaðartreytum og at hon skal bera seg fíggjarliga.
Og til tað eru ferðaseðlarnir við tyrluni alt, alt ov bíligir, sum er.
Magni Arge sigur, at tað er ongastaðni so bíligt at flúgva, sum innanoyggja í Føroyum.
Eg kann nevna, at tað kostar einar 800 krónur at flúgva úr Keypmannahavn til Malmø, hóast tað bara tekur 8-10 minuttir.
Í Grønlandi er somuleiðis munandi dýrari at flúgva enn tað er Føroyum.
Men sjálvandi veldst prísurin eisini um, hvussu nógvum fólkum og nógvum farmi, vit rokna við, og, hvussu ofta, vit skulu flúgva.
Skulu vit hava eina tyrlu afturat, verður beinanvegin talan um eina stóra íløgu.
Men tosa vit hinvegin um at víðka tænastuna, sum er við tí eini tyrluni, vit hava, verður tað sjálvandi munandi bíligari.
Magni Arge sigur, at sjálvur hevur hann skotið uppá ein ferðaseðlaprís upp á einar 500 krónur hvønn vegin ímillum Havnina og Suðuroynna við tyrluni - um flúgvingin skal bera seg.
Sostatt verður ikki talan um eitt ferðasamband til tað vanliga ferðafólkið.
Talan verður heldur um eitt ferðasamband fyri tey, sum ferðast í ørindum, antin handilsørindum ella almennum ørindum ella ørum ørindum.
Uttan at hann, sum sagt, hevur kannað ætlanina, sum privatbólkurin hevur lagt fyri Landsstýrið, heldur Magni Arge, at ein ferðaseðlaprísur uppá einar 150-160 krónur, ljóðar ?ónatúrliga bíligt³, sum hann tekur til.
Hetta er annars prísurin, sum privatbólkurin hevur nevnt í uppskotinum til Landsstýrið, at ferðaseðilin skal kosta, um flúgvingin skal bera seg.
So bíligt sleppur tú ikki at flúgva nakrastaðni í verðini.
Men ein annar trupulleiki við ferðaseðlaprísinum, er so sjálvandi tað, at nógvar útoyggjar hava at kalla onki samband uttan tyrluflúgvingina og hon varð júst sett í verk fyri at styrkja útjaðaran.
Ein møguleiki kundi sjálvandi verið at havt ymiskar prísir, sigur Magni Arge.
Stjórin í Atlantsflogi sigur, at príslegan skal góðkennast í landsstýrinum.
Magni Arge sigur, at í triðja lagi skulu vit taka støðu til, hvat slag av flúgving, vit skulu hava.
Skulu vit flúgva við tyrlu, ella skulu vit flúgva við flúgvara, og skulu vit flúgva ímillum flogvøllir, ella skulu vit hava vatnflúgvara.
Táið støða skal takast til tað, skal tað metast útfrá trimum viðurskiftum: Teimum fíggjarligu viðurskiftunum, trygdini og regularitetinum.
Sjálvur heldur Magni Arge at t.d. trygdin hevur ómetaligan stóran týdning.
Veður og vindur eru kreftir, sum vit ikki eiga at seta okkum upp ímóti.
Og skuldi eitt óhapp hent, er eitt slíkt tiltak jarðlagt nógv ár fram í tíðina.
Tyrlu í fyrstuni
Stjórin á Atlnatsflogi sigur, at sjálvandi hevur Atlantsflog sína hugsan um, hvussu flúgving innanoyggja kann skipast.
Vit halda, at í fyrstu atløgu ber tað væl til at fara undir meiri umfatandi flúgving við tyrluni.
Tað sigi eg útfrá tí, at vit hava longu alt, sum skal til at fara undir meiri umfatandi tyrluflúgving, báði tyrluna, tyrlupallarnar kring landið, manningina, royndirnar og vit vita, hvat tað kostar.
Í longdini hugsa vit okkum eitt ferðasamband ímillum Suðuroynna við flúgvara, sum flýgur av flogvølli til flogvøll.
Tí sum sagt hava vit eitt ávíst fyrivarni mótvegis vatnflúgvarum í Føroyum.
Tað krevur so sjálvsagt flogvøll í Suðuroy og í Havn
Men teir nýtast hvørki at verða serliga langir, ella serliga framkomnir - ein slættur grúsvøllur er nóg mikið.
Annars sigur Magni Arge, at sum er, er ongin trupulleiki hjá Atlantsflogi at fáa fatur á einum flúgvara og at fara undir flúgvingina.
Spurningurin er bara, hvar flúgvarin skal lenda og, hvørjum, fíggjarligum grundarlagið, flúgvingin skal skipast eftir, sigur stjórin í Atlantsflogi.