honum ikki var nógv skil á spælinum hjá Suðringum. Størsti tregin hjá Glenn Ståhl er tó, at Suðringar hava so skerda manning. Glenn Ståhl sigur seg ivast í um hann fær møtt B36 í fyrru hálvfinaluni í kappingini [...] EB/Streymi í Hólmanum á Eiði í dag. Seinastu løtuna eydnaðist tað tó heimaliðnum at bjarga sær eitt stig við einum 2-2 javnleiki. Høvuðsvenjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl iðrar seg um, at tað ikki helt hjá [...] kappingini um løgmanssteypið á útivølli í Gundadali í Havn við 11 monnum. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Glenn Ståhl fyrr í kvøld. Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá
fyri, at døglingar sjálvir svimja á land i í norðara helvt av Suðuroynni. Í 2014 løgdu fimm døglingar beinini í Hvalba og í 2015 løgdu tveir døglingar beinini í grannabygdini Sandvík. Jacob Vestergaard upplýsir [...] skornir upp og býttir til bygdirnar í Hvalbiar sókn, ið eru Sandvík og Hvalba. Hendan dagin vóru eisini fýra døglingar heilt inni í fjørðuni í Hvalba, men teir rendu seg ikki fastar og fóru tískil út aftur [...] Fýra døglingar hava í morgun lagt beinini í Hvalba. Tað var tá hvalbingar í morgun fóru tíðliga á føtur fyri at náa Smyril til Havnar, at teir varnaðust, at fýra døglingar høvdu lagt beinini á sandinum
sum bíløgdu meðan feilurin var í skipanini, at fáa vøruna fyri 39,99 krónur, váttar Version2 fyri DR í dag. Ein skermmynd, sum Version2 hevur fingið frá einum kunda í H&M vísir, at viðkomandi hevur spart [...] samskiftisfólk frá H&M við Version2. Enn hevur H&M ikki sagt, hvør orsøkin var til tekniska feilin, og í telduposti sigur talsfólk hjá fyritøkuni við DR, at ikki verður svarað uppá fleiri spurningar um grundina [...] Í morgun vóru tað fleiri, sum keyptu vøru av heimasíðuni hjá H&M fyri 39,99 krónur. Hetta er vøra, sum eigur at kosta fleiri hundrað krónur. Hóast talan var um ein fleil í skipanini, ið bert vardi eina
hevur ikki gingið serliga væl hjá walisiska felagnum, Swansea, hetta kappingarárið. Eftir 11 dystir liggur Swansea á næstniðasta plássinum í Premier League, har tað bert er vorðið til tveir sigrar í teimum [...] Makelele sum hjálparvenjari í Swansea, og tí hevur felagið verið noytt at gjørt ymiskar broytingar. Og í gjár gjørdist greitt hvørjar broytingarnar vera. Nýggi hjálparvenjarin í Swansea verður Leon Britton [...] verið liðskipari hjá Swansea. Hann gevst ikki at spæla, og verður sostatt leikandi hjálparvenjari, men liðskiparabandið gevur hann frá sær. Nýggjur liðskipari í Swansea verður spanski Angel Rangel, ið hevur
tíma ikki undir tað og sostatt eru at nógvir útisetar, sum als ikki brúka sín atkvøðurætt í Føroyum. Men nú skal tað verða munandi lættari og tí tí sambandi fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innl [...] lesandi, og øðrum føroyingum, sum búgva uttanlands, at velja í Føroyum. Føroyingar, sum lesa uttanlands, ella eru uttanlands fyribils, hava valrætt í Føroyum. Men tað hevur verið ein slík kanossaferð hjá teimum [...] skulu útisetar, sum hava valrætt í Føroyum, og sum vilja brúka sín atkvøðurætt, útfylla eitt oyðiblað við nøkrum fáum upplysingum, og senda tað til fólkayvirlitið í kommununi, har tey búgva.
soninum, tó ikki samlegu, fyri blóðskemd og blygdarskemd. Danska revsilógin bólkar allan seksuellan ágang móti børnum undir 12 ár sum neyðtøka. Mitt í oktobur bleiv so ein 42 ára gamal maður handtikin í málinum [...] maðurin eggjar kvinnuna til at fremja neyðtøkuna av soninum. Bæði nokta seg sek í ákærunum. 42 ára gamli maðurin er ikki pápi at barninum og livir ei heldur saman við kvinnuni. Revsiramman fyri blóðskemd [...] málinum og varðhaldsfonslaður. Í dag váttar Nordsjælland Politi fyri Miðlahúsinum, at maðurin er føroyingur. Mamma at fýra ára gamla dreinginum bleiv varðhaldsfongslað 20. septembur. Ritzau skrivar, at løgreglan
Teistin, sum fór av Gomlurætt klokkan 07.25 í morgun, skuldi leggja inn í havnina í Skopun, slapp hann ikki inn fyri brimi og vindi. Tað var rættiliga ófantaligt í innsiglingini hesa løtu. Teistin lá út fyri [...] vestligur í ættini, og tað er væl av vindi. Fyri løtu síðan segði vindmátarin hjá Landsverki, at mesti vindur í Skopun er 25 metrar um sekundið, og á Brekkuni Stóru í Sandoynni er vindmegin upp í 31 metrar [...] bíðaði eftir líkindum, men tað eydnaðist ikki skiparanum at sleppa inn í havnina við skipinum. Hetta førdi til, at neyðugt varð at avlýsa túrin úr Skopun klokkan 08.10. Í fráboðan frá Strandfaraskipum Landsins
segði frá ítrótti, fyrst í Útvarpi Føroya, og síðani í Sjónvarpi Føroya. Árni slær fast, at hann segði ikki "Takk Harri", men "Takk Kári" beint aftaná dystin í Belfast, 1. mai í 1991, tá Kári Reynheim tryggjaði [...] sum ítróttarfrásøgumaður í sjónvarps- og í útvarpshøpi. Hann er eisini pápi landsliðsliðskiparan, Atla Gregersen. Árni Gregersen vitjaði fótbóltspanelið í SportBoxini hjá Rás2 í dag til eitt prát um góðar [...] tíðina hjá Árna Gregersen, tá hann var dómari í bestu fótbóltsdeildini. Ikki minst var nomið við minniliga avgerandi dystin í 1971 millum KÍ og HB norðuri í Klaksvík, tá nógv var kjakast um eitt mál hjá
fyrr í kvøld gjørdi við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Jákup Mikkelsen aftaná 0-0 javnleikin millum Skála og ÍF á Skála. ÍF hevur nú spælt tríggjar dystir á rað í effodeildini, umframt eina fjórðingsfinalu í kappingini [...] Tó hevur liðið fingið stig í tveimum málleysum javnleikum við 0-0 dystum ímóti HB, og í dag ímóti Skála. Arbeiðssetningurin hjá Jákupi Mikkelsen og hansara monnum bleiv ikki lættari, tá fremsti maður, [...] hálvleik áðrenn hann var skiftur út. Jákup Mikkelsen ásannar eisini, at tað stóð ikki væl til í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gekk munandi betur hjá ÍF, sum eisini kom til nakrar stórar málmøguleikar
StÍF á Skála í dag. Í steðginum var StÍF á odda 13-12. Teitur Joensen ásannar, at talan var um tveir ógvuliga ymiskar hálvleikir, har tað ikki hekk serliga væl saman í fyrra hálvleiki. Í steðginum fingu [...] ar løgdu hart út í seinna hálvleiki, og vóru á odda við seks málum áðrenn strandingar høvdu vent sær. Teitur Joensen nevnir eisini Emil Dam í málinum, sum aftur í dag, hóast hann ikki hevur vant nakað [...] at fyrireika seg til at spæla ímóti Kyndli á útivølli komandi sunnudag. Tað verður strævið at koma í FM finalurnar, men kollfirðingar eru við gott mót.