Fingu ein uppsang í steðginum sum munaði

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Teit Joensen taka samanum tveir ógvuliga ymiskar hálvleikir hjá KÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við trímálsskjúttan hjá KÍF, Teitur Joensen, sum saman við liðfeløgunum vann 28-21 á StÍF á Skála í dag. Í steðginum var StÍF á odda 13-12.

 

Teitur Joensen ásannar, at talan var um tveir ógvuliga ymiskar hálvleikir, har tað ikki hekk serliga væl saman í fyrra hálvleiki.

 

Í steðginum fingu KÍF-arnir ein ordans uppsang frá venjaranum, Jeppe Borch, sum veruliga munaði, og kollfirðingar løgdu hart út í seinna hálvleiki, og vóru á odda við seks málum áðrenn strandingar høvdu vent sær.

 

Teitur Joensen nevnir eisini Emil Dam í málinum, sum aftur í dag, hóast hann ikki hevur vant nakað serligt stóð ein branddyst. Nú fara kollfirðingar at fyrireika seg til at spæla ímóti Kyndli á útivølli komandi sunnudag. Tað verður strævið at koma í FM finalurnar, men kollfirðingar eru við gott mót.