Nú skal tað verða munandi lættari hjá lesandi, og øðrum føroyingum, sum búgva uttanlands, at velja í Føroyum.
Føroyingar, sum lesa uttanlands, ella eru uttanlands fyribils, hava valrætt í Føroyum. Men tað hevur verið ein slík kanossaferð hjá teimum at verða skrivað á vallistarnar, at tey tíma ikki undir tað og sostatt eru at nógvir útisetar, sum als ikki brúka sín atkvøðurætt í Føroyum.
Men nú skal tað verða munandi lættari og tí tí sambandi fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum at broyta kunngerðina um hesi viðurskifti.
Ein broyting, sum verður gjørd, er, at kravið um at ein lesandi skal fáa váttan frá útbúgvingarstovninum har viðkomandi gongur, verður slept.
Tá ið kunngerðin er broytt, skulu útisetar, sum hava valrætt í Føroyum, og sum vilja brúka sín atkvøðurætt, útfylla eitt oyðiblað við nøkrum fáum upplysingum, og senda tað til fólkayvirlitið í kommununi, har tey búgva.