Hann er kendur tíðindamaður, politiskur viðmerkjari, og eisini væl kendur, sum ítróttarfrásøgumaður í sjónvarps- og í útvarpshøpi. Hann er eisini pápi landsliðsliðskiparan, Atla Gregersen.
Árni Gregersen vitjaði fótbóltspanelið í SportBoxini hjá Rás2 í dag til eitt prát um góðar gamlar dagar.
Prátað var um tíðina hjá Árna Gregersen, tá hann var dómari í bestu fótbóltsdeildini. Ikki minst var nomið við minniliga avgerandi dystin í 1971 millum KÍ og HB norðuri í Klaksvík, tá nógv var kjakast um eitt mál hjá KÍ, sum Árni Gregersen kolldømdi.
Prátað var eisini um tíðina hjá Árna Gregersen, tá hann segði frá ítrótti, fyrst í Útvarpi Føroya, og síðani í Sjónvarpi Føroya. Árni slær fast, at hann segði ikki "Takk Harri", men "Takk Kári" beint aftaná dystin í Belfast, 1. mai í 1991, tá Kári Reynheim tryggjaði Føroyum javnleik 1-1.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina her.