Fýra døglingar lagt beinini í Hvalba

Fýra døglingar hava í morgun lagt beinini í Hvalba. Tað var tá hvalbingar í morgun fóru tíðliga á føtur fyri at náa Smyril til Havnar, at teir varnaðust, at fýra døglingar høvdu lagt beinini á sandinum.


- Tað var um hálvgum seks tíðina í morgun, at eg fekk boðini um, at fýra døglingar vóru strandaðir á sandinum í Hvalba, upplýsir Jacob Vestergaard, sýslumaður.


Tað er ikki lov at reka døglingarnar á land, men tað kemur javnan fyri, at døglingar sjálvir svimja á land i í norðara helvt av Suðuroynni. Í 2014 løgdu fimm døglingar beinini í Hvalba og í 2015 løgdu tveir døglingar beinini í grannabygdini Sandvík.


Jacob Vestergaard upplýsir, at døglingarnir verða skornir upp og býttir til bygdirnar í Hvalbiar sókn, ið eru Sandvík og Hvalba.

 

Hendan dagin vóru eisini fýra døglingar heilt inni í fjørðuni í Hvalba, men teir rendu seg ikki fastar og fóru tískil út aftur.