Brim í Skopun: Teistin avlýsir

Tá Teistin, sum fór av Gomlurætt klokkan 07.25, skuldi leggja inn í havnina í Skopun, slapp hann ikki inn fyri brimi og vindi.

Tá Teistin, sum fór av Gomlurætt klokkan 07.25 í morgun, skuldi leggja inn í havnina í Skopun, slapp hann ikki inn fyri brimi og vindi. Tað var rættiliga ófantaligt í innsiglingini hesa løtu.

 

Teistin lá út fyri eina góða løtu og bíðaði eftir líkindum, men tað eydnaðist ikki skiparanum at sleppa inn í havnina við skipinum. Hetta førdi til, at neyðugt varð at avlýsa túrin úr Skopun klokkan 08.10.

 

Í fráboðan frá Strandfaraskipum Landsins verður sagt, at roynt verður aftur klokkan 11.15 av Gomlurætt. Hann er vestligur í ættini, og tað er væl av vindi.

 

Fyri løtu síðan segði vindmátarin hjá Landsverki, at mesti vindur í Skopun er 25 metrar um sekundið, og á Brekkuni Stóru í Sandoynni er vindmegin upp í 31 metrar um sekundið.

 

Strandfaraskip Landsins vita eisini at siga, at fyri veður er heldur eingin sigling á Skúvoyarleiðini í løtuni.