Oyndarfirði. Í fororðunum sigur Freydis í 2004, at tað var fyri 30 árum síðani, at hon fór at spyrja og skriva upp um Oyndarfjørð. Tá hugsaði hon ikki um, at tað einaferð skuldi koma út í bók. Hetta var um [...] til at skriva Tey byggja land. Símun og Freydis arbeiddu saman í skúlanum í Klaksvík, og Símun lat Freydis sleppa at skriva fólkateljingarnar av úr bókunum, sum hann fekk til láns. Freydis sigur, at pápi [...] Oyndarfirði, men hon sigur sjálv, at tað var ikki fyrrenn hon hevði keypt hús í Oyndarfirði síðst í seksti árunum, at hon rættiliga kom at kenna bygdina. Johanna og Martin Poulsen og øll teirra vóru friðarfólk
endaði tað við javnleiki. Úrslitini bera við sær, at EB/Streymur framvegis er oddalið, at KÍ framvegis er næstfremst og einasta ósigraða liðið, og at B36 á triðja plássinum hevur fingið kapping frá GÍ [...] rættuliga at gerast partur av toppstríðnum. Nú fingu teir bara eitt stig burturúr og eru harvið trý stig frá triðja plássi og fimm stig frá oddaliðnum. Tølini vísa, at tað framvegis er soleiðis, at HB trívst [...] eftir fýra tey fyrstu umførini. Men tað er nóg mikið til, at NSÍ við sigri á heimavølli í kommunuuppgerðini móti Skála mikukvøldið hevur møguleika at fáa samband við tey, sum eru á heiðursmerkjaplássum. Við
ja nærum vandamikið, at Catherine Hardwicke bara fer undir at leikstjórna ein av stóru søgunum, ið allur kristindómurin byggir á. Hon rakar niður í ein øktan áhuga fyri trúgv. At koma fram við einum [...] so púra svakliga burturvið, men eg eri bangin fyri, at nógv kjak kemur at standa um hendan filmin. Í minsta lagi, so hevur Havnar Bio ikki valt at sensurerað filmin, av onkrari løgnari orsøk. Leikstjórin [...] filmur, ið beinleiðis roynir at boða kristindómin, men meiri ein filmur um ein tannáring, sum fær eina stóra ábyrgd. Eg eri onga løtu í iva um, at tey kristnu fara í biograf at hyggja eftir filminum um
var hon einsamøll um at røkja hesa uppgávuna. Tað skuldi eitast, at hon átti sínar frídagar. Men tað var uppgávan, sum taldi, og oftast var eingin avloysari. Hon arbeiddi so at siga hvønn dag – gerandis [...] og áðrenn hon fór at læra, ansaði hon eitt stutt skifti børnunum hjá Lomholdt, sum vóru læknahjún í Klaksvík og búðu í læknaíbúðini á loftinum á sjúkrahúsinum. Í nógv ár bar tað til at læra til sjúkrasystir [...] vakurt at síggja, hvussu væl Trinelena og Hans Jacob, sáli, hava tikið sær av Jónu. Hóast avlopstíðin neyvan mundi vera so nógv, so hevur Trinelena havt nógv frítíðarítriv. Henni hevur dámað væl at fingist
sterka ljósið so skjótt sum menniskja ger. Tí blívur hundurin við við at vera bangin og nervøsur. Tað lættasta er, at venja hundin til at einki hendir, tá ljóðið og ljósið kemur frá fýrverkinum. Tú kanst venja [...] okkurt skot er. Tað er sera umráðandi, at tú ikki roynir at troysta hundin tí tað kann gera hann meiri bangnan. Tú kann spæla við hundin ella gera ymiskar venjingar, so at hundurin flytir uppmerksomheitina [...] skotið verður. Hundarnir verða ávirkaðir á ymiskan hátt av fýrverki. Hetta vísir seg við at hundurin t.d. byrjar at vera nervøsur og goymur seg, søkir kontakt, ýlur, grulvar, slevar, ger av sær á gólvið
hinir kyndlaleikararnir byrjaðu at leika dreymahondbólt. Ilt er at meta um, hvat hendi hesa løtuna. Kyndlaleikararnir tóktust til tíðir at vera heldur oman á í dystinum, men at teir skuldu gerast so nógv betur [...] fylgdust liðini væl at eina løtu, men Kyndil var alla tíð oman á. Teir førdu við einum máli, so førdu teir við tveimum málum, og sigast kann, at gestirnir úr Kollafirði ongantíð megnaðu at taka leiðsluna. [...] aftur. Í síðsta álopinum tóku teir eitt time-out fyri at tosa um tingini, og nú var munurin bara eitt mál. Tá KÍF kom inn aftur á vøllin eydnaðist teimum at skora, so nú stóð á jøvnum, tá liðini fóru til hálvleiks
fyrstu ferð, at nakar fimleikari hevur gjørt eina dupulta salto til eina FM kapping og er enn eitt prógv um, at fimleikararnir áhaldandi trýsta seg sjálvar at blíva betri. Tað var bara synd, at Kristian lendi [...] Fimleikafelag vann sostatt føroyameistaraheitið. Hóast Olivur ikki beinleiðis hevur nakran at kappast í móti, sæst, at hann er vorðin betri og betri seinastu tíðina. Bólkurin hjá monnunum er eisini ein rættiliga [...] á, er, at amboðskappingarnar ofta gerast í so drúgvar, og hendan kappingin var einki undantak í so máta. Amboðsfinalurnar Sunnudagin vóru amboðsfinalurnar á skránni. Tað sást á fimleikarunum, at tey enn
ikki annað, so fingu gallaluttakararnir nakað at tosa, trætast og kanska eisini at skeldast um restina av kvøldinum. Undir øllum umstøðum, so er ikki frítt, at hesi kvøldini – har spælarar kunnu hittast undir [...] , og tó at onkur virðisløn kanska var eitt sindur óvæntað, so mundi talan hóast alt vera um eina hampuliga breiða semju, sum varð rokkin við atkvøðunum. Sum ikki einaferð, so stóð tó eftir, at tey, sum [...] skýrdi atkvøðugreiðsluna fyri óseriøsa. Ivaleyst helt hann, at nú Stjørnan hevði vunnið lands- og steypakapping, var tað bara náttúrligt, at teirra spælarar eisini fóru við øllum heiðrunum, men hóast nøkur
forsetanum ber tað ikki til at skipa fyri vali, tí vegasambandið er so vánaligt. José Eduardo dos Santos, forseti, segði í einari røðu fyri stjórnarflokkinum MPLA, at tað er alneyðugt at bøta um vegasambandið [...] næsta ár, segði hann. Forsetin duldi tó ikki fyri, at betri vega- og jarnbreytarsamband fer at koma flokkinum til góðar, tá val eina ferð verður. At valið verður næsta ár er ikki í samsvari við tað, sum [...] Helsingfors siga, at avbjóðarin fekk nógvar veljarar afturat teir seinastu dagarnar upp undir seinna valumfarið, meðan forsetin fekk atkvøðurnar frá teimum, sum longu framman undan høvdu avgjørt at stuðla henni
Hennara útleggingar eydnaðust so mikið væl, at hvørki Bob Marley ella okkara egni Poul F hava neyvan nakað at finnast at. Umframt hetta, dittaði hon sær eisini at fara undir onnur coverløg sum frálíka lagið [...] og mest idylliska spælistaðið, Eivør hevur framført á. Men tað forðar ikki henni í, at enn einaferð at prógva, at í Eivør eiga vit føroyingar ein gimstein. Hølini líkjast ikki sørt einari gamlari verksmiðju [...] fevndi rættiliga breitt hetta kalda kvøldið. Vit fingu møguleika at hoyra coverløg heilt úr Sumba til Jameika. Eivør var so mikið djørv at royna sína egnu útlegging av yrkingini hjá Poul F. Átjan , sum