Ein bíbliusøguligur filmur

Hetta er einki annað enn film­ur­in um jólaevangeliið. Um tey úr Nazareth, høv­uðs­stað­num í Galilæa. Her býr ein so ótrúliga fitt genta kall­að Maria. Foreldrini eita Anna og Joakim, tey stríðast fyri at breyðføða seg. Fyri at halda svongdini frá durunum. Lív­ið er hart, vit eru millum fyrr­ver­andi beduinar sum liva í brons­u­aldr­i­num.

Landið er undir rómverjum, so tey skulu gjalda stórar skatt­ir. Tað er kongurin Herodes, ið vil hava hetta. Hin ungi timb­ur­mað­ur­in Jósef kemur til bygd­ina Nazareth úr Betlehem og biður Joakim um hondina hjá dótturini Mariu. Hetta siga tey ja til. Jósef er ein maður, ið eru kendur fyri at arbeiða hart. Hann er ein dugnaligur hondverkari og eitt gott partí fyri ungu kvinnuna.
Vit kenna øll søguna, ella øll tey, ið hava havt tað all­ar­minsta av bíbliufrálæru í skúlanum. Maria fær eina op­in­bering frá eingilinum Gabr­iel, um at hon skal føða Guðs son og hann skal eita Jesus. Systk­in­a­barnið hjá henni Elisabeth skal føða sonin Johannes, ið skal leiða Jesus fram.
Við eitt koma kendu boðini frá einum vissum Herodes um at fáa tal á jødunum. Øll skulu venda heim til teirra føðibygd og lata seg skriva í manntal.

Maria frá New Zealandi
Hin sera fitt maorigentan úr New Zeelandi Keisha Castle-Huges (1990) spælir Maria. Hon er kend frá fitta filminum hjá Niki Caros Whale Rider (2002), ið gav henni eina Osc­ar­nominering. Seinni var hon eisini við í Star Wars - Re­ven­ge of the Sith (2005), Har hon spældi drotningin á Naboo. Hini fólkini sum eru við í film­inum, so sum Oscar Isaac, ið leikar sum Jósef, er ikki so kendur, heldur ikki Shohreh Aghdashloo, men Ciarán Hinds var tó við í
Spielbergsa Munich (2005) og í filminum hjá Michael Mann Miami Vice (2006).
Sum heild eru hetta øll nær­um ókend fólk, ið sjálvandi kann gera filmin eitt vet meiri au­tent­isk­an.

Antin er hetta naka,         ella yvirhøvur ikki
Tað er sera løgi, ja nærum vand­amikið, at Catherine Hardwicke bara fer undir at leikstjórna ein av stóru søgunum, ið allur krist­in­dómurin byggir á. Hon rakar nið­ur í ein øktan áhuga fyri trúgv.
At koma fram við einum filmi um Jesu føðing á jólum burdi ikki verið so púra svakliga burt­ur­við, men eg eri bangin fyri, at nógv kjak kemur at standa um hendan filmin.
Í minsta lagi, so hevur Havn­ar Bio ikki valt at sensurerað film­in, av onkrari løgnari orsøk.
Leikstjórin Catherine Hardwicke hevur annars gjørt feita film­in Thirteen (2003), sum varð gjørdur fyri bert 2 milliónir doll­ars. Hesin filmurin gav henni sera fíni filmvirðislønina á Sundance Film Festivalinum í 2003 og aðrar virðislønir.
Eg hevði tað løgið allanvegin und­ir hesum filminum. Eg skilji ikki hví filmurin er gjørdur, ann­að enn okkurt slag av reinari spek­u­latión. Hann er tó væl gjørd­­ur og tey leika hampuliga væl.
Í 60'unum og 50'unum var meiri vanligt við bíbl­i­u­søg­u­lig­um filmum, filmar sum »The Ten Commandments« var eitt stórt brak í 1956.
Hetta er ikki ein filmur, ið beinleiðis roynir at boða krist­in­dóm­in, men meiri ein filmur um ein tannáring, sum fær eina stóra ábyrgd.
Eg eri onga løtu í iva um, at tey kristnu fara í biograf at hyggja eftir filminum um eg so gevi honum ringasta ummæli sum er til. Vit hava ikki so ein slík­an film, síðani filmin hjá Mel Gibson um Jesu líðing, so hes­in filmur skal nokk koma at klára seg.
3 stjørnur av 6
Vejen til Bethlehem/The Nativity Story

Leikandi:
Keisha Castle-Hughes:        Maria
Oscar Isaac:            Josef
Shohreh Aghdashloo:        Elisabeth
Ciarán Hinds:            Herodes

Leikstjóri Catherine Hardwicke. Loyvdur fyri øll yvir 7 ár. 101 minuttir. Frumframsýndur í Havnar Bio fríggjadagin 1. desembur.