Føroyameistararnir í amboðsfimleiki funnir

Frálíkir fimleikarar vístu síni kynstur í føroyameistarakappingini og amboðsfinalunum farna vikuskiftið.

FIMLEIKUR

 

Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær til Runavíkar leyardagin og sunnudagin, tá ið føroyameistarakappingar og amboðsfinalur vóru hjá eldru fimleikarunum. 26 vælupplagdir fimleikarar frá Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk møttust í eini sera spennandi og harðari kapping. Fimleikararnir kappaðust í lopi, á gólvinum, á bitanum og í ringunum. Sunnudagin kappaðust mansunglingar og menn eisini í paralellu barrunum.

 

Flestu føroyameistararnir úr Havn

Leygardagin var føroyameistarakappingin á skránni. Kappingin var samstundis undankapping til amboðsfinalurnar sunnudagin. Hjá kvinnuunglingunum gjørdist tað Natasha Olsen frá Ljósinum, sum streyk avstað við sigrinum. Natasha hevur ment seg sera nógv seinastu tíðina, og hon hevur eisini vunnið allar steypakappingarnar í amboðsfimleiki, sum hava verið í ár. Eyðna Danielsen frá Havnar Fimleikafelag gjørdist nummar tvey, og Birita Poulsen, sum eisini er frá Havnar Fimleikafelag, endaði á triðja plássinum.

Kvinnubólkurin er rættiliga stórur, og hørð kapping er millum plássini á ovastu rók. Elinborg T. Durhuus frá Ljósinum og Sonja Joensen frá Støkk endaðu javnar á fremsta plássinum. Einans 0,15 stig var á muni millum báðar føroyameistararnar og Kristinu Toftegaard frá Støkk, sum gjørdist nummar trý.

Spenningurin í bólkinum hjá mansunglingunum er ikki serliga stórur, tí har er bert ein luttakari. Olivur Debes Eiriksfoss frá Havnar Fimleikafelag vann sostatt føroyameistaraheitið. Hóast Olivur ikki beinleiðis hevur nakran at kappast í móti, sæst, at hann er vorðin betri og betri seinastu tíðina.

Bólkurin hjá monnunum er eisini ein rættiliga spennandi hópur. Eldri fimleikarar eru komnir afturíaftur, og teir smæðast ikki burturúr millum yngru fimleikararnar í bólkinum. Gutti Harryson vann føroyameistaraheitið hjá monnunum, meðan Høgni Øster endaði á øðrum plássi og Fróði Mortensen gjørdist nummar trý. Teir eru allir frá Havnar Fimleikafelag.

Sum heild kann sigast um kappingina leygardagin, at hon var sera spennandi. Eins og í undanfarnu kappingunum í ár, vístu fimleikararnir enn einaferð framúr góðan fimleik, og karmarnir um kappingina vóru sera góðir. Tað einasta, sum ein kann fílast á, er, at amboðskappingarnar ofta gerast í so drúgvar, og hendan kappingin var einki undantak í so máta.

 

Amboðsfinalurnar

Sunnudagin vóru amboðsfinalurnar á skránni. Tað sást á fimleikarunum, at tey enn høvdu kappingina frá degnum fyri sitandi í kroppinum, tí hóast tey vístu góðan og flottan fimleik, var støðið ikki líka høgt sum leygardagin. Fimleikararnir vóru eitt sindur klombrutir, og tað sást eisini, at trýstið á teimum var ikki tað sama sum dagin fyri.

Tíverri vóru tveir fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag sera óheppin. Eyðna Danielsen og Olivur D. Eiriksfoss fingu bæði skaða í gólvíðkanini. Eyðna lendi skeivt í einum av fyrstu lopunum í gólvíðkanini, og tí fekk hon ikki fullfíggjað íðkanina. Olivur lendi eisini skeivt í seinasta lopinum av sínari gólvíðkan, og tí fekk hann ikki verið við í kappingini í lopi um hest. Hann luttók tó bæði í ringunum og paralellu barrunum.

 

Dupult salto

Hóast hon ikki var heilt fullfíggjað, gjørdi Kristian í Lon Olsen frá Støkk eina dupulta salto í sínari gólvíðkan. Hetta var fyrstu ferð, at nakar fimleikari hevur gjørt eina dupulta salto til eina FM kapping og er enn eitt prógv um, at fimleikararnir áhaldandi trýsta seg sjálvar at blíva betri. Tað var bara synd, at Kristian lendi á afturpartinum og ikki megnaði at lenda á beinunum, sum óivað var ætlanin.

Kappingarnar í vikuskiftinum vóru seinastu kappingarnar í amboðsfimleiki hetta fimleikaárið. Í juli fara nakrir fimleikarar úr Føroyum til Isle of Man, har tey fara at vera við í fimleikaoyggjaleikunum. Fimleikasambandið kunngjørdi í gjár, at nýggju landsliðsvenjararnir hjá Føroyum eru Durita Knudsen og Eyvind Akraberg Hansen.

Seinasta tiltakið hjá Fimleikasambandinum hetta kappingarárið verður komandi leygardag, tá ið føroyameistararnir í estetiskum fimleiki skulu finnast hjá pinkum, smágentum og kvinnum.