Tað treingist í toppinum

Kappingin tykist longu hava hug at fara í tveir partar, har seks feløg stríðast um heiðursmerkini, meðan fýra eru soleiðis fyri, at teirra lutur í fyrstu atløgu er at sleppa undan teimum báðum aftastu plássunum

FORMULADEILDIN 7. UMFAR

Sambært støðutalvuni vóru tvær toppuppgerðir á skránni í 7. umfari. Bæði í Gundadali millum oddaliðið EB/Streym og meistararnar úr B36, og í klassikaranum í Klaksvík millum KÍ og HB endaði tað við javnleiki. Úrslitini bera við sær, at EB/Streymur framvegis er oddalið, at KÍ framvegis er næstfremst og einasta ósigraða liðið, og at B36 á triðja plássinum hevur fingið kapping frá GÍ.
Gøtumenn vunnu 2-1 á Skála. Talan var um einasta sigurin á útivølli í hesum umfarinum, og tá ið GÍ fekk fult, meðan øll hini, sum undan umfarinum vóru frammanfyri GÍ, fingu eitt stig í part burturúr, lyftu gøtumenn sær fram ímillum tey bestu. Teir hava bara tapt eina ferð. Hetta var á Eiði í fjórða umfari.
HB hevði inntil síðstu løtuna trý stig á kontini í Klaksvík, og harvið møguleika fyri rættuliga at gerast partur av toppstríðnum. Nú fingu teir bara eitt stig burturúr og eru harvið trý stig frá triðja plássi og fimm stig frá oddaliðnum. Tølini vísa, at tað framvegis er soleiðis, at HB trívst best í Gundadali. Á útivølli hava teir tapt í Gøtu og fingið eitt stig á Skála og í Klaksvík, hóast talan í báðum førum hevur verið um leikliga yvirvág.
Hjá NSÍ gekk tað syndarliga illa í fyrstu umførunum. Eftir fýra tey fyrstu umførini høvdu teir í Runavík bara vunnið í Vági, og tað var tosað um kreppu. Síðani hevur NSÍ burturúr trimum royndum fingið sjey stig. Tað eru tvey færri, enn teir sjálvir settu sær sum mál eftir fýra tey fyrstu umførini. Men tað er nóg mikið til, at NSÍ við sigri á heimavølli í kommunuuppgerðini móti Skála mikukvøldið hevur møguleika at fáa samband við tey, sum eru á heiðursmerkjaplássum.
Við sigri á heimavølli móti B68 slapp VB/Sumba fyri fyrstsu ferð í ár burtur av niðurflytingarplássunum. Eftir fimm tey fyrstu umførini høvdu suðuroyingarnir einki stig. Nú hava teir tvær ferðir á rað fingið fult.
Hjá VB/Sumba er setningurin fyribils tann sami, sum hann er tað hjá Skála, B68 og ÍF. Fuglfirðingar eiga framvegis fyrsta stigið til góða. Málmunurin er 7-24. Støðan minnir nógv um hana, sum B68 var í fyri tveimum árum síðani. Tá fekk B68 fyrsta stigið í júst 7. umfari, og stigið fingu teir í Fuglafirði. Fyri tveimum árum síðani flutti B68 niður. At talan skal verða um sama enda hjá ÍF í ár er eftir sjey tey fyrstu umførini rættuliga sannlíkt.
Hjá uppflytarunum í B68 sær einki serligt út. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava teir einki stig fingið, og nú eru toftamenn næstaftast. Mikukvøldið hittast ÍF og B68 í Fuglafirði, og tá er Tórður Thomsen, sum hevur verið stinnur í B68 málinum, leikbannaður.
Tað eru aðrar tíðir á Skála, enn tað hava verið tvey tey undanfarnu árini. Einasta ferðin, sum teir higartil í ár hava vunnið, var, tá ið VB/Sumba var á Skála í 3. umfari. Tá var úrslitið 5-0, og einki bendi á, at Skála fór at stríðast við VB/Sumba á støðutalvuni. Nú er suðuroyarliðið frammanfyri Skála.
Orsaka av landsliðsferðini til Póllands í vikuskiftinum verður 8. umfar á skránni mitt í hesi vikuni. Mikukvøldið sær skráin soleiðis út: NSÍ-Skála, ÍF-B68, EB/Streymur-KÍ og B36-GÍ. HB og VB/Sumba spæla í Gundadali hóskvøldið.
Eftir sjey tey fyrstu umførini er tað trongt í toppinum, og tað eru møguleikar fyri, at tað ikki verður minni trongt, tá ið tað fer at verða gjørt upp eftir 8. umfarið.