StÍF átti tey bestu

Meistararnir fingu millum lítið og einki, og tað fekk ilt í onkran. Men størsta hondbóltsgallakvøldið higartil var kortini ein succés

Framúr undirtøkan, sum níggjunda gallakvøldið fyri hondbóltin hevði kom óvart á fyrireikararnar. Hesa ferð skuldi kvøldið haldast á Rex í Miðbýnum í Havn, men við 250 fólkum til borðhaldið mátti hetta flytast til aðrar karmar. Hesir vóru til staðar í Ítróttarhøllini á Hálsi, og haðandi vórðu luttakararnir so fartaðir oman í Miðbýin, har veitslan helt fram.
Men fyrst skuldi borðhaldið haldast, og sum vant, so varð nógv lagt fyri, nú hondbóltsspælararnir kundu hittast uttan sveittaroyk, hárbond og harpiks. Ballkjólar, ið hvør vóru flottari enn aðrir, prýddu kvinnurnar, og tá VÍF-menninir komu í leigaðari limousinu, varð stílurin líka sum lagdur fyri kvøldið.

Lítið til meistararnar
Og sjálvt borðhaldið helt sum so fram eftir somu kós. Væl stýrt av Súna Merkistein, ið sambært egnari útsøgn debuteraði sum borðfúti, varð stýrt millum mongu rættirnar við veitslusangi og so sjálvandi eisini handanum av ymsum slag.
Tað eru spælarar og venjarar hjá ymsu feløgunum, sum geva sínar atkvøður til gallakvøldið, og tó at onkur virðisløn kanska var eitt sindur óvæntað, so mundi talan hóast alt vera um eina hampuliga breiða semju, sum varð rokkin við atkvøðunum.
Sum ikki einaferð, so stóð tó eftir, at tey, sum høvdu vunnið størstu sigrarnar á árinum, ikki fingu tað stóra, tá ársins hetta og hatta skuldi handast. Tað fekk ilt í formannin hjá Stjørnuni, sum í samrøðu við Norðlýsið skýrdi atkvøðugreiðsluna fyri óseriøsa. Ivaleyst helt hann, at nú Stjørnan hevði vunnið lands- og steypakapping, var tað bara náttúrligt, at teirra spælarar eisini fóru við øllum heiðrunum, men hóast nøkur top-3 pláss, so var tað bert Una Olsen, sum fekk serstakt steyp við sær norður um tunnilin. Hinvegin var tað helst ein troyst, at landsliðsvenjararnir hjá kvinnum høvdu valt sær tríggjar Stjørnu-spælarar, tá hesir sluppu at velja sær eitt lið, har eingi atlit skuldu takast til tjóðskaparliga upprunan hjá einstaka spælaranum.

Strandingar áttu tey bestu
Skal tosast um nakran stóran vinnara hetta kvøldið, so slepst ikki undan strandingum. Ársins spælarar hjá bæði monnum og kvinnum komu úr StÍF, og ikki minst var fagnaðurin stórur, tá navnið á Ninnu Johansen varð rópt upp fyri aðru ferð hetta kvøldið. Hon vann nevnliga eisini heiðurin sum ársins stjørnuskot, og tó at Ninna ikki sjálv var til staðar hetta kvøldið, so var tað ein errin pápi (Poli Hansen), sum fór á pallin at taka ímóti skreytinum.
Og eisini Finnur Hansson var ikki sørt errin, tá hann varð róptur upp. Leygardagin stóð brúdleyp á skránni, og í hesum sambandi var hópur av familju hansara úr Íslandi komin til landið. Teirra millum abbin, Birgir Bjørnsson, sum telist millum størstu spælararnar í íslendskari hondbóltssøgu, og sum eitt nú eisini hevur venjari hjá Jacob Jónsson í síni tíð. Tí var tað ikki frítt, at tárini høvdu hug at troka seg framat hjá Finni, sum í ár hevur verið ein tann týdningarmesti spælarin hjá strandingum á teirra ferð móti mest sum fasta steypasigrinum.
Og um ikki annað, so fingu gallaluttakararnir nakað at tosa, trætast og kanska eisini at skeldast um restina av kvøldinum. Undir øllum umstøðum, so er ikki frítt, at hesi kvøldini – har spælarar kunnu hittast undir øðrvísi umstøðum – veruliga hava vunnið hevd í føroyskum ítrótti. Ikki minst innan hondbóltin, ið var undangonguítrótt á økinum, og har tey um eitt ár kunnu halda tíggjunda gallakvøldið. Tað níggjunda av slagnum var í øllum førum ein succés.