Nógv húsdjór verða ávirkaði av fýrverk, og vit skulu ikki fleiri dagar inn í desembur, áðrenn fólk byrja at skjóta fýrverk.
Nógvir hundar verða ógvusliga ávirkaði av fýrverki, men kettur og hestar kunnu eisini hava eina stóra reaktión tá skotið verður.
Hundarnir verða ávirkaðir á ymiskan hátt av fýrverki. Hetta vísir seg við at hundurin t.d. byrjar at vera nervøsur og goymur seg, søkir kontakt, ýlur, grulvar, slevar, ger av sær á gólvið, melur runt um seg sjálvan, missur matarlystin ellar rystir. Stutt sagt broytist atferðin hjá hundinum.
Hví verður hundurin bangin?
Hundurin hoyrir 6-8 ferðir betur enn vit og verður hann bangin tá hann ikki kennir “nýggju” ljóðini og sterka ljósið. Hundurin verður bangin, og gloymir ikki hesi ljóðini og sterka ljósið so skjótt sum menniskja ger. Tí blívur hundurin við við at vera bangin og nervøsur.
Tað lættasta er, at venja hundin til at einki hendir, tá ljóðið og ljósið kemur frá fýrverkinum. Tú kanst venja hundin við ljóðupptøkum frá fýrverki í eitt tíðarskeið, tá tað ikki verður skotið uttandura. Um hetta ikki er gjørligt, skal tú verja hundin frá ljóðinum og ljósinum. Far ein túr áðrenn skotið verður, og hav hundin í bandið, so hann ikki kann rýma um okkurt skot er. Tað er sera umráðandi, at tú ikki roynir at troysta hundin tí tað kann gera hann meiri bangnan. Tú kann spæla við hundin ella gera ymiskar venjingar, so at hundurin flytir uppmerksomheitina á okkurt annað. Um tú ikki fær samband við hundin, skal tú vera so rólig/ur og náttúrlig/ur sum gjørligt. Um hundurin hevur lagt seg undir sofuna, so lat hann liggja har. Spæl tónleik, sum kann sissa hann og hav ljósið tendrað, og lat hundin vera í kendum umhvørvið.
DAP er ein luktur, sum kann sissa hundin. Hetta evni finst í spray og í dós, sum verður sett í eina stikkkontakt, og spjaðir luktin. Hetta evni inniheldur ferromonir, sum hava góð árin á flestu hundar. Sproytast kann á teppi hjá hundinum, og skal tað gerast við 2 tíma millumbili, meðan el-dósin skal vera tendrað í minsta lagi 2 vikur undan at fýrverkið verður skotið. Hetta kann m.a. keypast á intenetinum á heimasíðuni
www.loppetjansen.dk
Á heimasíðuni hjá Dyrenes Beskyttelse kanst tú keypa eina fløgu (lydtræning for familiedyr) sum spælir dygdargóðar upptøkur av ymiskum ljóðum, herav skotum, fýrverki og av toruni.
Tá tú skal venja hundin við ljóðini, eigur tú at byrja í góðari tíð áðrenn nýggjársaftan, um hundurin er bangin fyri fýrverki. Fløgan kann keypast á www.dyrenes-beskyttelse-butik.dk
Fyri tann bangna hundin, kann stillandi heilivágur saman við doyvandi heilivági vera loysnin. Og tá skal tú tosa við djóralæknan, men ger hetta longu nú, og ikki millum jól og nýggjárs, so tit við vissu kunnu tryggja hundin.
Ketta er ikki von at fáa sissandi heilivág til nýggjárs. Hon er vanliga ikki eins bangin og hundurin er. Summar kettur goyma seg vanliga undir einum stóli, sofu ella einum skápi til larmurin er yvirstaðin.
Hestar skulu ikki standa úti mitt í larminum, men heldur setast inn í teirra bás.
Onnur kelidjór, skulu á sama hátt takast inn tá skotið verður inn í nýggja árið, so eingin vanlukka stendur av tí, ella at djórini doyggja av stressi.
Keldur:
www.dyrenes-beskyttelse.dk
www.dyrelaegevagten.dk
www.netdyredoktor.dk
www.loppetjansen.dk











