dagsskránni í hesum døgum, har kann eg nevna sum dømi avtøku av oljuavgjaldinum, so familjur í hesum landi sleppa frá at sita køld við glintandi tonnum, men aftur fáa ráð at fylla sær tangan og fáa hita í kroppin [...] hvussu vit onnur skulu liva og skikka okkum í hesum landi. Sandoyarfólk hava altíð borið orð fyri at verið skemtingarsom av lyndi, og man tað tí eisini vera í skemti, tey hava valt Ger-hard inn á ting. [...] rundan um hann, tosar upp í sama og um hann stendur fastur, sum ofta hendur, ja so hevur hann tann fyrimunin, at hann kann blanda várharra uppí fyri at koma víðari. Nú Gerhard fekk ilt í afturpartin av, at nøkur
noyddist at bíða í meira enn tveir tímar, áðrenn teir sluppu upp í bjargingararbeiðið, tá ið farmaskipið Jøkulfell sakk í føroyskum sjógvi. Føroyska sjóbjargingartyrlan hevur ein sentralan leiklut í tilbúgvingini [...] danska sjóverjutyrlan. ? Tað var ræðuligt fyri flogskipararnar at sita og bíða í tveir tímar og ikki føla seg verða tiknar við í bjargingararbeiðið, sigur Hans Erik Jakobsen, tyrluskipari hjá Atlantsflogi [...] uppgáva at fara út at bjarga neyðstøddum í ringum veðrið, og hóast flogskipararnir høvdu gjørt seg til reiðar og høvdu fyrireikað seg mentalt, vóru teir noyddir at bíða í tveir tímar. Tað var tað ringasta, sum
stóra heiðrinum á móttøkuni í Nóatúni hósdagin. - Ofta verður tikið til, at tað ikki ber til at fáa í posa og sekk. Men hetta orðafellið gert tú so dyggiliga til skammar í dag. Jóannes Ejdesgaard vísti [...] og heiðurin er tí samsvarandi stórur. - Jú, víst fáa summi í posa og sekk. Tað eru ofta tey ágrýtnu, tey ótroyttiligu tey, sum ikki møðast í mótbrekku, men miðvíst stremba móti málinum, sum alla tíðina [...] Løgmaður ásannaði, at umhvørvið als ikki hevur fingið nóg høga raðfesting hvørki í hesum ella undanfarnum landsstýrum. - Tú hevur í øllum førum gjørt títt til at geva okkum íblástur og at minna okkum á ta skyldu
rnar kunu spara í flutningi og ikki fáa reklamatiónir, tí eskjurnar eru skaddar. Hugskot Tað var næstan av tilvild, at stjórin í Looknorth kom fram á hugskotið við stólpunum. Tað var í kaffipráti við [...] er nú farið undir eina nýggja framleiðslu til fiskivinnuna. Virkið leitar í løtuni eftir nýggjum framleiðslum, tí alivinnan í Føroyum steðgar mest sum heilt tíðliga næsta ár. ? Tí er tað umráðandi fyri [...] fáast við, og sum er matvørugókendur, sigur Árni Skaale. Fyrr í ár framleiddi Looknorth fleiri túsund stólpar sum eina roynd til tvey virki í Klaksvík. Annað virkið upplivdi at stólparnir brotnaðu undir
eyðkent liðið hjá Drátti í ár, so er tað tó, at liðið er sera væl fyri. Bæði sálar- og kropsliga. Í triða settinum fingu tær av álvara fatur um dystin. Tá móttøkurnar fingust í rættlag, eydnaðist eisini [...] vita, hvør hevur bestu nervarnar í endaspurtinum. Seinasti dysturin hetta vikuskiftið var í Klaksvík, har Mjølnir við tryggum sigri á KÍF mest sum syrgdi fyri, at tað aftur í ár verða kollfjarðakvinnurnar [...] mótstøðuna, og hóast tær framvegis lógu undir, so koppaði sálarliga javnvágin í dystinum. ÍF var nær við bæði tey seinastu settini, men í báðum førunum var heimaliðið akkurát stinnari, og so kundi Dráttur við
fáast hvør í sínum lagi við ymiskt, sum vinnan hevur brúk fyri. Looknorth er eitt rímiliga nýtt virki í Klaksvík, sum fæst við at framleiða plastvørur og eskjur til ali- og fiskivinnuna, og í hesum døgum [...] millum tey, sum hava funnið saman til hesa strørstu føroysku framsýningina eru seks virki í Norðoyggjum, sum hvør í sínum lagi fáast við ymiskt, sum fiskvinnan kann hava gleði av. Tað er menningarstjórin [...] fjølbroytni, sum vit kunnu bjóða vinnuni í Klaksvík, sigur Rani Nolsøe, menningarstjóri. Tað eru Com-Data, Norðfra, Looknorth, KBI, Norðlýsið og Klaksvíkar kommuna, sum í felag fara at húsast á 100 fermetrum
setur tryggleikan hjá tær í hásæti, onki nýtt er í tí, tað vita vit øll av royndum. Vit standa ikki í stað, ei heldur vit fara aftur til tað gamla, men førka okkum spakuliga og trygt í samráð við restina av [...] fella í fátt hvat tí viðvíkur. Tá ið fólkið kennir seg trygt, ber til at gera broytingar í tí ríkisrættarligu støðuni, men eru vit ótrygg við tí aktuellu støðuni, lata vit heldur standa til, ella í versta [...] Startskotið, í nýggjari tíð, fyri sjálvstýristilgongdini ljóðaði, tá seinasta samgonguskjal var undirskrivað, og enn eru ikki 4 ár liðin. Fyri tey, sum hava fingið sjálvstýrishugsjónina í seg við móðurmjólkini
kommunurnar og vinnulívið í Suðuroynni, sitið. Eftir at nevndin hevur arbeitt við málinum í meiri enn eitt ár, hevur Strandferðslan lagt eitt tilmælið fyri landsstýrismannin í Vinnumálum, Bjarna Djurholm [...] ið skal síggja út. Í øllum førum er tað rættiliga óvist um tann nýggi Smyrilin verður tað skipið, sum nevndin hjá Strandferðsluni, ið hevur fyrireikað byggingina, hevur mælt til. Í nevndini hjá Strandferðsluni [...] in í vinnumálum, vilja siga nakað um, hvat skip mælt verður til at byggja. Men tað skilst á ymsum keldum, at Strandferðslan hevur hugsað nógv um, at tað skal bera til at fáa túratalið upp, tí júst túratalið
Nielsen, hvør orsøkin til hetta er. - Orsøkin er helst tann, at vit ikki komu eins skjótt í gongd í ár, sum vit gjørdu í fjør. Tað at allur hópurin ikki hevði fingið armarnir nóg skjótt niður. - Tað er helst [...] var júst tá, at vit høvdu tørv á arbeiðsfriði, so hetta hevði sjálvandi eisini sítt at siga. - Tú fært meg ikki til at siga, at VÍF hevur ein sterkari hóp enn vit, men hinvegin er einki at ivast í, at [...] sum tær høvdu í fjør. Missurin av Andrianu Skal nøkur einstøk hending við leikarum takast fram, so mundi tað helst vera ein stórur missur, at Andriana Milodanovic varð skadd tíðliga í heyst, og Rógvi
bygt í Kina, skal tað kannast út í æsir, at dygdin í skipinum svarar við tey krøv, sum vit her um okkara leiðpir seta til slík skip. Fær Strandferðslan ikki trygd fyri tí, skal skipið byggjast í Evropa [...] kannast út í æsir, er, hvussu nógv tað kostar at byggja skipið. Fyribils vísa útrokningarnar, at tað kostar 305 milliónir at byggja skipið í Evropa, men at tað kann byggjast fyri 255 milliónir í Kina. Bjarni [...] og væl ein hálvur tími skjótari enn í dag, tí nú tekur túrurin 2 tímar og 15 minuttir. Men harafturat skal leggjast øll bíðitíðin, sum tað nú er neyðugt at standa í bilaraðnum fyri at tryggja sær pláss