Suðuroyarsiglingin
Fríggjadagurin var ein stórur dagur fyri Suðuroynna.
Tí tá samtykti Landsstýrið loksins um at byggja nýtt suðuroyarskip.
Men ikki bara tað. Skipið, sum Landsstýrið samtykti at byggja, er júst tað skipið, sum suðuroyingar vildu hava og sum teir hava arbeitt hart fyri at fáa.
Tað eru annars tveir mánaðir síðani, at landsstýrið fekk málið at taka støðu til og heilt til tað síðsta var óvissa um, hvussu tað nýggja suðuroyarskipið fór at síggja út.
Men fríggjadagin samtykti landsstýrið so at fylgja tilmælinum frá verkætlanarbólkinum, sum hevur fyrireikað byggingina.
Sostatt samtykti landsstýrið at byggja eitt skip, sum er 135 metrar langt og sum siglur 21 míl. Tað ger, at ferðin ímillum Havnina og Tvøroyri fer at taka 1 tíma og 37 minuttir.
Tað er gott og væl ein hálvur tími skjótari enn í dag, tí nú tekur túrurin 2 tímar og 15 minuttir. Men harafturat skal leggjast øll bíðitíðin, sum tað nú er neyðugt at standa í bilaraðnum fyri at tryggja sær pláss. Harafturat er Smyril mangan ov seinur úr Havn, tí tað er so trongligt og óarbeiðsligt umborð, at tað tekur so langa tíð at lasta hann.
So samanlagt tekur tað mangan tríggjar tímar at koma úr Havnini til Suðuroynna og tað er tað saman sum tað tók við gamla Smyrli, sum varð áðrenn hendan.....
Suðuroyarskipið, sum nú verður bygt, er so mikið stórur, at tað man neyvan nakrantíð koma fyri, at hann er ov lítil.
Ikki uttan treytir
Men tað var ikki uttan treytir, at landsstýrið samtykti at byggja hetta skipið.
Bjarni Djurholm, landsstyrismaður í samferðslumálum, sigur, at tað er eitt ófrávíkiligt krav, at skipið verður bara brúkt til innanlandssigling.
? So er tað nakar, sum hevur dúva uppá ,at hetta skipið eisini skal brúkast til at taka skotlandssiglingina uppaftur við, er tað til fánýtis, tí tað fer ikki at henda, sigur landsstýrismaðurin.
Ein avgerðandi spurningur, sum eisini skal kannast út í æsir, er, hvussu nógv tað kostar at byggja skipið.
Fyribils vísa útrokningarnar, at tað kostar 305 milliónir at byggja skipið í Evropa, men at tað kann byggjast fyri 255 milliónir í Kina.
Bjarni Djurholm sigur, at ein treyt við skipinum er, at verður tað bygt í Kina, skal tað kannast út í æsir, at dygdin í skipinum svarar við tey krøv, sum vit her um okkara leiðpir seta til slík skip. Fær Strandferðslan ikki trygd fyri tí, skal skipið byggjast í Evropa.
Landsstýrismaðurin sigur, at nú fær Strandferðslan boð um at seta byggingina í verk.










