Kaffiprát skapti nýggja vøru

Virkið Looknorth í Klaksvík er farið undir at framleiða serligar stólpar til saltfiskaeskjur. Hugskotið næstan av tilvild í kaffipráti, men síðani hevur Looknorth arbeitt miðvíst við at menna nýggja stólpan

Virkið Looknorth, sum higartil hevur framleitt kassar til alivinnuna, er nú farið undir eina nýggja framleiðslu til fiskivinnuna. Virkið leitar í løtuni eftir nýggjum framleiðslum, tí alivinnan í Føroyum steðgar mest sum heilt tíðliga næsta ár.
? Tí er tað umráðandi fyri okkum, at vit kunnu skapa nakrar nýggjar vørur, tí annars kann felagið hjá okkum yvirliva, sigur Árni Skaale, stjóri á Looknorth.
Og tann fyrsta nýggja vøran er nú blivin veruleiki. Looknorth framleiðir vørur úr plasti, og nýggja átakið er ein stólpti til saltfiskaeskjur.
Føroyskur útflutningur av saltfiski fer vanliga fram í 500 kilo pappeskjum, og nýggi stólpin skal bæði styrkja hesar eskjur og gera tað møguligt at stápla tveir plattar omaná hvørjum øðrum. Hetta skal hava við sær, at útflutningsfyritøkurnar kunu spara í flutningi og ikki fáa reklamatiónir, tí eskjurnar eru skaddar.

Hugskot
Tað var næstan av tilvild, at stjórin í Looknorth kom fram á hugskotið við stólpunum. Tað var í kaffipráti við saltfiskamenn, at teir fóru at tosa um eskjurnar og stólparnar, sum teir ikki høvdu at brúka.
? Vanligt hevur verið at gjørt okkurt træ ella okkurt rør til hesar eskjur, men tað er nógv stríð av hesum, og tað er ikki matvørugóðkent. Nú hava vit gjørt ein nýggjan stólpa úr plasti, sum lættur at fáast við, og sum er matvørugókendur, sigur Árni Skaale.
Fyrr í ár framleiddi Looknorth fleiri túsund stólpar sum eina roynd til tvey virki í Klaksvík. Annað virkið upplivdi at stólparnir brotnaðu undir flutningi, meðan hitt virkið einki merkti til hetta við sínum 5000 stólpum.
? Vit hava síðani arbeitt við at styrkja stólparnar, og vit hava gjørt fleiri royndir. Nú er stólpin nógv sterkari enn hann var, og hann er væl egnaður til hesar eskjurnar, sigur stjórin á Looknorth.

Kostar at menna
Looknorth hevur brúka hálva triðju millión krónur til at menna nýggja stólpan. Fyrst var ein nýggj maskina keypt, sum kann framleiða slíka vøru, og síðani eru eisini nógvar hundrað túsund krónur nýttar til at fáa júst tað rætta skapið og røttu styrkini á stólpanum.
? Hetta hevur tikið tíð og hevur kostað nógvar pengar, men nú eru vit til reiðar at bjóða fiskivinnuni stólparnar, sigur Árni Skaale.
Looknorth hevur sjálvt lagt meginpartin av pengunum í nýggju vøruna, men eisini oljufelagið BP hevur stuðlað menningini.
? Vit frætta fegin frá fólkum, sum hava góð hugskot, og vit eru tilreiðar at arbeiða við teimum og brúka pengar til at menna hesi hugskot, sigur Looknorth-stjórin.
Looknorth hevur framleitt kassar síðani februar mánað í 2001, og seks fólk arbeiða á virkinum, sum heldur til á vestara kaiøkinum í Klaksvík.