Klaksvíkingar fiska saman

Seks virki í Norðoyggjum hava bás saman á Fish Fair. Fjølbroyttir framsýnarar taka eitt felags tak saman við Klaksvíkar kommunu

Tað er ikki óvanligt, at fleiri framsýnarar finna saman til stórar sølustevnur sum Fish Fair. Og millum tey, sum hava funnið saman til hesa strørstu føroysku framsýningina eru seks virki í Norðoyggjum, sum hvør í sínum lagi fáast við ymiskt, sum fiskvinnan kann hava gleði av.
Tað er menningarstjórin hjá Klaksvíkar kommunu, sum hevur samskipað felags átakið hjá teimum seks virkjunum.
- Vit hava funnið ymisk virki, sum umboða nakað av tí fjølbroytni, sum vit kunnu bjóða vinnuni í Klaksvík, sigur Rani Nolsøe, menningarstjóri.
Tað eru Com-Data, Norðfra, Looknorth, KBI, Norðlýsið og Klaksvíkar kommuna, sum í felag fara at húsast á 100 fermetrum á Fish Fair framsýningini.
Ymisk virki
Tær seks fyritøkurnar fáast hvør í sínum lagi við ymiskt, sum vinnan hevur brúk fyri.
Looknorth er eitt rímiliga nýtt virki í Klaksvík, sum fæst við at framleiða plastvørur og eskjur til ali- og fiskivinnuna, og í hesum døgum arbeiðir fyritøkan eisini við at menna nýggjar vørur.
Norðfra er eitt fiskavirki, sum framleiðir ymsar fiskavørur til bæði føroyingar og til útflutnings.
Com-Data er kt-fyritøka, sum eisini letur ymsar loysnir til fiskivinnuna - millum annað telduskiparnir, net og útgerð til sporføri. Fyritøkan hevur sjálv ment nógvar av teimum skipanum, sum hon selir.
Norðlýsið er lokalblaðið hjá norðoyingum, sum skrivar tíðindi til blað- og internetútgávu. Blaðið fæst eisini við at skriva um skipini hjá norðoyingum og annað, og blaðið hevur tí eisini áhuga í eini fiskarí-messu sum Fish Fair.
KBI er veitari av vørum til skip - alt frá olju og legum til ymiskar eykalutir og amboð. Felagið umboðar eisini Castrol í Føroyum.
Saman við hesum er eis-ini Klaksvíkar kommuna, sum kann bjóða fram eitt gott havnalag, ídnað og nógv annað.
Spennandi framsýning
Menningarstjórin hjá Klaksvík kommunu heldur, at júst tað, at teir seks fram-sýnararnir eru so ymskir, ger básin áhugaverdan.
- Tað er styrkin hjá okk-um, at vit hava seks fjølbroytt feløg í sama øki saman á básinum. Klaksvík er jú ein livandi býur við nógvari framleiðsluvinnu, og býurin er sera fjølbroyttur, sigur Rani Nolsøe.
- Vit hildu tað vera eitt gott hugskot, at kommunan saman við nøkrum feløgum gjørdi ein felags bás, og áhugi var beinanvegin fyri hesum í býnum. Vit hava fyrireikað okkum væl til Fish Fair, og vit gera okkum eisini ómak við fram-sýningini, sigur hann.
Rani Nolsøe heldur, at Fish Fair er ein góður møguleiki hjá føroyingum at vísa sínar vørur fram mótvegis útlendskum keyp-arum, og tí er tað eisini upplagt, at Klaksvíkin við sínari fjølbroyttu framleiðsluvinnu er við á stevnuni.