Vit vassa ikki longri út enn vit grynna

Nú tað stundar til fólkatingsvalið, eru tit óivað fleiri, ið ikki hava avgjørt, hvar tykkara atkvøða skal fara.


 

Gevið Fólkaflokkinum hana. Tá hava tit so ongan skaða gjørt, tí Fólkaflokkurin dugir ikki at leypa framav.

Vit hava sum endamál sjálvstýri fyri Føroya fólk ? uttan fyri ríkisfelagsskapin, ongin ivi um tað. Men hátturin, metodan, at náa hesum endamáli er frá Fólkafloksins síðu lagaligur.

Startskotið, í nýggjari tíð, fyri sjálvstýristilgongdini ljóðaði, tá seinasta samgonguskjal var undirskrivað, og enn eru ikki 4 ár liðin.

Fyri tey, sum hava fingið sjálvstýrishugsjónina í seg við móðurmjólkini og borðreidda aftur við nátturðanum upp gjøgnum øll barna- og ungdómsárini, fyri tey eru 4 ár ivaleyst long tíð, men fyri restina av okkum eru 4 ár ikki ov nógv. Hóast fullveldið ikki er rokkið, so nýtist okkum ikki at fella í fátt hvat tí viðvíkur.

Tá ið fólkið kennir seg trygt, ber til at gera broytingar í tí ríkisrættarligu støðuni, men eru vit ótrygg við tí aktuellu støðuni, lata vit heldur standa til, ella í versta føri fara aftur til tað gamla, og tað haldi eg vera syrgiligt, tí soleiðis nýtist ikki at vera, tað eiga politik arar við rættari áskoðan lættliga at kunna byrgja upp fyri.

Júst her hevur tú Fólkaflokkin sum tann flokk, ið ikki vassar longur út enn vit grynna, men sum við eini yvirtøku fyri og aðrari eftir spakuliga vil førka okkum nærri og nærri ímóti endamálinum, fulla ábyrgd av egnum landi. Ímeðan nær sjálvstýrishugsjónin at búnast so mikið í hvørjum einstøkum av okkum, at einki alternativ er betri enn full og heil ábyrgd av okkum sjálvum.

Tit kunnu lesa hetta, eg skrivi, men fullveldi er ikki nakað, vit kunnu lesa okkum til, tað mugu vit arbeiða okkum fram til, tað vita flest allir føroyingar, tí skilji eg tykkum øll væl, ið eru bangin fyri aftur at noyðast at arbeiða 60 tímar viku og sum eru bangin fyri, at skatturin fer hægri upp í staðin fyri niður, sum Fólkaflokkurin ynskir. Ella sagt á annan hátt, at tað sindrið av vælferð, vit eru komin til, vilja vit ikki av við.

Akademikarar og onnur væl lærd kunnu lættliga sleppa sær av landinum og fáa annað arbeiði, men hvar skal restin fara, serliga tann restin, sum heldur landinum uppi, hvar skulu tey fara, skuldi tað endað galið enn einaferð?

Tí er tað so avgerandi, at tú setir krossin á rætta stað.

Fólkafloksumboðið á Fólkatingi setur tryggleikan hjá tær í hásæti, onki nýtt er í tí, tað vita vit øll av royndum.

Vit standa ikki í stað, ei heldur vit fara aftur til tað gamla, men førka okkum spakuliga og trygt í samráð við restina av ríkinum fram móti fullveldinum Føroyar.

Góðu tit, stuðlið okkum, eisini til hetta valið.