gera, tí virkið keypir fisk á uppboðssølu til virkingar á Sandi og í Skopun. Nakað av útróðri er eisini, bæði á Sandi og í Skopun, og frægastu bátarnir koma uppí eini 1200 pund á snellu. Meginparturin av [...] til Sandoy Seafood, eru í løtuni á beding á Tórshavnar Skipasmiðju. Skipini hava ligið nakrar dagar, og væntandi fer bedingsarbeiði at taka einar tvær vikur aftrat. Á Sandoy Seafood hava tey tó nóg mikið [...] og 4. Enn er línuútróðurin ikki byrjaður, men tað verður helst nakað skjótt, nú liðið er so mikið út á heystið.
arbeiðis á báðum virkjunum í Sandoynni eftir summarsteðgin. - Á Sandi hevur verið heldur minni at gjørt enn í Skopun hesar fyrstu dagarnar eftir steðgin, sigur stjórin. Meðan tey arbeiða saltfisk á Sandi, verður [...] Fiskivinna Í dag landa partrolararnir, Nornagestur og Kolumbus, tilsamans 200.000 pund á Sandi. Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at meginparturin av veiðini hjá trolarunum er upsi. - Seinasta túr høvdu [...] fryst í Skopun. Somu ráfiskanøgd Magnus Jespersen sigur annars, at Sandoy Seafood hevur tikið ímóti á leið somu ráfiskanøgd í ár sum hesa tíðina seinasta ár. Hann hevði tó ikki neyvu tølini við hondina
at eingin fær nakað fyri einki, og hugsandi er tí ikki, at Nornagestur og Kolumbus hava landað á Sandi seinastu árini bara tí, at sandoyingar áttu skipini. - Úrslitini vísa, at tað hevur loyst seg hjá [...] fiskin hjá hesum báðum skipum fyri uttran. Men tað hevur ikki víst seg og orðini hjá virkisleiðaranum á Sandoy Seafood, Andreasi F. Hansen eftir eigaraskiftið, hava veruliga staðið sína roynd. Andreas helt [...] - Jú, vit hava gott samstarv við nýggju eigararnar, eins og vit høvdu við teir gomlu. At fáa fatur á fiski í tíðum sum hesum, er altíð ein spurningur um prís, tí stór kapping er um rávøruna. Tað er ikki
verður framsýningarskráin hendan: 20. januar kl. 19.30 á Virkinum á Sandi 21. januar kl 19.30 í Bygdarhúsinum í Miðvági 22. januar kl. 19.30 í Eydnini á Oyrabakka 27. januar kl. 19.30 í Mentanarhúsinum í [...] 30 í Atlantis í Klaksvík 29. januar kl. 19.30 í Stóra Pakkhúsi í Vági 30. januar kl. 19.00 á Seglhúsloftinum á Tvøroyri Eisini verða fleir skúlasýningar kring landið, sum verða lýstar seinni
Seks limir hjá Sea Shepherd vórðu í dag dømd at rinda kr. 1.000 í bót fyri brot á politiviðtøkurnar og fyri brot á kunngerðina um grindadráp. Samstundis fingu tey at vita, at verður bótin ikki goldin, [...] sigur felagsskapurin, sum eisini fegnast um, at teir 35 hvalirnir, sum vórðu dripnir í drápinum á Sandi, eru einastu hvalirnir, sum hava latið lív, meðan felagsskapurin hevur verið í Føroyum. [...] øllum at døma verður tað neyðugt hjá teimum at skula inn at sita. Í øllum førum skrivar Sea Shepherd á Facebook-vangamyndini hjá felagsskapinum, at eingin av teimum dømdu fer at rinda nakra bót. - Rinda
sum hittust á Sandi leygardagin. Liðini høvdu dystast á Sandi eina ferð fyrr í ár. Tað var í innleiðandi umfarinum í steypakappingini, og ta ferðina vann FS Vágar 3-2. Tað vóru teir á Sandi sera harmir [...] at halda upp á fólkið. Tað vóru bara sjey minuttir farnir, tá heimaliðið kom á odda. Rúni í Soylu, sum var annar av álopsmonnunum (hin var spælandi venjarin, Ivan Hristov) fekk síðsta fótin á eftir hornaspark [...] Verjuspælarar hjá gestunum bjargaðu tvær ferðir á strikuni, og eina ferð fór bólturin á tvørtræið. Gestirnir høvdu eisini møguleikar, og tá seinna umfarið var hálvrunnið javnaðu teir. Albert Ari Thomassen,
ímóti bestu deildini, eftir at fyrsti heimadysturin er avgreiddur. B71 vann á heimavølli 3-0 móti NSÍ, og sagt verður á Sandi, at sigurin var fult uppiborin. Dysturin var ikki nógvar minuttir gamal, tá [...] royndina á málið hjá Valdemar. Hann fluktaði bóltin fyrstu ferð, men polski málverjin fekk hendurnar á bóltin. Restin av fyrra hálvleiki gekk spælið báðar vegir, og liðini høvdu sínar royndir á málið, men [...] hesuferð var tað eitt innlegg úr vinstru síðu, sum hann gjørdi sær dælt av. Hesuferð fekk hann fótin á bóltin, ið smeyg sær framvið málverjanum. Seinasta málið kom móti endanum av dystinum, og tá hevði NSÍ
ið nú glið er komið á, so er bert at halda fram. - Í dag byrjaði Treysti í Klaksvík við útirenning klokkan 11. og nú klokkan 13 verður farið niðan á Kjøl. Her er tað Kunningarstovan, ið skipar fyri, og [...] seg ella møta upp í góðari tíð, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu. Aftan á klokkan 17 verður farið Út í Grøv at grilla, men har ber eisini til at røra seg og strekkja eitt sindur
Leygardagin skipaði Kunningarstovan í Vági fyri nissutúri. Johanna TG 326 var karmur um túrin. Minni og størri nissur løgdu frá landi klokkan 12 og Johanna legði so stilt miðskeiðs á Vágsfirði. Heitur greytur [...] aftaturúr hesum skjóttgangandi bátinum stóð jólamaður á vatnskí. Nakrar ferðir varð siglt kring sluppina, innan jólamaðurin kom so tætt, at hann blakaði seg á bláman og kom umborð. Vakrastu [...] heitt kaffi, meðan tónleikarar spældu jólaløg, og lítlar og stórar nissur sungu við. Blikalogn var á fjørðinum og fagrasta vetrarveður, hóast sera kalt. Men alt hetta varð skjótt gloymt, tí langt burtur