Seks limir hjá Sea Shepherd vórðu í dag dømd at rinda kr. 1.000 í bót fyri brot á politiviðtøkurnar og fyri brot á kunngerðina um grindadráp. Samstundis fingu tey at vita, at verður bótin ikki goldin, skulu tey inn at sita í seks dagar.
Og eftir øllum at døma verður tað neyðugt hjá teimum at skula inn at sita. Í øllum førum skrivar Sea Shepherd á Facebook-vangamyndini hjá felagsskapinum, at eingin av teimum dømdu fer at rinda nakra bót.
- Rinda vit bótina, so viðganga vit samstundis, at vit hava gjørt nakað ólógligt, og at grindadrápsmenn hava rættin á sínari síðu, skrivar felagsskapurin.
Samstundis fegnast tey tó um, at tey vórðu dømd.
- Tað vísir, at vit rukku endamálinum, sum jú var at leggja okkum upp í drápið, sigur felagsskapurin, sum eisini fegnast um, at teir 35 hvalirnir, sum vórðu dripnir í drápinum á Sandi, eru einastu hvalirnir, sum hava latið lív, meðan felagsskapurin hevur verið í Føroyum.