Nógv fólk hava tikið væl undir við Útivikuni, sum hevur sín síðsta skrádag í dag. Tó kann útivikan halda fram hjá hvørjum einstøkum.
Skúlabørnini hava eisni tikið væl undir við útivikuni og hava gingið og súklað í skúla hesa vikuna.
Tá ið nú glið er komið á, so er bert at halda fram.
- Í dag byrjaði Treysti í Klaksvík við útirenning klokkan 11. og nú klokkan 13 verður farið niðan á Kjøl. Her er tað Kunningarstovan, ið skipar fyri, og tí neyðugt at tekna seg ella møta upp í góðari tíð, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.
Aftan á klokkan 17 verður farið Út í Grøv at grilla, men har ber eisini til at røra seg og strekkja eitt sindur út undir leiðslu av Marna Isaksen.
- Tann deiliga fløvandi svimjihylurin, sum er heitari enn vanligt, hevur eisini hópin at bjóða ? atgongumerkjasølan steðgar klokkan 17. Jú, hópin av áhugaverdum møguleikum at røra seg uppá - tað er bara at koma við, sigur hann.









