Nornagestur og Kolumbus landa á Sandi

- Ráfiskanøgdirnar í ár eru á leið tær somu sum í fjør, men úrslitið er ikki líka gott, sigur Magnus Jespersen, stjóri á Sandoy Seafood.

Fiskivinna

Í dag landa partrolararnir, Nornagestur og Kolumbus, tilsamans 200.000 pund á Sandi.
Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at meginparturin av veiðini hjá trolarunum er upsi.
- Seinasta túr høvdu skipini hampiliga góðan upsa, leggur hann aftrat.
Í vikuni hevur Sandoy Seafood eisini keypt 40.000 pund av upsa frá P/F Beta, og sum skilst, var hetta rættiliga góður upsi.
Magnus sigur, at teir keypa ikki meira fisk hesa vikuna, tí hesi 240.000 pundini er nóg mikið hjá báðum virkjunum í oynni í eina viku.
Næstsíðsta mánadag fóru tey aftur til arbeiðis á báðum virkjunum í Sandoynni eftir summarsteðgin.
- Á Sandi hevur verið heldur minni at gjørt enn í Skopun hesar fyrstu dagarnar eftir steðgin, sigur stjórin.
Meðan tey arbeiða saltfisk á Sandi, verður flakaskorið og fryst í Skopun.


Somu ráfiskanøgd

Magnus Jespersen sigur annars, at Sandoy Seafood hevur tikið ímóti á leið somu ráfiskanøgd í ár sum hesa tíðina seinasta ár. Hann hevði tó ikki neyvu tølini við hondina, tá ið vit frættu.
- Árið í fjør var eitt gott ár hjá flestu virkjum kring landið, men árið í ár hevur roynst misjavnt. Onkur letur hampiliga væl at; aðrir siga, at úrslitið í ár er slakari enn í fjør. Hjá Sandoy Seafood hevur árið higartil ikki roynst líka væl sum seinasta ár, sigur stjórin á Sandoy Seafood.