Niðurflytarar vunnu

B71, sum í fjør fór ta tungu gongd niður í 2. deild, kom væl frá byrjan, tá sandoyingar vunnu 3-0 á NSÍ. Jónsvein Thomsen fekk øll trý málini, og sigurin var fult uppiborin

B71 hevur longu sett kós ímóti bestu deildini, eftir at fyrsti heimadysturin er avgreiddur. B71 vann á heimavølli 3-0 móti NSÍ, og sagt verður á Sandi, at sigurin var fult uppiborin.
Dysturin var ikki nógvar minuttir gamal, tá Jónsvein fekk tað fyrsta av sínum trimum málum. Hann er hægstur við nærmastu stong eftir eitt innlegg úr vinstru síðu og høvdar bóltin inn. B71 kom væl frá byrjan og var yvirhøvur vandamiklari.
NSÍ royndi tó eisini at bíta frá sær, og útiliðið var nær við onkuntíð. Ken Nónklett hevði bestu royndina á málið hjá Valdemar. Hann fluktaði bóltin fyrstu ferð, men polski málverjin fekk hendurnar á bóltin.
Restin av fyrra hálvleiki gekk spælið báðar vegir, og liðini høvdu sínar royndir á málið, men tað gjørdist ongantíð veruliga vandamikið.

B71 dregur frá
Í seinna hálvleiki dró B71 frá runavíkingum við tveimum málum frá Jónsveini Petersen, sum var í hopla henda dagin.
Næsta mál hansara fall eftir miðskeiðis í seinna umfari. Aftur hesuferð var tað eitt innlegg úr vinstru síðu, sum hann gjørdi sær dælt av. Hesuferð fekk hann fótin á bóltin, ið smeyg sær framvið málverjanum.
Seinasta málið kom móti endanum av dystinum, og tá hevði NSÍ sligið seg til tols við einum tapi. Jónsvein kom tá at standa púra leysur við opnum máli, og hann hevði lætt við at skumpa bóltin innum.
NSÍ hevði sum heild ikki so nógvar hóttanir móti málinum hjá B71, sum hevði leikliga yvirvág.
B71 slapp væl frá byrjanini í hesum kappingarárinum. Tey flestu munnu vænta, at liðið fer at vera við í oddastríðnum, tá kappingin fer at halla seinni í ár, men tað er kanska heldur tíðliga at útnevna sandoyingar til favorittar, tí fleiri onnur sterk lið eru við í kappingini í ár.

Dysturin í tølum:
B71 ? NSÍ 3-0 (1-0)
1-0: Jónsvein Knudsen
2-0: Jónsvein Knudsen
3-0: Jónsvein Knudsen