Graham og Anne var suðureftir í heitari sjógv. Tey fóru úr Onglandi í apríl mánaði í 1998 og vóru ikki heima aftur fyrr enn í september mánaði í 2000. Tá høvdu tey siglt í Norður- mið- og suðuramerika og [...] útlendskur bátur ligið við kai í Klaksvík. Umborð eru eini ensk hjún ? hann er lækni, hon er radiografur ? sum eru strandað í Føroyum, eftir at bátur teirra fekk skaða í illveðri í ein útnyðring úr Føroyum. [...] okkum at fara avstað, sigur Graham. Eingin noregsferð Graham og Anne Evans vóru í Føroyum fyrr í summar. Tey sigldu úr suðri í norð og brúktu ein mánað millum føroysku oyggjarnar. Eftir tað løgdu tey leiðina
Regin Eikhólm Í Sosialinum 10. august verður kunngjørt eitt teldubræv frá Kjartani Hoydal, har hann bjóðar seg fram, at gera uppskot til lesarabrøv sum stuðla undir loysingarmálið. Hesi præfabrikeraðu [...] Teldubrævið sigst einans vera ætlað limum í loyniligu loysingar losjuni, Hesuferð, men var kortini sent fleiri øðrum harímillum sjálvum løgmanni. Eru limirnir í Hesuferð veruliga so illa fyri, at teir ikki [...] lesarabrøvum beinleiðis frá chefideologinum í London? Hvussu stendur tá til við teirra sjálvsmensku? Teir valla evna ella koma sær at broyta so mikið sum eitt komma í tí, sum kemur frá sjálvum chefideologinum
valið var í november mánaði í fjør vóru 15 blankar atkvøður. Hetta vóru eftir øllum at døma fólk í Mikladali, sum vildu vísa sína misnøgd við støðuna í kommununi. Úrslitið er tí, at øll trý fólkini í bygdaráðnum [...] bara verið í Mikladali. Í mai mánaði boðaði landsstýrismaðurin við mentamálum, Torbjørn Jacobsen, frá, at skúlin á Trøllanesi skuldi latast uppaftur, so børnini í kommununi lutvíst gingu í skúla á Trøllanesi [...] bygdaráðnum í Mikladals kommunu eru úr Mikladali. Eingin er longur úr Trøllanesi. Skúlastríð Gamla bygdaráðið samtykti í november mánaði í fjør, at skúlin í bygdini skuldi lata uppaftur, og at onkrar umvælingar
Lone er, at hon kann doyggja í friði frá soni sínum, tí samfelagið er so gott, at sonurin er í góðum hondum. Fundurin við Lone Hertz verður á Hotel Hafnia leygardagin 25. august klokkan 14. og Javni leggur [...] hevur áður verið í Føroyum og vitjað Javna. Tann fundurin var læruríkur, og nógv fólk lýddi á. Javni vónar, at hetta eisini verður soleiðis hesuferð. Felagið heldur, at tað er alneyðugt í arbeiðnum hjá Javna [...] teimum løtum, tá lívið bylgist best og vakrast innan í teimum og viðfarin sum vóru tey børn, er tað tíverri vandi fyri, at tey verða viðfarin sum børn í øllum lívsins viðurskiftum. Hetta er galdandi fyri
støðan er í Føroyum hesum viðvíkjandi. August Wang gjørdi eina ritgerð um sama evni fyri nøkrum árum síðani, og Tórmóð hevur síðani arbeitt víðari við hesum. Hann hevur granskað aldurin, kynið og hvar í landinum [...] fyrstu ferð, at slík ráðstevna er í Føroyum, og tí eru sjúkrasystrarnar spentar um, hvussu hetta fer at spæla av. Fjølbroytt ráðstevna Jóhanna Andreasen er formaður í nevndini hjá felagnum fyri psykiatriskar [...] fyrilesturin er hjá Tórmóð Stórá. Hann lesur til sálarlækna, og hann hevur í hesum sambandi skrivað eina ritgerð um sjálvmorð í Føroyum. Hann fer at leggja úrslitini fram á ráðstevnuni, og tað verður áhugavert
15. august Símun Petur Dalheim, Norðragøta, 92 ár 16. august Pól Akraberg, Vestmanna, 96 ár 18. august Mathilda Nøhr Jensen, ættað úr Havn, búsitandi í Hareskov, 87 ár 19. august Gunnvør Samuelsen, ættað [...] ættað úr Norðragøtu, búsitandi í Havn, 64 ár. Regin Bjørgheim Joensen, Tvøroyri, 68 ár
2. deild Í ítróttatíðindunum í Útvarpi Føroya leygarkvøldið 25. august varð róð framundir, at Skála Ítróttarfelag hevur broytt støðu í kæruni, sum varð send Fótbóltssambandi Føroya, eftir 2. deildardystin [...] høvdu leikt í 1. deild vikuskiftið frammanundan. Sambært grein 8, 1 stk, í kappingarreglunum er ikki loyuvt leikara at flyta niður í lægri deild uttan so, at teir hava sitið ein dyst yvir í hægru deildini [...] deildardystin móti HB 12. august í ár. Sagt varð, at Skála, fyri at vísa góðan ítróttaranda, umhugsaði at at góðtaka, at dysturin skal spælast av nýggjum. Hetta hevur einki hald í veruleikanum, og tíðindamaðurin
nærkast alt meiri endaspurtinum í landskappingini. Burtursæð frá onkrum einstøkum umfari, so verður tað í Føroyum bara spælt í landskappingini í fýra mánaðir ? í mai, juni, august og september. Komandi vikuskifti [...] vera í danska høvuðsstaðnum í eitt samdøgur. Tað hoyrir tíðini hjá abba Magna Arge ? Buss Óla ? til og ikki nútíðini at ferðast upp á handa mátan. Nú skulu NSÍ spælararnir úr arbeiði á døgurða í dag fyri [...] fyri at spæla í Gundadali í kvøld. Tað vil siga, at teir missa ein hálvan arbeiðsdag, tí HB ferðalagið kom í Vágar leygardagin og ikki fríggjadagin, sum tað snilt átti at borið til at komið. Tað ber væl
høvdu, tá teir í mars mánaði vitjaðu í Luksemburg. Umframt at A-landslið okkara fyri fyrstu ferð vann ein ein útidyst í HM-høpi, so sluppu áskoðararnir eisini fyri fyrstu ferð at royna seg í dysti, tá 12 [...] Luksemburg skuldi koma á vitjan. Hetta verður longu seinast í hesi vikuni, og sum skilst, eru allar fyrireikingar hesum viðvíkjandi nú komnar í rættlag. Í tíðindaskrivi hevur 12. maður boða frá, at dysturin verður [...] flúgvandi útskifting. Føroyskir fótbóltsáskoðarr, sum hava hug at taka lut í dystinum, skulu boða frá hesum á telefon 21 3212. Formaðurin í 12. manni, Regin Egholm, sigur annars, at enn er ikki heilt fastlagt
Mikudagin 29. august eru liðin 100 ár síðani Poul E. Petersen varð borin í heim í Sørvági. Sum ungur fekk Poul tokka til ítrótt. Eftir lokið lærarskúlaprógv í 1923 varð hann settur sum lærari í Mykinesi og [...] 1. árgangi til nr. 7 í 7. árgangi 1947. Hann helt eisini skeið fyri lærarum, serliga í frælsari ítrótt og í svimjing. Hesi skeið vórðu hildin á sumri og vórðu nøkur teirra hildin í Mykinesi. Tá ítrótta [...] frá við eftirløn í august 1971. Ikki bert ítróttur Tað var ikki bert innan ítrótt at Poul E. Petsren var virkin. Árini 1939-50 var hann næstformaður í Føroya Lærarafelag og varð hann í 1954 kosin til formann