12. maður
Eingin ivi er um, at tað var ein sera væleydnað ferð, sum føroysku fótbóltsáskoðararnir høvdu, tá teir í mars mánaði vitjaðu í Luksemburg. Umframt at A-landslið okkara fyri fyrstu ferð vann ein ein útidyst í HM-høpi, so sluppu áskoðararnir eisini fyri fyrstu ferð at royna seg í dysti, tá 12. maður hjá Luksemburg hevði bjóða av.
Tann dysturin endaði við 5-1 sigri til føroyska liðið, men tað var nú ikki úrslitið, sum hevði mest at siga hesum viðvíkjandi. Fyri báðar partar var talan um sera hugnaliga uppliving, sum umframt at tæna sum upphiting til veruliga landsdystin, eisini var við til at styrkja vinarbondini millum hesar báðar lítlu tjóðirnar.
Endurtøka
Føroyski 12. maðurin var eisini sera fegin um tiltakið, og boðini tá vóru alt fyri eitt, at hetta mátti endurtakast, tá Luksemburg skuldi koma á vitjan. Hetta verður longu seinast í hesi vikuni, og sum skilst, eru allar fyrireikingar hesum viðvíkjandi nú komnar í rættlag.
Í tíðindaskrivi hevur 12. maður boða frá, at dysturin verður leiktur á Tórsvølli, fríggjadagin kl. 18.00. Dómari í dystinum verður eingin annar enn fyrsti altjóða dómari okkara, Nemus Napoleon Djurhuus, so altjóða dámur er eisini yvir dystinum. Spælt verður annars tvær ferðir 30 minuttir, og verður loyvt báðum liðum at hava flúgvandi útskifting.
Føroyskir fótbóltsáskoðarr, sum hava hug at taka lut í dystinum, skulu boða frá hesum á telefon 21 3212.
Formaðurin í 12. manni, Regin Egholm, sigur annars, at enn er ikki heilt fastlagt, hvar spælararnir fara at savnast eftir dystin, men at ætlanin so er, at liðini kunnu sær okkurt ábit saman.